Hávirðing av einum bøðli

? ? ?

Fekk eitt kopi av Dagblaðnum frá 2. november, har Óli Breckmann á sín eyðkenda hátt lovprísar hópdrápsmanninum Pinochet. Eg troysti mær ikki at keypa slíkt blað, tískil kopiið.

Løgið, sum søgan endurtekur seg: Óli Breckmann hávirðir bøðilin Pinochet. Pinochet hávirðir bøðilin Franco, sum aftur hálovaði stórbøðilin Adolf Hitler.

Hevur tú hug, Óli, so gev mær bara ta vanligu bukkuspannina fyri hesar reglur. Eg eri vanur við slíkt frá tær og klæðsekkdreingjum tínum. Fyri meg er tað eitt stórt pluss.


Arnbjørn R. Thomsen