12. umfar í Premier League hevur verið um vikuskiftið. Í toppinum var tað bara Manchester City, sum fekk fult. Tað hevur millum annað givið pláss til nýríka Newcastle í topp fýra, meðan Fulham hevur munin á kreppurakta Liverpool.
Størsti skelkurin kom í havanum hjá Robin Hood í Nottingham, har heimaliðið á fyrsta sinni síðani miðskeiðis í 90 unum fekk vitjan av Liverpool í Premier League samanhangi. Heimaliðið vann 1-0 og kreppan í Liverpool sæst aftur, eftir tríggjar sigrar upp í slag til Jurgen Klopp og hansara menn.
Oddaliðið Arsenal spældi javnleik á útivølli móti Southampton, meðan meistarafavorittarnir úr Manchester City vunnu 3-1 á Brighton. Erling B. Haaland skoraði tvey av málunum. Nærmasti kappingarneyti er Tottenham, sum tapti 2-1 á heimavølli móti Newcastle, sum í løtuni liggur á fjórða plássi.
Størsti dysturin um vikuskiftið var á Stamford Bridge, har Chelsea tók móti Manchester United. Tað skuldi eitt brotsspark til fimm minuttir fyri tíð, at fáa lív í uppgerðina. Jorginho umsetti til mál til Chelsea, men í yvirtíðini javnaði Casemiro fyri gestirnar.
Tað er nú javnt í botninum, har Nottingha Forest hevur fingið samband við hini feløgini. Leicester City hevur vunnið stevið aftur og Aston Villa vann í fyrstu royndini uttan Steven Gerrard. Størstu krepputeknini eru Leeds United og Wolverhampton, meðan West Ham óvæntað bara er tvey stig frá niðurflytingarstrikuni.
Ein dystur er í kvøld millum júst West Ham og AFC Bournemouth.
1 | Arsenal | 11 | 9 | 1 | 1 | 25:11 | 28 |
2 | Manchester City | 11 | 8 | 2 | 1 | 36:11 | 26 |
3 | Tottenham | 12 | 7 | 2 | 3 | 23:14 | 23 |
4 | Newcastle | 12 | 5 | 6 | 1 | 20:10 | 21 |
5 | Chelsea | 11 | 6 | 3 | 2 | 16:11 | 21 |
6 | Manchester Utd | 11 | 6 | 2 | 3 | 16:16 | 20 |
7 | Fulham | 12 | 5 | 3 | 4 | 22:22 | 18 |
8 | Liverpool | 11 | 4 | 4 | 3 | 22:13 | 16 |
9 | Brighton | 11 | 4 | 3 | 4 | 15:14 | 15 |
10 | Brentford | 12 | 3 | 5 | 4 | 18:21 | 14 |
11 | Everton | 12 | 3 | 4 | 5 | 11:12 | 13 |
12 | Crystal Palace | 11 | 3 | 4 | 4 | 12:16 | 13 |
13 | Bournemouth | 11 | 3 | 4 | 4 | 10:23 | 13 |
14 | Aston Villa | 12 | 3 | 3 | 6 | 11:16 | 12 |
15 | Southampton | 12 | 3 | 3 | 6 | 11:19 | 12 |
16 | Leicester | 12 | 3 | 2 | 7 | 21:24 | 11 |
17 | West Ham | 11 | 3 | 2 | 6 | 9:12 | 11 |
18 | Leeds | 11 | 2 | 3 | 6 | 13:18 | 9 |
19 | Wolves | 12 | 2 | 3 | 7 | 5:18 | 9 |
20 | Nottingham F. | 12 | 2 | 3 | 7 | 8:23 | 9 |