Øll manningin er skelkað

Tað verður ringt at gloyma hesa ræðuligu hendingina, sigur manningin á Polar Nanoq, sum eisini lýsir sína samkenslu við familjuna hjá Birnu Brjánsdóttir

– Hetta hevur ávirkað okkum ógvuliga nógv og vit vilja fegnir vísa okkara samkenslu við familjuna hjá Birnu Brjánsdóttir.

Tað sigur manningin á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, í eini felags fráboðan í dag.
Tveir av manningini eru varðhaldsfongslaðir, tí teir eru undir illgruna fyri at hava myrt 20 ára gomlu íslendsku gentuna

– Vit vóna at málið verður uppklárað sum skjótast so at teir seku kunnu verða ábyrgdaðir fyri tað, teir hava gjørt, sigur manningin.
    
Tey staðfesta, at hesir seinastu dagarnir hava verið skelkandi fyri alla manningina.

– Tað hevur verið ringt hjá okkum at vita, hvussu vit hava skula borið okkum at. Eitt nú hevur familjan hjá Birnu spurt okkum, hvar Birna var, men vit hava havt forboð fyri at siga nakað – og vit hava heldur ikki vitað, hvat er hent.

– Vit eru takksamir fyri at vit hava havt hvønn annan at styðja okkum til og vit eru takksamir fyri stuðulin frá familju og arbeiðsgevara. 
 

Manningin sigur, at teir eru í Íslandi sum fiskimenn, men at tað eru nógvir tankar, sum fara ígjøgnum høvdið. 
– Fyri okkum hevur tað stóran týdning at staðfesta, at tað eru tveir mans, sum eru undir illgruna fyri brotsverkið og at hvørki vit, ella okkara landsmenn, kunnu átaka okkum skyldina fyri tað, sum er hent. Men tað verður ringt at gloyma hesa ræðuligu hending, sigur manningin á Polar Nanoq.
 
– Tað hevur verið hart at vera ein partur av hesi ræðuligu hending og nakrir av okkum hava verið noyddur at fara heim. Vit eru takksamir fyri hjálpina, vit hava fingið frá sálarfrøðingum og frá sjálvbodnum og vit vóna, at tað verður skjótt, at vit kunnu fara til arbeiðis aftur og fara undir ein vanligan gerandisdag aftur.


– Í hesum syrgiligu døgum leggja vit eisini dent á, at íslendingar hava ikki broytt verumáta ímóti okkum – og hann hevur altíð verið fløvandi, sigur manningin á Polar Nanoq.


Eftir ætlan fer trolarin aftur til fiskiskap í dag.