teininum er tað triðihvør tilmeldaði, sum er nýbyrjari. – Tað er at fegnast um, at vit hava gjørt eitt tiltak, sum tey hava huga at vera við til. – Vit vænta, at flestu teirra fáa blóð upp á tonna og fara at [...] luttakarum man tað vera um tað lagið, at Royal Run verður heimsins størsta rennitiltak í 2018 og eitt av størstu rennitiltøkum yvirhvøur, heldur hann. Hvussu stórt tað verður, vil hann tó bíða við at siga, til [...] honum. Hon fer tó at renna 10 kilometrar. Seinni seinnapartin kemur krúnprinsurin til Keypmannahavn, og har er tað hansara túrur at renna tann langa teinin. Jakob Larsen hevur givið gætur, at nógvir av
FK og BR. Hetta eru handlar, sum eru víða um í landinum og har tað ber til at fáa mat, klæði og leikur, sum er tað, ið størstur tørvur er á um jólini. - Handlarnir hava verið ógvuliga beinasamir at lata [...] jólahjálp í ár og av teimum vórðu 360 umsóknir játtaðar og 40 vórðu havnaðar. Orsøkin til at summar umsóknir ikki vórðu gingnar á møti, var, at antin tí, at talan var ikki um barnafamiljur, ella tí at inntøkan [...] m. Tað eru fløgur, Steintór Rasmussen í Klaksvík hevur latið. Hann hevur verið íðin at stuðla tiltakinum og fyri tað, handaði Í menniskjum góður tokki, honum ein glaseingil frá Mikkalinuglasu. Tað hevur
ljóðføri, og royndirnar eru, at flestu teirra, ið byrja, halda fram. - Suzuki-frálæran sigur, at best er at byrja so tíðliga sum gjørligt, tað vil siga, tá ið børnini eru um 4 ára gomul til violin og 5-6 ár [...] tónleiki og royna síðan at eftirlíkna tað, tey hava hoyrt, á egna ljóðførið uttan at brúka nótar. Tá ið nøkur ár eru liðin, læra næmingarnir eisini at spæla eftir nótum. Umframt frálæru í ljóðføri, og tí sum [...] nógv spennandi tilboð til teir ungu borgararnar í kommununi. Tað ber til at læra at spæla uppá flestu ljóðførini, men tað er treytað av, at pláss er. Komandi skúlaár ræður skúlin yvir 230 læraratímum,
innrættaður til tað endamál, sum feløgini í Vinnuhúsinum hava, sigur Marita Rasmussen. Tá nýggju húsini standa liðugt verður tað gjørligt hjá lesandi at sita og arbeiða í styttri tíðarskeið, eins og limir skulu [...] undirfeløg hava út við 40 sáttmálar at røkja og samráðast um. - Tað er sera týdningarmikið at hava góðar umstøður til drúgvar fundir umframt at annað virksemi í húsinum kann fara fram ótarna, meðan samráðingarnar [...] Annars verður virksemi í húsinum tað sama. - Vit fáa betri umstøður til, at onnur t.d. lesandi kunnu húsast hjá okkum stytri tíðarskeið, og at limir í húsinum kunnu koma inn og arbeiða nakrar tímar, meðan tey
hvussu nógv bíligari tað er at ferðast sjóvegis, tá talan er um familjur, og tí velja fleiri og fleiri at ferðast sjóvegis, eisini um veturin. Harafturat ber tað jú eisini til at hava bilin við, tá tú [...] heim til Føroya at halda jól, er tað hugnaligt og lætt at koma heim við Norrönu. Áki Jespersen vísir á, at nógv verður gjørt burturúr at hugna um umborð á skipinum jólatúrarnar. Tónleikur og undirhald verður [...] hongt runt skipið, og hartil verður stóra matstovan opin jólatúrarnar. Veðrið hevur verið gott á seinastu túrunum hjá Norrönu, og vónar ferðafólkaleiðarin hjá Smyril Line, at tað sama fer at vera galdandi fyri
Tórshavnar Havn, sigur við útvarpið, at rørið er keypt úr Noreg í einari longd og er sleipað til Føroyar. – Tað hevur ligið uppi á Sundi, har vektir eru settar á, og í nátt er tað sleipað til Havnar, segði Jónsvein [...] við útvarpið. Orsøkin til, at nýggj rørleiðing skal leggjast er útbyggingin av Tórshavnar Havn. Rørið verður søkt niður á botn, og sambært Jónsvein Lamhauge vænta teir at verða lidnir við arbeiðið í morgun
hugflogi og góðum hugskotum. Hann vísir á, at hesi næstu sjey árið fer hetta at kosta einar 700 milliónir krónur, men hann heldur, at tað er væl sloppið. - Er tað hetta, sum skal til fyri at venda gongdini [...] samd um, at størsta samfelagsliga avbjóðingin hjá Føroyum yvirhøvur, er at venda gongdini og at fáa fólkatalið aftur at veksa. Úrslitið var, at í heyst varð ein skjóttarbeiðandi nevnd sett at útgreina [...] m við tað, at so nógv fólk flyta av landinum og ikki flyta heimaftur. Taka lógvatak Men hvussu ætlar Johan Dahl at tryggja sær, at tað eisini ber til at fíggja øll tey nógvu átøkini, nevndin skjýtur upp
Frá reiðarínum verður sagt, at seld eru 700 tons av gulllaksafarsi til Noregs, og spennandi verður tí at vita, hvussu fer at hepnast hjá trolaranum at fáa hesa nøgd. Umframt at framleiða fars, er framle [...] Ætlanin er at framleiða fars bæði úr gulllaksi og svartkjafti. Fiskurin verður fyrst skorin til flak, fløkini verða reinsað fyri blóð og royggj, fara í farsmaskinuna, so fryst í 12,5 kilo blokkar og at endað [...] av heilfrystum gulllaksi, sum helst verða seld til Egyptalands, og áðrenn farið var aftur nýggjan túr, varð flakalinja sett umborð, eftiransingarbond, farsmaskina og pakkiskipan, ein íløga sum kostaði knappa
ráð eru til at taka, og vit arbeiða framvegis við, hvussu málið kann loysast. Skipasmiðjustjórin sigur seg í løtuni heldur ikki duga at meta um, hvussu langa tíð tað fer at taka, til Fram – og soleiðis eisini [...] heldur ikki. Eitt skip sum Fram vigar eini 700 tons, og tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at fáa skipið av aftur vogninum, tá vognur og skip standa soleiðis í sjóvarmálanum, sum myndirnar til [...] partvís farin av skinnaranum og kann hvørki dragast upp ella niður. Tískil sleppur Fram, sum annars skuldi á beding at gera okkurt smávegis, ongan veg, og tað sleppa Bakur og Stelkur, sum standa uppi á bedingini
føroyinginum av, fyri at finna út av, hvussu langt út um mark, tað ber til at fara. Spurnartekn varð sett við, um vit eru tolin, tá ið tað kemur til happing og ágang bæði hjá okkum sjálvum og øðrum. Fyriskipararnir [...] frá yrkis- og miðnámsskúlunum og næmingar frá Húsarhaldsskúla Føroya hava fingið høvi at luttaka á tiltakinum. Tiltakið byrjaði við, at Persson & Dahl framførdu sera áhugaverdar, hugvekjandi og til tíðir [...] uppsettir, skilt á tann hátt, at áskoðararnir ikki vistu, um tað var leikur, ella um tað var veruligt og aftaná leikirnar, settu leikararnir spurnartekn við, hvørji mørk verða bjóðað av. Við loyniupptøkum