Upptakt
Hvørki hjá EB/Streymi ella VB er talan um so øgiliga nógv annað enn æruna, sum stendur upp á spæl, tá liðini hittast á Eiði sunnudagin.
Gaman í kann EB/Streymur framvegis enda næst aftast og VB kann vinna bronsu, men hesir møguleikar tykjast dekan av teoretiskir, nú bert tvey umfør eru eftir.
Fáar broytingar
Tí kunnu bæði liðini helst fara fullkomuliga frígjørd inn á vøllin, og vónirnar eru sjálvandi, at hetta kann geva úrslit í hampuliga flótandi fótbóltsspæli frá báðum pørtum.
Um liðini er annars at siga, at tey eru í so at siga sterkastu uppstilling. Hjá uppflytarunum er tað bert Ronnie Samuelsen, sum kom til í summarsteðginum, ið er leikbannaður. Hann hevur fingið tvey gul kort, meðan hann hevur spælt við EB/Streymi, men harafturat skal leggjast eitt, sum hann fekk við B36 í fyrru hálvu.
Hjá vágbingum tykist sama fólkið vera tøkt, sum til dystin móti B71 fyri viku síðani. Tað frættist, at kanska onkur dreingjaliðsspælari eisini verður at síggja í hópinum, men í byrjunaruppstillingini verður neyvan talan um tær stóru broytingarnar.