málverjunum í landinum, legði verjuspælið soleiðis ein sterkan botn undir sigrinum. Trygdin í verjupartinum merkti eisini, at Kyndil kundi spæla trygt og disciplinerað í álopspartinum. Í øllum førum [...] hendi tó bert í hesum støðum, har liðið ikki longur hevði nakað at missa, og hetta er langt ífrá fyrsta ferðin, at so er hjá Neistanum í vetur. Í eini endurbyggingarfasu, sum liðið er í, er tað eingin [...] Durhuus hevur ofta tikið tung tøk í vetur, men hesa ferð tóktist hon ikki hava orkuna til at halda Neistanum í dystinum. Tað bøtti um, tá hon eftir steðgin slapp at hvíla í verjustøðum, men onkursvegna fekk
Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld kl. 19 [...] a verður í KFUK týsdagin 11. mars kl. 19.30. Holdið hjá Hera Joensen í Vesturkirkjuni og holdið hjá Hanusi Simonsen á Argjum. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Týsdagin kl. 19.30 í KFUM: Kristiliga [...] kl. 19 í FKUM: Tensing-kórið venur. Mikudagin 12. mars: Kaffi í KFUK eftir føstugudstænastuna í Havnar kirkju. Evangeliihúsið, Tróndargøta Fríggjakvøldið kl. 19.30 alheims kvinnubønardagur í Filadelfia
skuldi verið í Dímun, og hann kom ikki. Harvið endaði hesin parturin av Dímunar søgu. Aftur nærum vanlukka Tá ið eg var 12 ára gamal kundi aftur ein stór vanlukka hent í Dímun. Hetta var í samband við ræning [...] deyðavanlukku, hesa ferð í Dali. Pápi doyði sum áður nevnt í 1924. Men í 1927 giftist mamma aftur við Óla Jákup í Toft úr Dali. Hann festi ongantíð men virkaði tó sum bóndi í Dímun. Mamma sat sjálv við [...] hundurin hevði hildið í hana. Hesin hundur man hava fingið ein góðan bita fyri bragdið! Hans í Malthúsi druknaði Tað gingu tó ikki nógv ár, til feigdin aftur vitjaði í Dímun. Hetta var í 1931, tá ið 14 ára
undir hinari kreppuni fyrst í nítiárunum, har løgmaður í veruleikanum onki fekk gjørt uttan at ynskja fólki, sum stungu í sekkin, góða ferð av landinum. - Tað er ikki neyðugt í dag, men tað er tað, sum er [...] nøkur fá ár fram, í tíðina, kanska eini 20 ár fyri tær mest framrættaðu fyritøkurnar. - Men almennu kassarnir eru her í allar ævir og tí er tað bara tað almenna, sum kann átaka sær skuld í allar ævir. Tað [...] ganga undan og vísa á tað røttu leiðina í eini støðu, sum hesari og rætta leiðin er ikki at spara. Hann sigur, at sparingar fara sum ringar í vatninum. Koyrir tú minni í hýruvogni er tað onkur hýruvognskoyrari
síggja at vinnulívið í Suðuroynni og ikki minst í Vági nú aftur stendur í fullum blóma. Tað sigur okkum, at her enn eru góð vinnulívsfólk. Hetta vikuskiftið er jóansøkuhald í Vági. Tíðliga í 1920 árunum fóru [...] eigur tú so mong sporini, her vakst tú upp, her gekst tú í skúla, og her stóðst tú í læru. Tann, ið er vaksin upp við Krosslið og í Toftum og gingið í skúla á Oyralagi, hevur hvønn dag ferðast um stóran partin [...] ella so áttu sín leiklut í, at samfelagið, eftir vitleysu fíggjarligu framferðina í áttatiárunum, kollsigldi, situr nú í almennum álitisstørvum. Moralsku niðurgangs-tíðirnar í áttatiárunum við sínum skilaloysi
Føddur 14. juni í 1928 í Rosario í Argentina. Giftur tvær ferðir og átti seks børn. Deyður 9. oktober í 1967 í La Higuera í Bolivia. Í 1997 vórðu leivdirnar av Che fluttar til Santa Clara í Kuba. Útbúgvin [...] hesin reikaði hjálparleysur í frumskóginum í Bolivia, skrivar Patrick O'Donnell. Svikin av sínum egnu Kubanski søgumaðurin Jaime Suchlicki, ið starvast á lærda háskúlanum í Miami í USA, sigur, at lívið hjá [...] tjóðbankastjóri í Kuba. Tann búskaparpolitikkurin, sum hann stakk út í kortið, gjørdist ein vanlukka fyri kubanska samfelagið. Tað einasta, sum hann dugdi, var at berjast fyri kollveltingini so sum í Kongo og
tølini, sum hava verið frammi í Sosialinum fyrr í vikuni um gongdina í fólkatalinum og barnsburðartalinum í Suðuroynni, eru óhugnalig. Fyri fyrstu ferð í yvir 50 ár er fólkatalið í Suðuroy farið niður um 5 [...] 5.000 fólk og higartil í ár, er barnburðartalið farið niður í helvt afturímóti í fjør. Ikki minst í syðru helvt er støðan ein vanlukka, tí har er burðartalið fallið eini 75-80% afturímóti tí, sum hevur [...] ivast í, um hetta ikki er tað bera rukkulív. ? Landsstýrið hevur sjálvt lagt upp til, at byggja skipið nu. Tí í fjør vóru 60,5 milliónir settar av á langtíðarætlanini fyri komandi ár og 60 mió í 2001 og
vegleiðing um. Niðanfyri fært tú nøkur tøl, sum vísa, hvussu nógv søktu sær vegleiðing í LFÚ í 1998 og higartil í 1999. Í okkara skráseting er m.a. tilskilað, úr hvørjum londum viðskiftafólk ynsktu upplýsing [...] um útbúgvingarviðurskifti í alt - 750 fólk l998: Vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti í øðrum londum enn í Føroyum og Danmark - 58 fólk Vegleiðing um útbúgvingarviðurskifti í alt - 522 fólk l999: Vegleiðing [...] arbeiða eisini sum ráðgevarar í útbúgvingarviðurskiftum fyri LFÚ (Landsfelag fyri føroyingar í útbúgving). Arbeiðið sum lestrarvegleiðarar á hesum stovnum hava vit røkt í fleiri ár, og vit hava verið á
reiðar at rykkja út Bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt varð stovnað 13. mars 1979, tá ið 52 mans hittust í matarhøllini í Trongisvágs Skála og stovnaðu felagið. Í fyrstu nevndini sótu Steingrím Mørk [...] Felagið hevur útgerð liggjandi í Hvalba, á Tvøroyri og í Fámjin og bjargingarbáturin fer støð í Hvalba. Signar Olsen leggur dent á, at hóast tað eru tvey bjargingarfeløg í Suðuroy, er samstarvið ímillum [...] 35 metrar breiður og hann er helst tann einasti av hesum slagnum í landinum. Av tí, at hann onga skrúvu hevur, ber til at fara heilt í klettin við bátinum uttan at óttast fyri, at skaði hendir og at manningin
vinnarar í Stórtingsvalinum mánadagin. Framsóknarflokkurin og Carl I. Hagen fáa eisini eitt gott val, men flokkurin er fallin frá umleið 25 prosentum í veljarakanningunum í august til umleið 12 prosent í teimum [...] út til at gerast ein rein vanlukka. Miðflokkurin er í dag næststørsti flokkur á Stórtinginum við 16,9 prosent av atkvøðunum. Veljarakanningarnar hava givið teimum heilt niður í fimm prosent, men roknast [...] verið skilligt í hesum valdystinum. Serliga er tað tann minsti av teimum trimum, Vinstra, sum hevur havt ilt við at spæla við á liðnum. Í Noregi verður vanliga sagt at tá tveir limir í Vinstra hittast