Nýggju húsini hjá Vinnuhúsinum verða væntanti klár í juli. Vinnuhúsið hevur hildið til í Smærugøtu á Ternuryggi, men her vóru ikki umstøður til tað nógva fundarvirksemið, sum er í felagnum.
- Vinnuhúsið hevur seinastu árini húsast væl í Smærugøtu. Tó hevur tað víst seg, at umstøðurnar serliga til nógv fundarvirksemi, sum er í húsinum ikki hava verið nøktandi. Hetta er ein av orsøkunum til avgerðina um nýggjan fyrisitingarbygning. Nú fáa vit eisini ein bygning, sum er innrættaður til tað endamál, sum feløgini í Vinnuhúsinum hava, sigur Marita Rasmussen.
Tá nýggju húsini standa liðugt verður tað gjørligt hjá lesandi at sita og arbeiða í styttri tíðarskeið, eins og limir skulu hava møguleika fyri. Teir 40 limirnir hjá Vinnuhúsinum fáa betur arbeiðsumstøður millum annað til sáttmálasamráðingar.
Betur umstøður til samráðingar
- Fyrst og fremst munandi betri hølir til fundarvirksemi í húsinum. Serliga til sáttmálasamráðingar eru umstøðurnar ikki nóg góðar, sum nú er, sigur Marita Rasmussen.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløg hava út við 40 sáttmálar at røkja og samráðast um.
- Tað er sera týdningarmikið at hava góðar umstøður til drúgvar fundir umframt at annað virksemi í húsinum kann fara fram ótarna, meðan samráðingarnar eru, sigur Marita Rasmussen.
Annars verður virksemi í húsinum tað sama.
- Vit fáa betri umstøður til, at onnur t.d. lesandi kunnu húsast hjá okkum stytri tíðarskeið, og at limir í húsinum kunnu koma inn og arbeiða nakrar tímar, meðan tey bíða eftir øðrum, um tey hava tørv á tí, men annars verður virksemið tað sama, sigur hon.
10 fólk starvast í Vinnuhúsinum og felagið hevur 40 limir.
Fakta:
Vinnuhúsið er felagsheitið fyri virksemið hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, teirra limum og teimum vinnufeløgum, sum eru knýtt at Vinnuhúsinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag rekur Vinnuhúsið, og nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur yvirskipaðu ábyrgdina av virkseminum í Vinnuhúsinum. Stjórin er settur av nevndini í Føroya Arbeiðsgevarafelag og hon tekur sær av dagliga rakstrinum av húsinum.
Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini. Felagið veitir limunum ráðgeving og tænastu á ymiskum økjum, t.d. starvsfólkaviðurskiftum, leiðsluviðurskiftum, sáttmálaspurningum og lógum og reglugerðum á vinnuøkinum.









