- Tað eru hvørki matur, drekka ella sex, sum er frumdrátturin í menniskjanum. Tað eru skapanarevnini sum eru frumdrátturin í menniskjanum. Tað eru skapanarevnini, sum er lívsneistin, ið heldur okkum saman.
Tað segði Ólavur Rasmussen, formaður í saltsilogrunninum seinnapartin mikudagin, tá ið hann gjørdi klárt til at at skriva undir skjølini sum endaliga staðfesta, at sermerkta salthúsið á Drelnesi nú skal byggjast til eitt mentanarhús á altjóða stigi.
Jú, mikudagurin 13 november 2013 var ein søguligur dagur í Suðuroy.
Hendan dagin varð nevniliga greitt, at ætlanin at gera sermerkta salthúsið á Drelnesi til eitt mentanarhús á altjóða stigi, verður veruleiki.
Mikudagurin 21. november verður eisini ein søguligur dagur í Suðuroy, tí tá fer arbeiðið ígongd.
Og mánadagurin 26. januar 2015, verður eitt uppaftur størri søguligur dagur í Suðuroy, tí tá verður nýggja mentanarhúsið tikið í nýtslu.
Ein tungur burður
Men hetta hevur verið ein tungur burður, tí tað eru minst 10 ár síðani, at tankin um at gera salthúsið til eitt mentanarhús, varð fostraður.
Men tað vóru eisini tey, sum hildu, at húsið var bara til fortreð fyri menningini á havnalagnum á Drelnesi og sterkar kreftir, eisini í býráðnum, ætlaðu at ríva tað niður og tað ongantíð ov skjótt.
- Tað eru als ongar ætlanir um at varðveita salthúsið, staðfesti Tvøroyrar Býráð í brævi til fornminnisfelagið í 2000, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.
Men kreftir, sum sóu støðuna øðrvísi, hildu, at tað kundi ikki bera til, at hetta sermerkta húsið, sum er eindømi í okkara parti í heiminum, skuldi javnast við jørðina.
Einar Larsen í fornminnisfelagnum á Tvøroyri, er nevndur sum ein undangongumaður at varðeita Salthúsið og tað eydnaðist.
Síðani hevur verið arbeitt við hugsjónin um at gera Salthúsið til eitt mentanarhús og mikudagin bar tað stríðið á mál.
- Vit kunnu øll frøast um, at hasar flottu toftirnar á Drelnesi, nú verða umskapaðar til livandi steinar, segði Ólavur Rasmussen.
Tignarligur verji
Men tað er eisini lagt nógv fyri í royndunum at fáa tað at eydnast.
Tað eydnaðist at fáa fyrrverandi forseta Íslands, Vígdis Finnbogadóttir, at vera verji fyri ætlanini.
- Tað var ein leiklutur, hon játtaði at átaka sær so tíðliga í verkætlanini, at fá vistu um hana og fáa høvdu álit á, at hon varð veruleiki, segði Ólavur Rasmussen.
Verkætlanin kostar 58 milliónir krónur og tey, sum hava fíggjað hana, eru grunnurin hjá Maersk í Danmark, danski staturin, sum hava fíggjað við 20 milliónum í part og føroyski landskassin, sum hevur fíggjað við 18 milliónum.
- Uttan hesa fíggingina var ikki hugsingur um at fremja verkætlanina í verki, segði Ólavur Rasmussen.
Á samkomuni í skúlanum í Trongisvági mikudagin, ásannaði hann, at hesi 10 árini hevur mangan leikað hart á.
- Enntá fór allur heimurin fíggjarliga í kav, ímeðan vit arbeiddu við verkætlanini.
Formaðurin í grunninum sigur, at nú farið verður undir byggingina, verður hildið fram við arbeiðnum at leggja innihaldi í nýggja mentanarhúsinum til rættis.
Á samkomuni mikudagin handaði Tvøroyrar Kommuna Saltsilogrunninum skeytið upp á grundina, salthúsið stendur á, sum er 10.000 fermetrar til støddar.
- Vit kunnu fegnast um, at salthúsið í Drelnesi, sum var ein ídnaðarkollvelting, tá ið tað varð bygt, nú verður endurreist sum ein mentanarlig avbjóðing hjá okkum øllum somlum, sigur Ólavur Rasmussen.
Sjálvur dylir hann ikki fyri, at hann er glaður og takksamur fyri, at verkætlanin nú verður veruleiki.
800-1000 fólk
Í Mentanarhúsinum, Samtak Altjóða List og Tónleik, stytt SALT, eru sitipláss til 800-1000 fólk.
Tá ið arbeiðið varð bjóðað út, vísti tað seg, at tað fór at verða nógv dýrari enn tær 58 milliónirnar, sum eru játtaðar til endamálið.
Tískil varð útbjóðingin ógildað og síðani varð arbeiðið bjóðað út av nýggjum, men var eingin sum bjóðaði upp á tær stóru arbeiðstøkurnar.
Síðanu hevur verið samráðst við ymsar arbeiðstakarar og nú er semja funnin um at byggja eitt mentanarhús og at fáa pengarnar at passa.
Ólavur Rasmussen sigur, at húsið er skert við tað, at ein síðubygningur, sum upprunaliga skuldi vera, er spardur burtur.
Men ikki øll eru so kedd um tað, tí tey halda, at sermerkti høvuðsbygningurin betri til sín rætt, nú hann ikki verður forstýraður av einum síðubygningi.
Somuleiðis hava tey slept ætlanini um at spreingja kjallara undir húsið til goymslur og annað.
- Alt tað hevur spart okkum ein hóp av pengum, sigur Ólavur Rasmussen.
Men hann leggur dent á annars er bygningurin ikki nortin innan, tí tað sermerkta rúmið er tað sama bæði við útsjónd, ljósi og ljóðburði.
Sjey arbeiði
Tilsamans verða sjey tað arbeiðstakarar um at byggja verkætlanina, tríggir úr Suðuroy og fýra norðaneftir.
Og seinnapartin mikudagin vórðu sáttmálar skrivaðir við allar sjey arbeiðstakararnar um at gera arbeiðini
Teir sjey arbeiðstakararnir eru TG verk, sum hevur tað stóra arbeiðið at innilokað húsið og smíða innan. Martin í Nesi, í Nesi í Hvalba, skal mála, Tangavirkið í Vági ger luftreinsiskipanina, Klima í Sandavági ger stýringarnar í sambandi við hita og luftreinsiskipanina, Renovent í Hósvík, ger hita og sanitetarbeiðið, El Service á Skála ger el-arbeiðið og múraraarbeiðið ger Svend Roest á Tvøroyri.
Albert Isfeldt er arkitektur, Preben Hansen hevur ráðgivið í sambandi við berandi konstruktiónirnar og Martin Leo hevur ráðgivið í sambandi við hvs og KJ Elráð í Klaksvík hevur ráðgivið um elarbeiðið.
Í nevndini fyri Saltsilogrunnin, sum hava fyrireika byggingina sita annars Ólavur Rasmussen, Juanna Schrøter Joensen og Christian Mejdahl, fyrrverandi fólkatingsmaður og formaður Fólkatingsins, og føddur á Tvøroyri.
Í bygginevndini sita Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Edmund Joensen, fólkatingsmaður, danskarin, Ib Skotte, er formaður í bygginevndini, Mads Guttesen í Havn og Rúni Heinesen í Klaksvík.