við Havnar kommunu og SamVit tikið stig til eitt tiltak á Norðurbryggjuni við tí endamáli at fáa føroyingar við útbúgvingum, sum búgva uttanlanda, at flyta heimaftur. Hugsa vit um, at útbúgving hevur alt [...] ngin hevur gjørt alheimin til ein og sama arbeiðsmarknað. Í útheiminum eru stórar fakligar og persónligar avbjóðingar, og her eru ofta tey best løntu størvini. Tað er sostatt als einki løgið í, at tey [...] fólki við útbúgving at flyta heimaftur. Taka vit almenna sektorin fyrst, so er lítið at ivast í, at lønin hevur týdning. Alment starvsfólk við hægri útbúgvingum eru ikki serstakliga vællønt í í Føroyum í dag
hoyra vit um og síggja hvussu illa stødd nógvir av heimsins borgarum eru. Men samstundis vita vit eisini hvussu lítið er at gera við tað, tá ein er einsamallur. Hetta hava felagskapir, sum eitt nú Reyði [...] Danmarkar. Í bingjuni eru millum 4 og 5 tons av góðum klæðum. Suni Vinther, sum er formaður í Reyða Krossi sigur, at føroyska deildin einki hevur við at gera hvar hesi klæðini enda. ? Vit hava savnað tey saman [...] Restin verður lagt saman og pakkað í pappeskjur. ? Tá kvinnurnar eru idnar við sínar uppgávur, so koma menninir at pakka bingjuna, sum vit t. d. hava gjørt her, sigur Suni Vinther. Góður vilji at hjálpa
venjaran, men tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av, um vit rokna við, at tað eisini dryppar til hansara, um úrslitini eru góð. Um vit siga, at sigurin í Luksemburg kostaði FSF upp ímóti tvey hundrað [...] FSF hava teir Allan Simonsen fremst í huganum, nú teir arbeiða við, hvussu venjaraspurningurin skal loysast fyri komandi árini. Í Fótbóltssambandinum eru teir ikki í iva. Glæsiliga úrslitið í Luksemburg [...] heimadystunum, uttan mun til úrslitið í Russlandi. Tveir heimadystir eru á skránni undan summarfrítíðini, og tveir heimadystir eru á skránni stutt eftir summarsteðgin. Landsliðið skal spæla ímóti Sveis
skifta kós. -Skuldi vit valt samgongu umaftur, høvdu vit ikki gjørt øðrvísi, tí kanningin vísir eisini, at heilir 87% av okkara veljarum eru ímóti nývali. Tað taki eg sum at teir eru nøgdir við samgonguna [...] Vit hava ofta verið í eini lyklastøðu í føroyskum politikki. Og tað er mangt, sum bendir á, at vit koma at hava ein týðandi leiklut eisini í framtíðini. -Sámal Petur í Grund, formaður sjálvsstýrisfloksins [...] halda, at tað eru fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin, sum frægast kunnu loysa málið um framtíðarstøðu Føroya. - Hetta samsvarar væl við tað broyttu kósina í sjálvstýrismálinum, tí har hava vit altíð verið
gleðiboðskapur, nú stundar til jóla. Hetta eru av sonnum harmilig tíðindi at frætta. Eitt er tað reint kirkjuliga inntrivið. Men eisini fyri onnur eru halgidagar av stórum týdningi. Hetta eru dagar, tá flest [...] fyri ein, so hvørt sum pengar vanta í almennu kassunum? Heldur áttu vit at farið hinvegin: at fingið fleiri halgi- og merkisdagar, har vit kunnu savnast. Eg havi áður eftirlýst ein halgidag um heystið, t [...] Sjálvandi forðar hetta stuttskygdum búskaparvøkstri, men vit verða so nógv ríkari á annan hátt: sosialt, mentanarliga, menniskjuliga. Enn kunnu vit í hvussu er gleða okkum til tríggjar fragdríku jóladagar
ni eru ein onnur kelda til at fíggja privatu nýtsluna. Lánsbrævarentur lækkaðu Lánsbrævarenturnar eru nú lækkaðar í tríggjar mánaðir, sum tað sæst á myndini. 10-ára rentan er lækkað úr 4,18% til nú 3,69% [...] seinastu dagarnar merkt norsk partabrøv, sum eru sera tætt tengd at oljuprísinum. Av tí at oljan kann lækka nakað enn, mæla vit ikki til at keypa norsk partabrøv júst nú. Hesa vikuna Hesa komandi vikuna koma [...] um 3,5% seinastu tvey árini. Hesin vøkstur hevur í ávísan mun verið fíggjaður av frívirði í húsum. Nú benda hagtøl og álitistøl hjá m.ø. húsasmiðjum á, at bústaðarmarknaðurin er í fer við at kólna. Hetta
n er komin, tosa tey nógv um sparingar og fremja sparingar, og tað er hjá fólki ið eru illa stillaði frammanundan, og sum eru mest avhengig av tí almenna stuðilinum, at tey vilja spara uppá. Hví ? Verða [...] um at betra um sømdirnar hjá føroysku handverarunum ið enn eru í Føroyum, fyri at bremsa gongdini hjá handverkarum at fara uttanlanda. Tað eru so ómetaliga nógvar byggiverkætlanir ið liggja fyri framman [...] yvirliva. Hattar eru høgravendu flokkarnir. Tað tori eg at pástanda, tí tey avsløra tað. Tey avsløra tað við at tey hava ”staðið á høvdinum” fyri at fáa flatskattin til veruleika. Men nú tá flatskatturin
Kanada. Til samans eru 961 føroyingar, sum sigla uttanlands, nú vit taka tølini frá 2008. 512 eru í DIS, 299 í NIS og umleið 150 í Kanada og Grønlandi. Júst tølini úr Kanada og Grønlandi eru ikki heilt eftirfarandi [...] uttanlands eru næstan eins nógv verd. Hinvegin kunnu vit eisini staðfesta, at høvdu hesi fólkini rinda skatt í Føroyum, so hevði meiri peningur verið enn tær 320 milliónir krónurnar. – Vit hava ikki roknað [...] ella maskinmeistarar. Hesi tøl eru tikin frá DIS-skipanini, og gingið verður út frá, at tølini eru umleið tey somu í hinum skipanunum. Tann fimtingurin, sum er eftir, eru sjófólk, sum sigla antin sum dekkarar
ljósari í báðum endum. Onkusvegna ynskja vit okkum, at veturin ikki verður ov harður, og vit gleða okkum til várið, sum stundar til. Men, vit fáa einki vár, fyrr enn vit fyrst hava havt ein vetur - og oftast [...] veður. Vit hava havt nakað av kava, og børnini eru sloppin at skreiða. Hetta hevur verið forkunnugt í hesum veðurlagstíðum, har vit næstan vóru farin at stúra fyri, at kavin fór ongantíð at koma aftur. Jú [...] Vit kunnu avgjørt ikki kæra okkum um veðrið, sum hevur verið í januarmánaði í ár, nú hesin fyrsti vetrarmánaðin at kalla er liðugur. Meginpartin av mánaðinum hevur tað verið kalt, stilt og vakurt veður
- Tað eru hvørki matur, drekka ella sex, sum er frumdrátturin í menniskjanum. Tað eru skapanarevnini sum eru frumdrátturin í menniskjanum. Tað eru skapanarevnini, sum er lívsneistin, ið heldur okkum saman [...] Salthúsið til eitt mentanarhús og mikudagin bar tað stríðið á mál. - Vit kunnu øll frøast um, at hasar flottu toftirnar á Drelnesi, nú verða umskapaðar til livandi steinar, segði Ólavur Rasmussen. Tignarligur [...] leikað hart á. - Enntá fór allur heimurin fíggjarliga í kav, ímeðan vit arbeiddu við verkætlanini. Formaðurin í grunninum sigur, at nú farið verður undir byggingina, verður hildið fram við arbeiðnum at