Makreluppboðssøla spøkir aftur

Uppskotið um at selja uppsjóvarfisk spøkir aftur í politisku skipanini, hesaferð í álitinum til uppskotið um játtanarkarmar fyri næstu árini.

Andstøðuumboðini í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum - tað eru Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin - mæla til at selja 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av norðhavssild á uppboðssølu. Eisini mælir andstøðan í fíggjarnevndini til at taka eitt gjald fyri leigu av teimum økjum, ið verða nýtt til aling.

Hetta skal, sambært andstøðuni í Fíggjarnevndini, geva landskassanum umleið 195 milliónir krónur í inntøku.

Uppskotið um játtanarkarmar fevnir fyrst og fremst um 2014, umframt fýra tey næstu árini.

Andstøðan mælir til at selja tey tilsamans 60.000 tonsini av makreli og norðhavssild á uppboðssølu næsta ár.

Hetta skal gerast fyri at fáa pengar í landskassan, meðan arbeitt verður við eini "veruligari fiskivinnunýskipan", sum tikið verður til í minnilutaálitinum.

Víðari í sínum áliti skriva andstøðuumboðini:

- Ein fiskivinnunýskipan, ið tryggjar okkara høvuðsvinnu góðar og tryggar kamar at virka innan, er størsta einstaka átakið, ið kann skapa vøkstur aftur í Føroyum. Neyðugt er við breiðari semju um nýskipanina soleiðis, at talan verður um eina skipan, ið verður verandi komandi nógvu árini. Andstøðan bjóðar samgonguni, at samgonga og andstøða saman arbeiða við eini fiskivinnu- nýskipan, og vónandi verður tikið av hesum.

Samanumtikið tekur andstøðan ikki undir við teimum játtanarkørmum, ið landsstýrið legði fram síðst í mars, og sum meirilutin í fíggjarnevndini eisini tekur undir við.

Andstøðan hevur í staðin gjørt sítt egna uppskot til játtanarkarmar.