felag, sum heldur til inni í Eysturoynni. Tað vóru nakrir ungir tónleikarar, sum tóku seg saman at stovna felagið fyri uml. tveimum mánaðum síðani og 28. okt. var ein kunnandi og innleiðandi fundur hildin [...] fundurin, sum verður í skúlanum í Leirvík, hevur til endamáls, at velja eina nevnd, sum skal standa fyri rakstrinum av felagnum. At viðtaka tær lógir, sum fyrireikandi nevndin hevur sett saman og soleiðis
betalir seg best, ber ikki til í Føroyum. Tað kemur at renna ímóti øðrum vindum, ið ikki kunnu metast í krónum og oyrum. OKKARA sjónarmið er, at samferðslumálaráðharrin eigur at gera eina ætlan fyri samf [...] samferðslulógina tey næstu 8-10 árini. Síðan eigur hann at fáa sær undirtøku fyri upphæddum og raðfesting fyri minst 2 triðingum av tinginum t.v.s. 3 stórum flokkum. Hettar verður gjørt í øðrum londum. Hettar [...] pakkar sín politik inn í nýggj orð. Tjóðveldi eitur nú fullveldi, frælsi eitur suverenitetur, stig fyri stig loysing eitur nú skipað loysing. Á ja, hevði William Heinesen vitað aftur í verðina? tey fínu
650 Toftir. Felagið fyri føroyskar fiskimenn í Canada, Svøríki, Danmark og Noregi. Limagjald 200 kr. um árið. Føroyingar í Noregi Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki [...] at siga frá CI-møguleikum fyri deyv børn og frá royndunum í Danmark. Fundurin er almennur. Aftan á verður møguleiki at seta fram spurningar um evnið. Foreldrafelagið Hoyrnin fyri deyv og tunghoyrd børn Tilhaldið [...] 16-18. Fríggjakvøld kl. 21-03 atgongumerkið fyri ikki limir 10 kr. Flogbóltur í Frydenlundskúlanum fríggjadag kl. 16-18 og svimjing kl. 18-19. Føroyskur skúli fyri børn leygardag, ólíka vikutal kl. 11-14.
viðgjørt heilt fyri seg. Síðan er ynski um at fáa laboratoriuteknologi til Føroya. Hetta er av týdningi, bæði fyri vísundaligar kanningar, framtíðar kliniskt arbeiði og kanska eisini fyri onnur øki (t.d [...] ymsir kanningarbólkar kundu booka seg inn ávísar tíðir til sjálvstøðugar kanningar. Í grein P.W.?s haldi eg meg skilja, at hann sjálvur ætlar at vera granskingarleiðari fyri øllum, sum har evt. skal fara fram [...] nærri. Hetta er tað enn lága støðið, sum tað mesta av genetiskari gransking er á. Eg skal vátta yvir fyri teimum, sum hava luttikið, at tilfarið ikki verður brúkt til nakra samlaða genetiska kortlegging.
endurtekur seg: Óli Breckmann hávirðir bøðilin Pinochet. Pinochet hávirðir bøðilin Franco, sum aftur hálovaði stórbøðilin Adolf Hitler. Hevur tú hug, Óli, so gev mær bara ta vanligu bukkuspannina fyri hesar [...] hesar reglur. Eg eri vanur við slíkt frá tær og klæðsekkdreingjum tínum. Fyri meg er tað eitt stórt pluss. Arnbjørn R. Thomsen
ið kemur so illa fyri í sínum heilt natúrliga ørindi at biðja sær konu. Og enn minni skemtiligt verður hetta, um nakað veruliga er um tað, at hetta er sambiðil sín, skaldið heldur fyri gjøldur. Um so øll [...] Mánakvøldið skipaði Landsbókasavnið fyri eini tiltaki í samband við, at henda vikan er norðurlendsk bókasavnsvika undir heitinum ?Skemt í Norðurlondum?. Í hesum sambandi hevur Martin Næs, landsbókavørur [...] úr ?Or mi Reyða?, um hvussu jól vórðu drukkin hjá Haraldi kongi Blátonn. Hetta kapittulið ber orð fyri at vera serstaka skemtiligt og varð upplestur úr tí á umleið 800 bókasøvnum í Norðurlondum samtíðis
motiv. Rannvá dylur ikki fyri, at sammeta vit list hennara við vanliga føroyska list, so er hetta rættiliga nógv øðrvísi. Hon leggur tó dent á, at ein má síggja myndirnar fyri at skilja tær. -Sær tú myndirnar [...] rættiliga tradionell. Framsýning í Føroyum Rannvá fer nú at gera seg lidnan á listaskúlanum í London. Hon hevur eisini í kvittanum at skipa fyri síni fyrstu framsýning í Føroyum. Nær tað verður vil hon tó ikki
leita sær úit í Havnardal, og hóast tað er eitt sindur óhøgligt fyri bæði viðskiftafólk og starvsfólkið, so ber tað saktans til at venja seg við nýggju umstøðurnar, heldur stjórin á Fiskasøluni, sum ikki [...] góður, og situr til okkara tørv, sigur Hans Joh. á Brúgv. Nú tit hava mist útsýnið, er ikki vandi fyri, at tit eisni missa visiónirnar? Nei, als ikki. Vit halda fram við somu orku sum áður. Umsetningurin [...] hevði verið fyribilsstjóri eina tíð. Ongar broytingar eru annars í bygnaðinum. Hevur tað týdning fyri viðskiftafólk tykkara, at fyritøkan er flutt í minni hølir og út í útjagaran av býnum? Tað er givið
teir komu inn í føroyskan sjógv og takkaðu íslendingum fyri seg. ? Men komnir undir land í Føroyum ringdi íslendska vaktartænastan til okkara, bara fyri at vita, um alt stóð væl til. Og beint, sum vit løgdu [...] r ikki hoyra talan um at fáa frá okkum. ? Vit sluppu heldur ikki at betala fyri streym og aðrar tænastur, vit høvdu brúk fyri. Og kokkurin, hann hevði ikki nógv at gera. ? Vit vórðu bodnir til breiðaborð [...] at teir høvdu fingið 20 milliónir í okkara peningi frá amerikanarum fyri at ?hýsa? Keiko hesa tíðina. Og nógvir teirra duldu ikki fyri, at teir hildu amerikanarar verða heilt óðar í høvdunum at offra so
?Vit fara at arbeiða fyri at varðveita frælsið til at selja. Teir, sum selja fisk, hava nú tikið seg saman í felag at røkja síni áhugamál. Abraham Hansen í Saltangará er ein av stigtakarunum til felagið [...] tað er týdningarmikið, at eisini teir taka seg saman í felag so at teir allir draga somu línu, og fáa eitt felags andlit úteftir - og sostatt verða førir fyri at geva ráfiskakeyparafelagnum eitt kvalifiserað [...] gjørdar. Hann sigur, at tað besta fyri fiskaseljararer, um tað verður fullkomiliga frítt at selja fiskin, har prísurin er bestur. ? Men vit vita, at táið onnur royna at forða fyri, at fiskur fer óvirkaður av