Tríggir nýggir spælarar til TB

TB liggur aftast í Betri deildini við bara tveimum stigum. Tað eru níggju stig upp til niðurflytingarstrikuna, men aldursforsetin ætlar ikki at leggja kongin. Nýggi venjarin, Lars Heiliger, hevur fingið tríggjar nýggjar spælarar, skrivar bolt.fo.

 

Talan er um ein framherja, ein vong og ein miðvallara. Ein av teimum er 27 ára gamli framherjin Kaspars Svarups úr Lettlandi. Hann er 1,92 metur høgur. Seinastu tíðina hevur hann spælt í næstbestu deildini í Serbia. Mest hevur hann spælt í bestu deildini í Lettlandi, har hann hevur skorað 24 mál í 154 dystum, skrivar bolt.fo.

 

TB hevur eisini fingið tilgongd av 21 ára gamla Sascha Schmalz, sum er vongur. Hann hevur sambært bolt.fo spælt í lægri deildunum í Týsklandi.

 

Triðja tilgongd er Ibrahim Moro. Hann skifti til HB í fyrra flytingarvindeyganum, men tað eydnaðist ikki honum at koma til landið fyrr enn fyri kortum. Hann er miðvallari og skuldi avloysa Mikkel Frankoch, men tað bleiv skjótt greitt, at hetta ikki gekk upp.

 

Hann hevur saman við Sunday Odeh verið settur í samband við tey flestu feløgini í Føroyum. Nú er greitt at ganesiski Ibrahim Moro verður útleigaður til TB. Spurningurin er so um Sunday Odeh, ið eisini kom til HB í ár, eisini verður útleigaður til TB.

 

Simon R. Rasmussen, Mads Altschuler, Maxwell Asare Bediako og Mark Kongstedt halda ikki fram í Trongisvági. Fyrsti dysturin hjá TB eftir summarsteðgin verður á ólavsøku móti B36.