hjá FSV eru eins torførar, sum tær eru hjá B71. FSV eigur B68 og HB á útivølli og KÍ á heimavølli. B71 eigur VB og GÍ á útivølli og NSÍ á heimavølli. Í tungum sjógvi Tað hevur verið spælt í landskappingini [...] Einki er at ivast í, at KÍ fer at gera sítt fyri at mynda ein góðan og spennandi dyst. Men á Mølini á Eiði sást, at klaksvíkingar meiri ella minni eru sinniliga farnir í vetrarfrí. At tað í altjóða høpi [...] fyri at vera nakað. Aftur sunnudagin vóru dømi um hetta. KÍ tapti fyri aðru ferð í ár á EB/Streymi, og B71 sigurin á HB ber við sær, at HB hevur fingið eitt og B71 fýra stig í innanhýsis dystunum teirra
dansur Fólk, sum í einar fimm vetrar hava dansað í Látrahúsinum á Eiði, fara týskvøldið at stovna dansifelag. Stovnandi aðalfundurin veðrur á Látrinum klokkan 20.00. Hóast dansað hevur verið regluliga hesar [...] teimum møguleikum, eitt slíkt felag gevur. Eitt, sum tosað hevur verið um hesi árini, dansað hevur verið á Látrinum, er at fáa fólk úr eitt nú grannabygdunum uppí. Tað hevur tókst eitt sindur strilti, tí fólk [...] hetta eisini er teirra, um tey annara einki samband hava tann vegin uttan dansin. Føroyski dansurin á Latrinum byrjaði, tá Eiðis Fornminnisfelag, sum hevði keypt Látralonina, hevði sett húsið í stand. Hildið
ljóðað, at fyrrverandi venjarin á Skála, Eugen Voda, hevur verið upp á tal til onkran leiklut á Eiði. Inntil fyri stuttum var hann bæði málverji og venjari á Skála. Í Vágum og á Sandi bíða teir eftir, hvussu [...] stuðlarnir hjá KÍ verða kunnaðir, áðrenn avgerðin verður tikin um, hvør komandi ár skal standa á odda fyri KÍ. Vit skilja á lagnum, at nú er avgerð tikin um, at felagið skal hava nýggjan venjara. Stuðlarnir eru [...] Jóannes Jakobsen hevur nú verið venjari á Toftum í tvey ár. Tað gekk long tíð frá endanum av kappingarárinum í fjør, og inntil tað var greitt, at Jóannes fór at halda fram á Toftum. Enn hevur einki verið at frætt
hjá EB/Streymi ella VB er talan um so øgiliga nógv annað enn æruna, sum stendur upp á spæl, tá liðini hittast á Eiði sunnudagin. Gaman í kann EB/Streymur framvegis enda næst aftast og VB kann vinna bronsu [...] bert tvey umfør eru eftir. Fáar broytingar Tí kunnu bæði liðini helst fara fullkomuliga frígjørd inn á vøllin, og vónirnar eru sjálvandi, at hetta kann geva úrslit í hampuliga flótandi fótbóltsspæli frá
ein sigur, at tað eydnaðist B36 at taka metið frá HB. Sigurin á B36 var tann trettandi á rað hjá B36. Metið frammanundan, sum var tólv dystir á rað, átti HB. Upp og niður Um B71 ella FS Vágar skal flyta [...] sigrinum á Eiði varðveittu nú fyrrverandi meistaraliðið úr Vági møguleikan fyri at vinna Intertoto Cup plássið. Um B68 fær stig í Klaksvík, har teir seinastu trý árini hava tapt nógv, so verður bronsan á Toftum [...] B36arar, sum eiga bestu fótbóltsárini á, við til at mynda besta liðið. Tróndur Vatnhamar, Jan Guttesen, Klæmint Matras, Herbert í Lon Jacobsen, Kenneth Jacobsen, Jákup á Borg, Fróði Clementsen, Áki Mørk, Heini
triðaftasta plássinum, har teir hava ligið seinastu mongu umførini. VB hevði leikliga yvirvág í dystinum á Eiði sunnudagin, men EB/Streymur var allatíðina við, og seinasta partin av dystinum royndu teir at trýsta [...] punktum við at gera tað til 3-1. Tvey mál EB/Streymur kom á odda í fyrra hálvleiki, tá vongverjin í vinstru, Jákup Martin Joensen, var fyrri á eini langari sending enn málverjin hjá VB. Jákup Martin rundaði [...] Heimaliðið hevði dúvað meira upp á kontraspæl, men seinasta partin av dystinum royndu teir at trýsta. VB royndi eisini at halda leiðsluna, og tí duttu teir nakað aftur á vøllin. EB/Streymur hevði fleiri
barnamøti í »Fælles Fælleshuset« á C. W. Obel kollegium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Føroyska nærvarpið í Esbjerg Føroyska sendingin »v/Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 93,5 MHZ hvønn leygardag [...] familjuumstøður. Opin fundur sunnudagin kl. 17. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir [...] sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður, og FM 107,4 Aalborg
EB/Streymi. Trygvi Mortensen, sum áður hevur spælt við og verið venjari hjá NSÍ, er upp á tal sum nýggjur venjari á Eiði: ? Tað er rætt, at vit hava tosað við Trygva. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, men [...] tók liðið á seg í fjør, og at hann helt fram í ár. Hann hevur verið ein sera góður venjari fyri okkara lið. Vit skilja eisini, at hann gevst, men vit rokna við honum í framtíðini, sigur Magnus á Stongunum [...] okkum, sigur Magnus á Stongunum, sum gleðist um, at fótbólturin hevur so stóran áhuga í Sundalagnum, og at áhugin fyri EB/Streymi nú tykist røkka til bygdir, har tey áður hava tikið á við øðrum feløgum.
handað á Vágs eiði. So verður farið norður aftur til Havnar við Smyrli, og tað verður gjørt ikki so lítið burturúr. Ársveitslan verður leygardagin 13. oktober, men tað verður høvi at heilsa upp á spælararnar [...] eru góð við VB, at KÍ fer at gera sítt: ? Um vit skulu fáa fatur á bronsukrónunum og harvið á Intertoto Cup plássinum, so skulu vit vinna á B36. Vit rokna avgjørt við, at tað er møguleiki fyri tí, nú B36 [...] Miðvági vóru vit á odda 2?0, tá bara átta minuttir vóru eftir, men kortini taptu við 3?2. KÍ hevur ikki verið væl fyri í ár, men kortini hava vit tapt báðar dystirnar ímóti teimum. Serliga tapið á heimavølli
tað serliga var tann eini, sum skaraði framúr. Og rætt var, tá ið krovið varð hongt á vektina, kreyp hon líka upp á 58,5 kilo, ella 117 pund. Hetta er ein tvey ára gamal veðrur, sum hann hevur havt gangandi [...] tann trupulleikan kennir Elias onki til. Og so slett ikki nú á døgum, teir hava hava fingið viftu í hjallin. Ikki fleiri veðrar Hesin veðurin upp á 117 pund, er tann størsti, Elias nakrantíð hevur havt. Og [...] Seyðahald Mikkjalsmessa er farin aftur um bak og á Mikkjalsmessu var gamalt, at tá skuldi veðrarnir drepast. Enn eru tað mong, sum ikki hava slaktað, men nøkur hava. Ymiskt er, hvussu tað hilnast, men