Martin, Laura, Petur Jacob og Bárður heiðraði

Í dag vóru tær fýra M.A. Jacobsen virðislønir handaðar í Müllers Pakkhúsi

Virðislønina fyri fagrar bókmentir fekk Martin Joensen fyri verkið »Lat meg goyma teg«.

Í grundgevingini verður sagt soleiðis: »Bókin saman við ljómfløgu er eitt savn við úrvaldum tekstum, tónum og tekningum, ið varpa ljós á virðismikla listaliga starvið, Martin hevur útint okkara millum, frá tí sangurin ?Svarti Ravnur? varð skrivaður og fram til henda dag«.

Laura Joensen fekk virðisløn fyri mentanarstarv hennara føroyskari list at frama.

Sum grundgeving fyri at lata henni hesa virðisløn varð sagt: »Í tríati ár hevur Laura ríkað okkum við list síni á palli. Ógjørligt er at nevna allar leiklutir hennara, men einmansleikir sum ?Feit og fregin? og ?Shirley Valentine? eru millum teir, sum skara framúr. Í Útvarpi Føroya hevur hon lagt valaverk úr hondum innan útvarpsleik og upplestur.«

Petur Jacob Sigvardsen fekk virðisløn fyri yrkisbókmentir og bókarøðina »Torvið í Føroyum.«

»Í bókaverki sínum gevur Petur Jacob okkum eina dygga søguliga og siðsøguliga lýsing av øllum teimum nógvu tættunum, sum søgan um torvið hevur í sær. Petur Jacob fevnir víða. Í verkinum verður greitt frá torvarbeiði í øllum bygdum landsins, eins og greitt verður frá frá søgu torvsins frá fyrstu tíðum, fram til nýggjari tøkni troðkaði torvtíðina burtur«, varð sagt í grundgevingini.

Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs 2007 fekk Bárður Oskarsson. »Teknarin og barnabókahøvundurin Bárður Oskarsson sýnir hugtakandi listarligt hegni, tá hann lýsir eina søgugongd«, varð millum annnað sagt í grundgevingini, tá virðislønirnar vórðu handaðar í Müllers Pakkhúsi seinnapartin.