Tað er mangt, sum bendir á, at talan verður um tætta og javna landskapping. Nú punktum er sett fyri annað umfar, er tað einki lið, sum hevur fulla úrtøku, og øll liðini hava vunnið í hvussu so er eitt stig.
TB, sum tapti tepurt á heimavølli ímóti KÍ í fyrsta umfari, var leingi á veg ímóti teprum sigri á Toftum. Rógvi Joensen legði við fínum langskoti TB framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tá ið tíðin var runnin, og teir tríggir minuttirnir, sum Petur Reinert hevði lagt aftrat, vóru um at vera farnir, javnaði B68. Hákun Edmundsson sendi fríspark mitt av TB hálvuni undan fríska lotinum og beinleiðis í TB málið. Harvið hevur B68 skorað tvey mál í ár, og Hákun Edmundsson er tvífaldur málskjútti!
Fagnaðurin var øgiligur í B68 leguni um javnleikin og stigið. Í TB leguni var vónbrotið stórt. Hóast B68 royndi mesta partin av tíðini eftir steðgin at leggja trýst á, so stóð TB seg væl í verjupartinum – inntil síðsta sparkið í dystinum!
Í Fuglafirði kom ÍF á talvuna við 1-0 heimasigri á AB. Einsamalli málskjúttin lítla løtu undan steðginum var Andy Olsen. Uppspælinum stóðu Karl Løkin og Adeshina Lawal fyri.
Í Klaksvík reisti NSÍ seg eftir heimatapið ímóti HB í fyrsta umfari. NSÍ vann 3-1 á KÍ, sum beinanvegin setti hol á. Páll A. Klettskarð skoraði eftir Petur Andreassen fyri KÍ, men NSÍ svaraði skjótt aftur, tá ið KÍ liðformaðurin og miðverjin Jonas Flindt Rasmussen stýrdi innleggi frá Árna Frederiksberg hjá NSÍ í egið mál. Væl upplagdi Árni Frederiksberg legði NSÍ framum 2-1. Uppleggið átti Klæmint A. Olsen, sum í 2. hálvleiki staðfesti sigurin. Tað var Einar Tróndargjógv, sum legði upp til 3-1 málið.
Í Gundadali hevði HB leingi kós ímóti teprum sigri. Jógvan Rói Davidsen átti meistarliga uppspælið í høgru. Hann legði bóltin fyri føturnar á Christian R. Mouritsen, sum spældi Rók Jespersen leysan og so var 1-0, og bara lítla løtu seinni bríkslaði Lars Múller fyri hálvleiki.
Eftir steðgin vísti Vkingur framúr góðan hugburð, og stutt undan dystarloki eydnaðist tað at javna. Málskjútti var miðvallarin Gert Hansen, sum átti síðsta fótin á eftir hornaspark.
Í gjár vann Skála 1-0 á heimavølli ímóti B36. Málskjútti var Álvur F. Christiansen.
Skála-B36 1-0 (1-0)
1-0: Álvur F. Christiansen
KÍ-NSÍ 1-3 (1-2)
1-0: Páll A. Klettskarð
1-1: sjálvmál
1-2: Árni Frederiksberg
1-3: Klæmint A. Olsen
ÍF-AB 1-0 (1-0)
1-0: Andy Olsen
B68-TB 1-1 (0-1)
0-1: Rógvi Joensen
1-1: Hákun Edmundsson
HB-Víkingur 1-1 (1-0)
1-0: Rókur Jespersen
1-1: Gert Hansen
Eftir tvey umfør hava Víkingur og HB 4 stig, B36, NSÍ, KÍ, Skála og ÍF hava 3 stig, B68 hevur 2 stig og TB og AB hava 1 stig.
3. umfar
Leygardagin 19. mars
NSÍ-Skála
Sunnudagin 20. mars
B68-B36
ÍF-Víkingur
HB-KÍ
TB-AB
Tað bar til at fylgja við á http://www.in.fo/matches