Øll kunna fáa Merkið

Tað sigur stjórin í Atlantic Airways, ið upplýsir at tað eru undir 20 føroyingar, ið hava fingið kortið

- Ein og hvør sum ferðast nógv kann fáa Merkið. Harumframt hava nakrir stjórar ella umboð hjá feløgum, ið eru stórir kundar hjá okkum, fingið kortið.


Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, um nýggja bonusskipanina hjá felagnum, ið hevur fingið heitið Merkið.


Við at vísa kortið á ferðini fáa ferðafólk eyka ágóðar, so sum ókeypis mat og drekka umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways, atgongd til CPH Express í Kastrup, ið ger at man kemur skjótt gjøgnum trygdareftirlitið á flogvøllinum, atgongd til CPH Apartment Lounge í Kastrup og altíð tvey stykkir av viðføri ókeypis við í flogfarið.


Nýggja skipanin er sett í verk eftir, at SAS koyrdi Atlantic Airways úr gomlu Eurobonusskipanini, og tørvur var á at gera eina nýggja skipan. Síðstu vikurnar hava so nøkur ferðafólk fingið tað nýggja Merkið-kortið, ið er tað hægsta kortið, ið ferðandi kunna fáa.


- Súlukortið er tað, ið øll ferðandi fáa. Síðan er tað gullkortið, ið er til tey, ið ferðast fyri yvir 20.000 stig um árið. At enda er tað Merkið, ið er fyri tey, ið ferðast fyri yvir 40.000 stig ella umboða eitt stórt felag, ið keypir nógv frá okkum. Hetta er líkt tí skipanini, ið vit høvdu við SAS og sum øll onnur hava, sigur Jóhanna á Bergi.


Av tí, at talan er um eina nýggja skipan, og at felagið bleiv koyrt úr gomlu skipanini, so hevur tað verið neyðugt at meta um hvørji fólk skulu fáa Merkið, viðgongur Jóhanna á Bergi.


- Hetta er ein nýggj skipan, so eru tað nøkur fólk, ið vit hava mett um hvørs tey skulu fáa Merkið, tí vit hava ikki havt atgongd til gomlu skipanina. Men kortið er bara fyri eitt ár, so um metingin er skeiv, so fáa vit rætta tað næsta ár, sigur stjórin á Atlantic Airways.


Alt í alt upplýsir Jóhanna á Bergi, at tað eru færri enn tjúgu fólk í Føroyum, ið hava fingið eitt slíkt kort, og av teimum eru onkrir politikarar, ið ferðast nógv.


- Eingin hevur fingið kortið, ið ikki ferðast nógv ella ikki er umboð fyri ein stóran kunda. Onkur einstakir politikarar eru harímillum, men teir eru fáir, og teir hava fingið tað, tí teir ferðast nógv, leggur stjórin á Atlantic Airways dent á.