700 tons av stáli føst á bedingini

Ísfiskatrolarin Fram, sum vigar eini 700 tons, stendur á vogninum og sleppur ongan veg, og uppi á bedingini standa ísfiskatrolararnir, Bakur og Stelkur, sum ikki sleppa av bedingini. Stjórin í skipasmiðjuni Mest, Mourits Mohr, dugir ikki í løtuni at siga, hvussu málið kann loysast

Tað sær ikki út av nógvum hjá tí, sum sær hesar myndirnar av bedingini á Skála. At síggja til er hetta ein vanlig sjón hjá teimum, sum búgva á vesturarminum á Skálafjørðinum – ella teimum, sum ferðast um hesar leiðir. Uppi á bedingini standa Bakur og Stelkur, og á vogninum í sjóvarmálanum stendur Fram, sum annars partrolar saman við Vestmenningi.
Men tað, sum her er hent, er ein stórur trupulleiki, sum eftir øllum at døma ikki kann loysast í eini handavend.
Vognurin, sum Fram stendur á, er partvís farin av skinnaranum og kann hvørki dragast upp ella niður. Tískil sleppur Fram, sum annars skuldi á beding at gera okkurt smávegis, ongan veg, og tað sleppa Bakur og Stelkur, sum standa uppi á bedingini, heldur ikki.
Eitt skip sum Fram vigar eini 700 tons, og tað er sjálvandi ikki bara sum at siga tað at fáa skipið av aftur vogninum, tá vognur og skip standa soleiðis í sjóvarmálanum, sum myndirnar til hesa greinina vísa.

Veit ikki
Mourits Mohr, stjóri á skipasmiðjuni Mest, sum eisini eigur bedingina á Skála, sigur við Sosialin í morgun, at óhappið hendi í síðstu viku.
- Hendingin fór fram, tá vit skuldu taka ísfiskatrolaran Fram upp á bedingina. Vognurin, sum skipið stendur í, fór partvís av skinnaranum, og síðan hava vit arbeitt við, hvussu málið kann loysast. Enn er ikki greitt, hvørji ráð eru til at taka, og vit arbeiða framvegis við, hvussu málið kann loysast.
Skipasmiðjustjórin sigur seg í løtuni heldur ikki duga at meta um, hvussu langa tíð tað fer at taka, til Fram – og soleiðis eisini Bakur og Stelkur – sleppa av aftur bedingini.
Ymiskt hevur ljóðað um, hvussu skipasmiðjan kann loysa hesar trupulleikar, og eitt nú hevur onkur nevnt, at neyðugt er við stórum flótikrana úr útlandinum.
Tá vit spyrja Mourits Mohr, um hetta kanska verður loysnin, endurtekur hann, at teir arbeiða við at loysa málið og kunnu í løtuni ikki siga, hvør loysnin verður – ei heldur, nær væntast kann, at Fram fæst úr aftur vogninum aftur.
Hugsandi er, at ein stórur trupulleiki er, at vognur og skip standa í sjóvarmálanum, og tí er rættiliga nógv vekt á vogninum.

Ikki ov tungur
Mourits Mohr sigur, at nýggja bedingin á Skála, sum bara er nøkur fá ára gomul, eigur at kunna taka skip upp sum viga upp til 1200 tons, og tí skuldi bedingin væl og virðiliga kunnað tikið Fram upp, sum helst vigar eini 700 tons.
- Fram er eitt stórt skip, men eigur ikki at vera ov stórur til bedingina, leggur hann aftrat.
Skipasmiðjustjórin, sum hevur verið burturstaddur, síðan hendingin á Skála fór fram, var júst aftur komin og staddur á Skála, tá vit høvdu hann í telefonini í morgun.
- Beint í løtuni er trupult at siga, hvussu vit kunnu loysa hetta mál, og júst nær tað verður loyst, endurtekur Mourits Mohr.
Á skipasmiðjuni Mest arbeiða í løtuni millum 110 og 120 mans.
Meðan ísfiskatrolarin, Vestmenningur, sum partrolar saman við Fram, bíðar eftir makkaranum, liggur hann við bryggju í Kollafirði.

Hanus reiðari
Sosialurin royndi í morgun at fáa eina viðmerking frá Hanusi Hansen, reiðara á Fram og Vestmenningi, men á skrivstovuni hjá JFK-Troli varð upplýst, at reiðarin verður ikki at hitta fyrr enn seinnapartin í dag.
Fram og Vestmenningur eru fyrrverandi Stígarklettur og Hádegisklettur, sum eru bygdir á Tórshavnar Skipasmiðju í 1988. Seinni eru teir eisini longdir á somu skipasmiðju.