- Eg lati ikki ólavsøkuna fara forbí. Tað er einans sjúka, ið kann forða mær í hesum, men tað er tíbetur ikki hent enn, sigur ein altíð positivur Njál Djurhuus.
Hóast Njál Djurhuus býr í Norra, har hann ger arbeiði fyri Frelsunnar Herin millum misnýtarar, so er hann upptikin av Føroyum.
- Fyri tað fyrsta eri eg altíð heima í juli mánað. Eg eri sum tjaldri, bara eg komi í juli og ikki á Grækarismessu, letur tað skemtandi úr Njál, sum heldur fram,
- Mær dámar ógvuliga væl at lesa føroysk tíðindi og føroyskt tilfar, so tað geri eg hvønn dag. Júst nú fekk eg eisini bókina um Dollan, so hana gleði eg meg at seta meg niður við, sigur Njál.
Fyri trimum árum síðani skuldi Njál seta ólavsøkuna.
- Eg gjørdist heilt kløkkur, tá eg varð uppringdur og spurdur, um eg tímdi at seta ólavsøkuna. Eg hugsaði so um tað og kom fram á, at eg havi verið á fleiri enn 70 ólavsøkum, so tað var kanska ikki heilt óupplagt, sigur Njál.
- Í setanarrøðuni royndi eg at leggja dent á søguna hjá ólavsøkuni. Eitt, sum er nokk so áhugavert, er, at eg eri føddur í Portgálinum sum ein av teimum heilt fáu. Tí var Tinganes eisini at finna í røðuni, har eg siteraði bæði H.A. Djurhuus og T.N. Djurhuus, sum var mammubeiggi mín.
Frelsunnar Herurin fyllir nógv í lívinum hjá Njál.
- Á ólavsøku fer nógv tíð til Frelsunnar Herin. Eg plagi at standa her við Gamla Bókhandil at lýða á og tala. Júst Gamli Bókhandil hevur ein heilt serligan týdning fyri meg, tí her fekk eg mítt fyrsta arbeiði sum 13 ára gamal, har eg slapp at vera ørindadrongur fyri Gamla Bókhandil, sigur Njál.
Fyri Njál eru tað fimm øki, sum Njál metir vera týdningarmikil.
- Tað andaliga, mentanin, Løgtingið, ítrótturin og samveran, sigur Njál at enda.