Um bókina »Horvin føroyingur«

Severin Strømsten hevur ongantíð verið horvin, øll hava vitað hvar hann var.

 

So tað er líka lítið í tí, sum í so mongum øðrum, sum er at lesa í hesum ótespiliga lesnaði. Tað mátti sagt eitt sindur um Severin sjálvan, at hann skal hava verið noyddur at flýggja til Brasilia undan pápa sínum 31 ára gamal. Og so at varta upp við lygnum og óndskapi, har hann skírir abba fyri at vera horbukk, drankara og húsbøðil, hvat hvørki vit, sum búðu har, ella oyrarfólk annars kenna nakað til. Abbi doyði í 1977, so í 1978 fekk Severin tað sama í arv sum hini systkini hjá honum, 35.000 krónur. Tá var Severin heldur ikki burtur.

Teir tríggir menninir, sum fóru til Brasilia í heyst at leita eftir Severin Strømsten, mundu hava eina lætta uppgávu, teir høvdu bæði adressu og telefonnummar við heimanífrá.

So kemur Gesturin í Sjónvarp Føroya, og tað er Grækaris Magnussen, sum sigur frá ferðini og sínum samrøðum við Severin. Millum annað skuldi Severin hava nevnt, at hann var bittur inn á systur sína, sum var deyð, at hon hevði livað eitt óvanligt lív. So sigur Grækaris Magnussen, at tað er dóttir hennara, sum er í øðini um bókina. Ja, Gud havi lov, at eg eri dóttir hennara og ikki dóttir Grækaris ella Severin.

Eg skal gera Grækaris púra greitt, at mamma okkara skal hava frið at liggja í sínari grøv, bæði fyri honum og brøðrum hennara. At Severin má flýggja 31 ára gamal í februar 1947 má vera nakað, hann sigur fyri at vaska hendur sínar.

Mamma okkara doyði í september 1947, og tá fekk abbi foreldrarættin yvir okkum, sum tá vóru 4 - 7 og 10 ára gomul, og vuksu vit trý systkin upp har hjá ommu og abba, og tað sluppu ikki øll í okkara støðu, so tað kunnu vit takka ommu og abba fyri. Vit høvdu ongan annan at halla okkum afturat, og vóru vit har til vit kundu klára okkum sjálv, men vit fóru væl áðrenn vit vóru 31 ár, og alt annað, sum Grækaris skrivar um oyrarfólk, er ókent fyri øll tey oyrarfólk, eg kenni, sum eg havi tosað við.

Ja, víst hevði abbi feilir sum vit øll onnur, men at hansara egnu synir vilja vera við til at hunddálka minnið um foreldur síni, tað er langt úti.

Lukkuligur er hann, sum livir eitt langt lív, og eingin plettur er á.