4-5 tons av klæðum til neyðstødd

Ein av fyrstkomandi døgunum avskipar Reyði Krossur í Føroyum ein 20 fót bingju til Danmarkar. Í bingjuni eru millum 4 og 5 tons av klæðum, sum verða latin neyðstøddum

At tað er brúk fyri neyðhjálp er neyvan nakar ivi um.

Í tíðindasendingum bæði hoyra vit um og síggja hvussu illa stødd nógvir av heimsins borgarum eru.

Men samstundis vita vit eisini hvussu lítið er at gera við tað, tá ein er einsamallur.

Hetta hava felagskapir, sum eitt nú Reyði Krossur tikið til eftirtektar. Tey hava, sum alheims felagskapur at gera nakað við tað ræðuligu støðu hesi fólk eru í og hetta er eisini galdandi fyri føroyska partin av hesum alheims hjálparfelagsskapi.

Í eina tíð hevur felagsskapurin m.a. savnað inn klæðir.

Í Havn, Eysturoynni og í Suðuroynni hava staðið bingjur, har fólk hava kunna lagt klæðir í, sum tey ikki hava gleði av meir.


Senda 4-5 tons

Og so væl hava føroyingar latið frá sær, at ein av fyrstu døgunum sendir Reyði Krossur í Føroyum eina 20 fóts bingju til Danmarkar.

Í bingjuni eru millum 4 og 5 tons av góðum klæðum.

Suni Vinther, sum er formaður í Reyða Krossi sigur, at føroyska deildin einki hevur við at gera hvar hesi klæðini enda.

? Vit hava savnað tey saman, men tað verður upp til høvuðsdeildina í Geneve at gera av hvagar klæðini skulu.


Konnurnar

pakkað og sorterað

Suni Vitnher greiðir frá, at arbeiðsbýti er soleiðis, at tá bingjurnar verða tømdar, so verða øll klæðini savnaði á skrivstovuni hjá Reyða Krossi í Havn.

? Her ganga so eini 6 til 10 konufólk og sorterað klæðini. Tað sum verður metta at vera ov vánaligt verður burturbeint. Restin verður lagt saman og pakkað í pappeskjur.

? Tá kvinnurnar eru idnar við sínar uppgávur, so koma menninir at pakka bingjuna, sum vit t. d. hava gjørt her, sigur Suni Vinther.


Góður vilji at hjálpa

Suni Vinther letur væl at viljanum at hjálpa.

Týskvøldið hevði hann fingið nakrar aftrat sær at fylla í bingjuna, og vistnokk onkran, sum ikki hevur verið við fyrr. Tí ráddi um hjá honum at fáa navnið á viðkomandi og telefonnummar, so hann kundi fáa fatur á honum, tá brúk var fyri honum aftur.

? Tað verður gjørt eitt stórt arbeiði. Vit savna ikki bara inn í meginøkinum, Havnini og Eysturoynni, men eisini í Suðuroynni.

? Á Tvøroyri stendur ein bingja, og eisini har eru fólk røsk at leggja ymiskt í, sum tey sjálvi ikki hava gagn av longur, sigur hann.

Økið har suðuri er ikki so stórt, sum her norðanfyri og ikki so fólkaríkt, og tí er nøgdin av klæðum sunnanífrá ikki tann sama, sum norðanífrá, men tað er ikki tað týdningarmiklasta.

Bara viljin at hjálpa er til staðar, so er vón fyri tey, íð hava hjálpina fyri neyðini.