gjørd fyri heilsuverkið, og har er eitt tilmæli, at øll trý sjúkrahúsini fáa eina felags sjúklingaávísing. Tað merkir, at allir sjúklingar, sum skulu á sjúkrahús, verða settir á ein og sama bíðilista. Sum støðan [...] einasta rætta er at vit fáa ein felags bíðilista tí tað kann stytta bíðitíðina til fleiri viðgerðir og samstundis er tað eitt stórt stig á leiðini at gagnnýta sjúkrahúsini betri, sigur Sirið Stenberg. Hon [...] á sjúkrahús, á. Í aðru atløgu skal greiða fáast á, hvussu sjúklingarnir koma av aftur bíðilistanum og verða býttir sundur ímillum sjúkrahúsini. Sirið Stenberg sigur, at ein máti er at gera á sama hátt
aðalfundurin eisini at taka undir við tilmælinum hjá nevndini og rinda 20 milliónir krónur í vinningsbýti, svarandi til 2 krónur fyri partabrævið á 20 krónum. Eini 70 fólk vóru á aðalfundinum hjá bankanum. [...] mælt til, at Stine Bosse, forkvinna, Rúni Vang Poulsen, næstformaður, Jógvan Jespersen, nevndarlimur, og Súsanna Poulsen, nevndarlimur, vórðu afturvald. Sostatt er eisini líkt til, at Stine Bosse heldur fram
Í gjár spældu B36 og Víkingur javnleik 3-3 í 2. umfari í Effo-deildini. Andreas Lava Olsen skoraði øll trý málini fyri Víking, meðan Hanus Thorleifsson, Jákup á Borg og Ibrahima Camara skoraðu málini fyri [...] Samandráttur B36-Víkingur 3-3 B36-Víkingur 3-3 (2-3) 0-1: Andreas Lava Olsen 3. 1-1: Hanus Thorleifsson 20. 1-2: Andreas Lava Olsen 26. 2-2: Jákup á Borg 34. 2-3: Andreas Lava Olsen 42. 3-3: Ibrahima Camara
til at síggja øll sjey málini í ferðmikla og spennandi dystinum millum KÍ og HB, sum endaði við 4-3 sigri til gestirnar úr Havn. KÍ var annars á odda bæði 2-0 og 3-2, men tað endaði við, at HB vann 4-3.
ing og frímerkjasølu, sum í fjør gav eitt avlop upp á 18,2 mió. kr. Næsta er pakkar, peningaflutningur og útbering av reklamum, sum gav eitt hall upp á 20,5 mió. kr., meðan triðja økið er frakt og sku [...] stovnin, og hetta gerst eftir øllum at døma ikki, uttan at broyta sáttmálarnar hjá einum parti av starvsfólkunum, postboðunum, ið arbeiða eftir eini akkordskipan. Ein skipan, ið bæði postverksstjórin og starvsfólk [...] 676.000 kr. í avlopi og munandi vánaligari enn í 2005, tá avlopið var 4.278.000 kr. - Fleiri strategiskar avbjóðingar eru fyri framman. Tann fyrsta er gera útberingina smidligari, og tað næsta er at endurskoða
Liverpool í Premier League samanhangi. Heimaliðið vann 1-0 og kreppan í Liverpool sæst aftur, eftir tríggjar sigrar upp í slag til Jurgen Klopp og hansara menn. Oddaliðið Arsenal spældi javnleik á útivølli [...] feløgini. Leicester City hevur vunnið stevið aftur og Aston Villa vann í fyrstu royndini uttan Steven Gerrard. Størstu krepputeknini eru Leeds United og Wolverhampton, meðan West Ham óvæntað bara er tvey [...] er í kvøld millum júst West Ham og AFC Bournemouth. 1 Arsenal 11 9 1 1 25:11 28 2 Manchester City 11 8 2 1 36:11 26 3 Tottenham 12 7 2 3 23:14 23 4 Newcastle 12 5 6 1 20:10 21 5 Chelsea 11 6 3 2 16:11 21
at siga nakað – og vit hava heldur ikki vitað, hvat er hent. – Vit eru takksamir fyri at vit hava havt hvønn annan at styðja okkum til og vit eru takksamir fyri stuðulin frá familju og arbeiðsgevara. Manningin [...] partur av hesi ræðuligu hending og nakrir av okkum hava verið noyddur at fara heim. Vit eru takksamir fyri hjálpina, vit hava fingið frá sálarfrøðingum og frá sjálvbodnum og vit vóna, at tað verður skjótt [...] fara til arbeiðis aftur og fara undir ein vanligan gerandisdag aftur. – Í hesum syrgiligu døgum leggja vit eisini dent á, at íslendingar hava ikki broytt verumáta ímóti okkum – og hann hevur altíð verið
Eftir tvey umfør hava Víkingur og HB 4 stig, B36, NSÍ, KÍ, Skála og ÍF hava 3 stig, B68 hevur 2 stig og TB og AB hava 1 stig. 3. umfar Leygardagin 19. mars NSÍ-Skála Sunnudagin 20. mars B68-B36 ÍF-Víkingur [...] Mouritsen, sum spældi Rók Jespersen leysan og so var 1-0, og bara lítla løtu seinni bríkslaði Lars Múller fyri hálvleiki. Eftir steðgin vísti Vkingur framúr góðan hugburð, og stutt undan dystarloki eydnaðist tað [...] er mangt, sum bendir á, at talan verður um tætta og javna landskapping. Nú punktum er sett fyri annað umfar, er tað einki lið, sum hevur fulla úrtøku, og øll liðini hava vunnið í hvussu so er eitt stig
alkoholikarum og rúsevnisnýtarum og fyribyrging verða við á ráðstevnuni, har teir fara at halda fyrilestrar og greiða frá. Frágreiðingar og orðaskifti verða um serliga viðgerðarháttin í Íslandi, og løgd verða [...] Íslandi hevur í ár 20 ár á baki, og í tí sambandinum verður stór ráðstevna í Reykjavík 16. til 18. oktoober um rúsdrekka og onnur rúsevni. Rástevnan er opin fyri øllum áhugaðum, og evnini verða viðgjørd [...] meginlandinum og úr USA og Kanada. Fyrilestahaldararnir verða úr ymiskum londum. Fleiri íslendskir serfrøðingar av ymsum slag fara at greiða frá royndinum við íslendska viðgerðarmátanum, og hvussu hann er
Apartment Lounge í Kastrup og altíð tvey stykkir av viðføri ókeypis við í flogfarið. Nýggja skipanin er sett í verk eftir, at SAS koyrdi Atlantic Airways úr gomlu Eurobonusskipanini, og tørvur var á at gera [...] okkum. Hetta er líkt tí skipanini, ið vit høvdu við SAS og sum øll onnur hava, sigur Jóhanna á Bergi. Av tí, at talan er um eina nýggja skipan, og at felagið bleiv koyrt úr gomlu skipanini, so hevur tað [...] - Ein og hvør sum ferðast nógv kann fáa Merkið. Harumframt hava nakrir stjórar ella umboð hjá feløgum, ið eru stórir kundar hjá okkum, fingið kortið. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways