Altjóða lógir um nýtslu av kyksilvuri á veg

Umhvørvisráðharrarnir í ST hava nú tikið fyrstu stigini á vegnum móti altjóða lógum um nýtslu av kyksilvuri Á ST fundi í Nairobi, Kenya, er viðtikið at seta niður ein alotjóða samráðingarbólk, ið skal skriva eitt uppskot til ein alheims juridiskt bindandi kyksilvursáttmála. Tað skrivar heimasíðan hjá danska umhvørvismálaráðnum.

Umhvørvismálaráðharrin, Troels Lund Poulsen úr Venstre, tók sjálvur lut á ráðharrafundinum í ST fyrr í vikuni.

Norðurlond hava verið millum stigtakararnar í ST høpi fyri at fáa bindandi alheims lógir um kyksilvur, og hava síðan byrjan skjalprógva umhvørvis- og heilsuligu trupulleikarnar við kyksilvuri.

Semja valdar um óhepnu avleiðingarnar við kyksilvuri, men kjakið hevur prógvað, at stór ósemja valdar um hvussu umfatandi lógirnar skulu verða.

Samráðingarnar í ST høpi um alheims lógirnar skulu byrja seinni í ár, og væntast verða lidnar í 2013.

Heimasíðan hjá Umhvørvismálaráðnum skrivar, at »kyksilvur er tungmetall, sum sjálvt í sera smáum nøgdum ávirkar eitt nú innlæringarevnini hjá børnum. Tá kyksilvur ferðast yvir long strekki og upphópast í menniskjum og djórum, er talan um ein alheims trupulleika. Sjálvt um Danmark hevur nakrar av strangastu lógunum tá viðvíkur nýtslu av kyksilvuri, eru aheims lógir neyðugar til tess at minka sum útlátið av kyksilvuri í Danmark og ikki minst í Grønlandi og Føroyum, har kyksilvur longu nú finst í sera stórum nøgdum.«

Stutt fyri jól mæltu Pál Weihe og Landslæknin føroyingum frá yvirhøvur at eta tvøst og spik, orsakað av høga innihaldinum av júst kyksilvuri.