føroyingar liva trygt her í landinum, uttan at gáa alt ov nógv eftir hvat hendir kring okkum. Útheimurin er útheimurin, og hann er ikki heima hjá okkum. Tað sum hendir í útheiminum hendir í útheiminum, og er so [...] sprottin úr. Tað er so gjøgnumseyrgað í vesturheiminum í dag, at arabarar eru annar klassi, meðan ísraelsmenn stríðast fyri sínum sjálvsagda rætti at búsetast aftur í landinum, teir mistu góð hundrað ár [...] rætti. Og vit eru ósek í at hugsa soleiðis, tí soleiðis eru vit uppald líka síðan krossferðirnar, tá víðgongd kristin, eins og útlendsku stuðlarnir hjá Bin Laden í dag stríðast í Afghanistan, fóru til Palestina
tey vóru áhugað í at fáa Dagbók Onnu Frank týdda til føroyskt. Forlagið tók væl undir, og Frida fór undir at týða á vári í fjør. - Týðingararbeiðið gekk seint í byrjanini, tí eg gekk í skúla samstundis [...] hollendskum. Frida hevur seinastu tvey árini búð í Hollandi saman við manni sínum, sum er úr Belgia. Tey búgva í Amsterdam, har hon lesur løgfrøði. Tíðliga í summar fingu tey ein son. Tað eru tvey ár síðani, [...] ár at týða fyrra helmingin í bókini, men eftir, at eg átti í summar, havi eg havt stundir til at týða bókina lidna, greiður Frida frá. Frida hevur lært hollendskt á málskúla í Belgia fyri góðum tveimum
Nú eru jólini við at vera í nánd og ringt er at skilja pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og [...] og vilt altíð hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Tú bleivst borin í heim 9. oktober 1934 á Oyrarbakka, tit vóru 6 systkin har tú var nr. 4 í røðini. Bert 11 ára gamal misti tú tína mammu, Elin Mariu Andreasen [...] á landi í 1981 ? tú bleivst sveisari og arbeiddi á Skála Skipasmiðju til september 1996, tá tú valdi at vera heima fyri at passa tína sjúku mostur. Hana passaði tú inntil hon í apríl 1999 doyði 90 ára gomul
fjaldu seg saman í Bakhúsinum í Amsterdam. Onkur hevði svikið tey. Sama dag bjargaðu hjálparfólk teirra øllum, ið Anna hevði skrivað. Anna Frank doyði í týningarleguni Bergen-Belsen í februar/mars 1945 [...] vit aldrin mugu gloyma. Anna skrivar í fyrstuni um seg sjálva sum eina væl umtókta gentu, um góðar vinkonur og troyttandi dreingir. Hon fortelur um flokkin, hon gongur í, dreingirnar og genturnar, vinkonurnar [...] allar tær strongu lógirnar, ið vórðu settar í gildi fyri jødar - líka til Margot 8. juli 1942 fær boð um at møta hjá SS. Yvir háls og herðar rýma tey og fjala seg í Bakhúsinum, har pápin arbeiðir. Anna Frank
nakað til. Abbi doyði í 1977, so í 1978 fekk Severin tað sama í arv sum hini systkini hjá honum, 35.000 krónur. Tá var Severin heldur ikki burtur. Teir tríggir menninir, sum fóru til Brasilia í heyst at leita [...] So tað er líka lítið í tí, sum í so mongum øðrum, sum er at lesa í hesum ótespiliga lesnaði. Tað mátti sagt eitt sindur um Severin sjálvan, at hann skal hava verið noyddur at flýggja til Brasilia undan [...] og brøðrum hennara. At Severin má flýggja 31 ára gamal í februar 1947 má vera nakað, hann sigur fyri at vaska hendur sínar. Mamma okkara doyði í september 1947, og tá fekk abbi foreldrarættin yvir okkum
vísir, at í 1941 vóru 53 børn í Gjáar skúla, og nú um aldaskiftið er skúlabarnatalið 3. Í kapitlinum um Fólkateljingar og Fólkatalsyvirlit er at finna áhugavert hagfrøðiligt tilfar, har m.a. gongdin í fólkatalinum [...] dansinum, har rithøvundurin í huganum leitar inn í roykstovuna á Gamla Fløtti 2. jólakvøld og tekur lesaran við sær aftur í forna føroyska mentan, sum enn var livandi við Gjógv í unglingárum hansara. Men [...] virkna felagslívið í bygdini hava stóran siðsøguligan og mentasøguligan týdning. Gamla tíðin 2 er í sjálvari sær ein stór bók, eitt mikið verk, sum nágreiniliga viðger so mong viðurskifti í søguni hjá gjáarfólki
lýst Argentina í undantaksstøðu fyri at fáa tamarhald á ófriðinum, sum hevur verið í Buenos Aires og fleiri øðrum býum seinastu dagarnar. Fólk í túsundatali hava gingið mótmælisgongu í gøtunum, eftir at [...] og sambært myndugleikunum doyði ein 15 ára gamal drongur í samanbrestunum. Aðrastaðni doyðu fimm fólk, tá tey vóru í ferð við at ræna handlar. Búskaparligu viðurskiftini í Argentina eru sera vánalig. [...] uttanlands, og stjórnin hevur sett sær fyri at halda avtalurnar um at rinda skuldina. Tað hevur borið í sær, at stjórnin hevur verið noydd at tátta búskaparpolitikkin nógv, og tað hevur elvt til ófrið. F
Hvat var í øllum hesum, dugi eg ikki at siga í dag. Salomon fortaldi, at hann í einum føri hevði varnast eitt mistak í eini stjørnufrøðiligari útrokning í álmanakkanum, skrivað til lærda háskúlan í Keypmannahavn [...] gingu hendur í favn í tveir mánar. Vit, sum gingu á Preliminer- og Studentaskeið Føroya Løgtings, vóru sostatt syndrað niður yvir tey arbeiðspláss, sum tá vóru í Føroyum. Genturnar stóðu í handlum ella [...] vinstrumegin inngongdina, í ovaru síðu á turkihúsinum. Inn hagar varð farið lønardag seinast í vikuni. Lønina fekk ein talda upp í ein tunnan, ljósabláan ella ljósagráan brævbjálva. Tá ið eg í dag hugsi um hesa
Hann doyði 1. mars 1995, sjeyti trý ára gamal. Hann var ein sjaldsamur maður í mangar mátar. Seyður var hansara eitt og alt. Uppi í Bakkageilini í Fuglafirði var seyðahúsið hjá Øra-monnunum. Her varð mangan [...] sum floytti sær í tí stillu hvirruni. Dalurin var eins og nýkaraður lagdur. Lá á gólvinum og seig purpurlittta morgunljósið í seg. Tað dimbláa lýsið í Djúpinum kráaði sína morgunoverturu í einum elligomlum [...] Mosarókum og datt niður á Kálvaslætta, har tað hvarv í tí foyma kavanum. Eyguni leitaðu sær yvir á Kalsoynna í Bugin í Á (Buniá). Har stendur ein steinur í hesum dali, og rópa fuglfirðingar hann fyri Sóls
Napoleon, ið er 6. Jórun arbeiðir í dag í einum handli í stórbýnum Rethenion. Hon selur gullvørur og hevur gjørt tað í mong ár. Jórun er fødd og uppvaksin í Gundadali í Havn. Hon er dóttur Napoleon og Ingibjørg [...] gullsmiði í Aios Nicolaos, einum býi á eysturstrond Kreta. Har var hon í fimm ár, til hon fór at arbeiða í Rethimnon, har hon hevur verið síðani. Handilin er ein av teimum stásiligastu og mest vitjaðu í allari [...] gullverd sum sølukvinna í stásiliga handlinum við gullvørum. Jórun arbeiðir frá apríl til endan av oktober og hevur so frí í fimm mánaðir. Jórun og Reno giftust í 94 og búsettu seg í lítlu fjallabygdini Prines