700 børn fáa nú jólahjálp

Hesa vikuna fáa 360 familjur, sum eru illa fyri, jólahjálp frá í Menniskjum góður tokki

Í gjár fóru tey, sum standa fyri átakinum, Í menniskjum góður tokki, at senda jólahjálp til tær barnafamiljurnar, sum hava fingið játtað jólahjálp frá átakinum.

Tey vænta, at fríggjadagin hava tey seinastu fingið hjálpina í hendi.

 

Tað vóru einar 400 familjur, sum søktu um jólahjálp í ár og av teimum vórðu 360 umsóknir játtaðar og 40 vórðu havnaðar.

Orsøkin til at summar umsóknir ikki vórðu gingnar á møti, var, at antin tí, at talan var ikki um barnafamiljur, ella tí at inntøkan varð mett at vera ov høg, til at koma undir markið.

Annlis Bjarkhamar, stigtakari, sigur, at í teimum 360 familjunum, sum hava fingið jólahjálp, eru eini 700 børn.

Jólahjálpin er ikki reiður peningur, men gávukort í ávísum handlum. Gávukortini eru til handlarnar Berglon, SMS, FK og BR.

Hetta eru handlar, sum eru víða um í landinum og har tað ber til at fáa mat, klæði og leikur, sum er tað, ið størstur tørvur er á um jólini.

- Handlarnir hava verið ógvuliga beinasamir at lata avsláttur til Í menniskjum góður tokki og tilsamans táttar virðið á gávurkortunum, sum verða latin, í eina millión.

Hvussu stór gávukortini til hvørja familju eru, veldst um, hvussu nógv børnini eru, og, hvussu familjan annars er fyri.

 

Men familjurnar við teimum smærru børnunum fingu eisini eina fløgu við Trøllapæturi við í gávukortinum.

Tað eru fløgur, Steintór Rasmussen í Klaksvík hevur latið.

Hann hevur verið íðin at stuðla tiltakinum og fyri tað, handaði  Í menniskjum góður tokki, honum ein glaseingil frá Mikkalinuglasu.

Tað hevur átakið gjørt í nøkur ár fyri at takka onkrum, sum hevur gjørt eitt serligt arbeiði fyri jólahjálpina.

 

Tað vísir seg, at eftir fólkatalinum, hevur átakið fingið serliga nógvar umsóknir frá fólki í Norðoyggjum, men tey Í menniskjum góður tokki hava onga hóming av, hvussu tað ber til.

Nógvir umsøkjarar eru eisini stakir uppihaldarar og frá familjum, har uppihaldarin ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, eitt nú lesandi, fólk á forsorg, ella  fólk, sum hava sjúku at dragastr við.