Sum væntað, og sum umrøtt í seinasta marknaðarráki, vóru leiðandi renturnar í Evropa og Danmark lækkaðar í farnu viku. Bæði evropiski miðbankin og danski tjóðbankin avgjørdu at lækka leiðandi renturnar við 0,50%-stigum. Danska diskontoin er nú 2,00% og hetta er lægsta stig í útvið 200 ár. Rentulækkingarnar koma av, at stóru búskapirnir í Evropa eru í kreppu, og at evran samstundis er áleið á hægsta stigi, síðani evrusamstarvið varð sett í verk í 1999. Fyri at stimbra búskapirnir og forða fyri at negativa gongdin heldur áfram vóru nevndu stig tikin. Rentulækkingarnar koma at viðføra, at eisini føroysku peningastovnarnir fara at lækka teirra rentur.
Partabrøv hava sum heild staðið seg væl seinastu vikuna. Kortini hava tíðindir um, at amerikanska virðisbrævaeftirlitið er í ferð við at kanna roknskaparframferðina hjá IBM, havt ávirkan. IBM hevur sjálvt borðið tíðindini og avsannar, at nakað óregluligt er farið fram. Tíðindini hava tó merkt marknaðirnar, tí hesir hava verið bangnir um, at gølurnar frá seinasta summari fara at endurtaka seg. Kursurin á IBM er fallin um 10% síðani tíðindini vóru borðin. Tíðindini hava ikki havt stóra ávirkan á norðurlendsku partabrævamarknaðirnar.
Umframt tær leiðandi renturnar, eru eisini lánsbrævarentur á metlágum stigi í løtuni, og spurningur má tískil setast, um gongdin við lækkandi rentum fer at halda áfram. Viðvíkjandi leiðandi rentunum er sannlíkindi fyri enn lægri rentum, so leingi evran er á høga stiginum og so leingi greið tekin um betraða búskapargongd ikki eru tilstaðar. Lánsbrævarenturnar kunnu eisini lækka meira, men hesar eru um at náa markið, og tá tekin koma um at bjartari sær út í búskapunum, vilja hesar hækka aftur. Hetta verður to ikki fyrr enn eftir summarfrítíðina. Tískil eigur ein at vera varligur, tá lánsbrøv skulu keypast komandi tíðina.
Partabrævamarknaðirnir liggja framvegis á einum høgum stigi og roknast skal tí við, at partabrævaíleggjarar kunnu staðfesta vinning av teirra partabrøvum. Tískil kunnu marknaðirnir tíðum vera eitt sindur óstøðugir. Verður hugt eftir seinnu hálvu av 2003, kunnu marknaðirnir fara at standa seg hampuligt, men hetta er tengt at hvussu búskapirnir fara at roynast.