Flogferðsla
Ymisk eru flogførini, sum vitja flogvøllin í Vágum. Varaleiðarin á flogvøllinum plagar at taka myndir av teimum, og leggur regluliga út á Internetið.
Jákup Persson, varlaeiðari á flogvøllinum í Vágum, sigur, at hann fór undir hetta ítriv fyri umleið einum ári síðan. Mestsum til stuttleika. Men tað hevur víst seg at hava áhuga ymsastaðni.
Tað kemur javnan fyri, at fólk ringir og spyr eftir myndum av ávísum flogførum, sum hava verið i Vágum. Ofta fólk, sum við privatflogfari hava verið framvið og vilja hava eitthvørt ferðaminni at vísa á.
?Tað eru summi, ið koma hendanveg, sum fegin vilja hava eitthvørt minni. So ein mynd, sum vísir, at flogfar teirra stendur á vøllinum, er altíð kærkomin, sigur Jákup Persson.
Sum rímiligt er, verða ikki øll flogfør, sum koma á vøllin, avmyndað. Tað er bara, um tað kemur eitt flogfar av slíkum slagi, sum ikki hevur verið fyrr, greiðir Jákup Persson frá.
Tað er hampiliga nógv ferðsla um flogvøllin í Vágum við smáum privatflogførum. Serliga um summarið.Tað eru fólk, sum hava ymisk ørindi, sigur Jákup Persson, varaleiðari á flogvøllinum i Vágum. Nógv millumlenda her á ferð víðari. Til Íslands fara nógv, og onkur fer so víðari. Onkur er bara og vendir, líkasum á eini útferð her norðanfyri, meðan upp aftur onnur beinleiðs koma til Føroya við egnum flogfari at halda frí. Okkurt flogfar hevur staðið upp í einar fimm dagar, meðan fólk hava ferðast í Føroyum, greiðir hann frá.
Jákup Persson greiðir frá, at hann herfyri tosaði við eini sveisisk hjún, sum steðgaðu á her á veg til Íslands við egnum flogfari. Tey greiddu frá, at tey fyri 30 árum síðan hittust í Íslandi, og vóru nú á veg hagar aftur fyri líkasum at minnast aftur á aftur. Á vegum vitjaðu tey so í Føroyum, sum tey annars ongantíð høvdu komið til, greiðir varaleiðarin hjá Statens Luftfartsvæsen í Vágum frá.
Til ber at síggja myndirnar av flogførunum við at fara á heimasíðuna www.slv.dk/vagar og síðan leita undir tíðindi.