Hon er ung, hon er listakvinna, og hon gongur nýggjar leiðir. Rannvá Pállsdóttir Kunoy er er úr Havn, og hon er 22 ára gomul. Hesi seinastu 3 árini hevur hon gingið á listaskúla í London ?City & Guilds of London Art School?. Har fer hon upp til endaliga próvtøku komandi summar.
Rannvá er yngsta føroyska listafólkið, sum er við á stóru framsýningini, sum lat upp í Reykjavík herfyri. Hetta er eisini fyrstu ferð, at hon er við á eini framsýning - og hevur hon ikki færri enn trý listaverk við á framsýningini. Teir báðir íslendingarnir, sum hava valt út tey trettan føroysku listafólkini, hava mett listina hjá Rannvu so mikið spennandi og nýskapandi, at teir vilja hava hana at vera millum tey trettan listafólkini, sum hava verk á framsýningini.
Mannakroppurin
Rannvá hevur ikki áður havt framsýningar. Hon hevur viljað bíðað til arbeiðið kom uppá á eitt ávíst støði, og her sipar hon serstakliga til arbeiði sítt við mannakroppinum. Á málningadeildini á listaskúlanum í London hevur hon nevniliga valt at arbeiða við mannakroppinum burturav.
Tey trý listaverkini, sum Rannvá hevur á framsýningini í Reykjavík, eru koltekningar við motivum frá mannakroppinum.
Hon arbeiðir í løtuni burturvav við motivum innan úr mannakroppinum, og eru hetta verk hon gjørdi seinasta summar. Eitt varð gjørt eftir eini røntgenmynd og eitt hevði blóð sum motiv.
Rannvá dylur ikki fyri, at sammeta vit list hennara við vanliga føroyska list, so er hetta rættiliga nógv øðrvísi. Hon leggur tó dent á, at ein má síggja myndirnar fyri at skilja tær.
-Sær tú myndirnar, so eru tær sera friðaligar og ikki ógvusligar, sum tað kanska kann ljóða, tá tær verða umrøddar. Tað eru í veruleikanum heilt vakrar myndir leggur Rannvá aftrat, sum tó viðgongur, at hennara list við føroyskum eygum kanska kann tykjast rættiliga óvanlig, tí tað mesta, sum í dag verður gjørt av málningalist í Føroyum byggir á náttúru og landslag. Hon er sum so rættiliga tradionell.
Framsýning í Føroyum
Rannvá fer nú at gera seg lidnan á listaskúlanum í London. Hon hevur eisini í kvittanum at skipa fyri síni fyrstu framsýning í Føroyum. Nær tað verður vil hon tó ikki siga enn.
Kemur hon so heimaftur eftir lokna útbúgving?
-Eg skal hava eina endaliga framsýning her í London í juni í sambandi við mína útbúgving. Hvat so hendir er ikki gott at vita. Eg má royna meg fram, t.d. vita, um man kann fáa studiepláss, mála og vita, um tað ber til at selja og sleppa inn á gallaríir. Men sovorðið tekur oftani tíð.
Hon sigur víðari, at tað er heilt øðrvísi at sleppainn
á gallarí í London enn tað er í t.d. Føroyum og Danmark.
Rannvá letur heilsa øllum vinum og kenningum í Føroyum.