sum fyrrverandi borgarstjóri til at ávara okkara fólkavaldu á løgtingi, í landsstýri og á fólkatingi ímóti at handla í óðum verkum í hesum álvarsmáli, tí tað hevur tikið umleið eina hálva øld at byggja upp [...] tilhoyrandi vinnuni - ein vinna, sum í dag er millum fremstu útflytarar Føroya, ið eisini hevur vunnið serrættindi og serprísir fyri sína sera høgu góðsku. Tey, sum eru vald í løgting og landsstýri, hava sjálvsagt [...] bæði vinna og kommunur í Norðoyggjum verða við skerdan lut, tí hesi fara at missa munandi av sínum fíggjarliga grundarlag. Tað ber ikki til at tosa um eina slíka avtøku uttan í góðari tíð frammanundan
kosta hvat tað kosta vil. Palestinar í Gaza hava havt møguleikan og hava fingið dyggan stuðul frá umheiminum, hjálp at byggja land, men stuðulin bleiv í stóran mun og í loyndum brúktur til krígs-tunnlar, [...] SJÁLVGJØRT ER VÆLGJØRT Tann 07. Oktober 2023 Leyp Hamas (Gasa) á Ísrael og framdu óbótagerðir mót sakleysum óvápnaðum menniskjum. Í gleðirúsi, - hugsa tær - í “gleðirúsi” , neyðtóku, drupu, brendu og [...] elendigheitini. Tað er so synd í okkum, fortel tað fyri øllum. Fjølmiðlarnir eru tíðinda-graðir og ynskja fangandi søgur, tykjast spæla við í Hamas pressuni og leggja vertin í sannleika. Ávísir samhugaðir
fólka- og blues festivali, sum verður í døgunum 2.-4. juli 2026. Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi í dag. Nana Rashid Hon vann Ársins Nýggja Jazznavn á DMA Jazz 2023. - Nana Rashid, framførir við sínum [...] norðurlendskum tóna, er hon vorðin ein av mest eftirspurdu sangarinnunum í Danmark. Hon syngur um at hoyra til og finna sítt pláss í heiminum, og tónleikurin er bæði sorgblíður og vakur. Swing King Basie [...] sum Fly Me to the Moon, Good Morning Blues, Every Day I Have the Blues. - Vit byrjaðu í smáum og komu væl frá byrjan í ár. Áhoyrarar og samstarvspartar tóku so mikið væl ímóti fyrsta festivalinum, at avgerð
eg altíð heima í juli mánað. Eg eri sum tjaldri, bara eg komi í juli og ikki á Grækarismessu, letur tað skemtandi úr Njál, sum heldur fram, - Mær dámar ógvuliga væl at lesa føroysk tíðindi og føroyskt tilfar [...] forbí. Tað er einans sjúka, ið kann forða mær í hesum, men tað er tíbetur ikki hent enn, sigur ein altíð positivur Njál Djurhuus. Hóast Njál Djurhuus býr í Norra, har hann ger arbeiði fyri Frelsunnar Herin [...] kanska ikki heilt óupplagt, sigur Njál. - Í setanarrøðuni royndi eg at leggja dent á søguna hjá ólavsøkuni. Eitt, sum er nokk so áhugavert, er, at eg eri føddur í Portgálinum sum ein av teimum heilt fáu
flogførini, sum vitja flogvøllin í Vágum. Varaleiðarin á flogvøllinum plagar at taka myndir av teimum, og leggur regluliga út á Internetið. Jákup Persson, varlaeiðari á flogvøllinum í Vágum, sigur, at hann fór [...] koma til Føroya við egnum flogfari at halda frí. Okkurt flogfar hevur staðið upp í einar fimm dagar, meðan fólk hava ferðast í Føroyum, greiðir hann frá. Jákup Persson greiðir frá, at hann herfyri tosaði við [...] Tey greiddu frá, at tey fyri 30 árum síðan hittust í Íslandi, og vóru nú á veg hagar aftur fyri líkasum at minnast aftur á aftur. Á vegum vitjaðu tey so í Føroyum, sum tey annars ongantíð høvdu komið til
vita um talv í Føroyum, og um hvussu tað gongst føroyskum telvarum uttanlands. Tú fært eisini atgongd til aðrar talvheimasíður í heiminum. Heimasíðan hevur stóran týdning fyri telvingina í Føroyum, og tað [...] talvfelagnum í Keypmannahavn við at fara inn á skakklubber. Inni á links finnir tú eina rúgvu av øðrum heimasí_um, eitt nú ta kendu og góðu heimasíðuna The Week In Chess, sum hevur fesk tíðindi hvønn dag [...] nú viðger Kasparov eitt talv hvørja viku. Tann 21. juni í ár hendi nakað kollveltandi innan talv. Kasparov leikti sín fyrsta leik ímóti heiminum. Í samstarvi við Bill Gates fór Kasparov undir hetta tiltak
Fuglfirðingar fáa nógv mest burturúr teimum íløgum, sum kommunan hevur gjørt í havnaløg. Tað staðfestir Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð Javnan verður tosað um, hvussu órættvíst [...] tí at allur innflutningur og útflutningur er um Tórshavnar Havn, sama hvaðani í landinum, útflutningsvøran kemur, og hvagar í landinum tann innflutta vøran skal. Tí hevur oftað verið tosað um at gera eina [...] eru tað báðar stóru havninar í Suðuroy, sum fáa minst burtur úr. Sjúrður Olsen vísir á, at býtt eftir fólkatalkinum, var inntøkan hjá ymsum havnum kring landið, hendan í fjør: Fuglafjørður 8.547 kr. Runavík:
Margretu drotning. Frá 1. januar í 2023 sleppa børnini hjá Joakim prinsi ikki longur at kalla seg prinsar og prinsessur. Tað hevur Margreta drotning gjørt av. Tað upplýsir kongshúsi í tíðindaskrivi. Tey fýra kongaligu [...] sum excelencer. Avgerðin hjá drotningini er í tráð við líknandi tillagingar, sum onnur kongshús á ymsan hátt hava gjørt seinastu árini, skrivar kongshúsið í tíðindaskrivinum. Ætlanin hjá drotningini er [...] børnunum, Heinriki prinsi og Athenu prinsessu í París. Kongshúsið kallar avgerðina um at taka teir fýra kongaligu titlarnar fyri eina nátúrliga eftir avgerðina í 2016. Tá varð boðað frá, at Christian prinsur
- Eg ivist í, um nakað skip, sum bara siglir í Føroyum, heldur hvílireglurnar. So avgjørdur er Lassi Borðoy, stjóri í Navit, sum er skeiðsfyritøka, ið millum annað bjóðar trygdar-og heilsuskeið til sjófólk [...] 77 tímar hvíld ella 11 tímar hvíld um samdøgrið. Samstundis er kravið, at onnur frívaktin skal vera í minsta lagi seks tímar. Lassi Borðoy vísir á, at hetta er høvuðsreglan. Sjálvandi ber eisini til at [...] at geva teimum frí. Skipið skal jú siglast, og tí er einasti máti at økja um manningartalið. Stjórin í Navit sigur, at tað, sum ofta hendir, er, at tá menn skulu skráseta sína hvílitíð, so verður lopið
in úr kappingini. Hetta góðtekur Tjóðveldi ikki. Tað sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í sambandi við tíðindi um, at Húsalánsgrunnurin m. a. hevur slept ætlanunum um at veita realkredittlán. [...] Hoydal, sum tí at seta løgmanni og fíggjarmálaráðharranum fyrispurningar um: Hvat er farið fram í málinum og í samskiftinum millum landsstýrið, peningastovnarnar og Húsalánsgrunninum? Hvat trýst pening [...] Tað var eitt sera týðandi stig, tá Tjóðveldi gjørdi avtalu við minnilutasamgonguna í fjør um at víðka heimildirnar hjá Húsalánsgrunninum. Bæði møguleikarnir at byggja lutaíbúðir, leiguíbúðir og lestraríbúðir