ikki færri enn 13 børn í aldrinum fimm og seks ár inn. Tey greiddu frá, at tey vóru á veg norður á Kósina at vita, um tey ikki fóru at finna onkrar ommur, sum vóru til arbeiðis. ? Vit skulu eisini eta matpakka [...] lat tað ikki til, at børnini í Útistovu løgdu nakað í tað. Tey vóru vælílatin og gingu hvør við sínari tasku á rygginum við mateskju í. Sólgerð og Hervør, sum arbeiða í Útistovu søgdu, at tey ofta fara á [...] Mangan fær Sosialurin á Argjum vitjan av til dømis skúlaflokkum ella øðrum ungum, sum vilja síggja, hvussu arbeitt verður á einum blaði. Men ein dagin fyrr í vikuni fekk lokalredaktiónin hjá Sosialinum í
tað týdningarmikið at læra børnini, at tey saktans kundu vera úti í øllum veðri, um tey bara vóru hóskandi ílatin. Tað var gott fyri børnini at sleppa at merkja kulda, hita, hegling, at vera vát og so framvegis [...] kundi hugsað sær at havt útiskúla, svarar Jón Kragesteen, at tað vildi hann fegin, um hann framvegis undirvísti. - Tað er ein fortreyt, at tú kennir næmingarnar væl, áðrenn tú fert at skipa útiskúla við [...] mást av trygdarávum vita, hvussu nógv tey tola, hvussu tey uppføra seg og so framvegis, tí annars kann man koma í nakrar óhepnar støður. Jón Kragesten leggur afturat, at tað eiga at vera í mesta lagi 15 næmingar
var at síggja, hvussu góðar leikarar vit eiga her í Føroyum. Leikararnir sýndu eisini fram teirra kvøðu-evni, tá teir allir fóru at kvøða. Av tí at eingin vindur var, bar væl til hjá áhoyrarunum at hoyra [...] fram. Nógv fólk tóku av upplagda møguleikanum til at hugna sær saman á ein heldur øðrvísi hátt, og gøturnar vóru fullar av fólki, sum fylgdu við, hvussu leikur fórst. Trummusláttur á sjónum Á Vágsbotni [...] Frægir funnu Føroya Land?. At hetta varð vældámt á áskoðarafjøldini hoyrdist eisini á lógvabrestunum. Saman við bríkslum og rópum mundi teir ongan enda fingið, og roynt varð eisini at klappa fyri einum eykalagi
verða greið og ongin ivi eigur at verða hvørki hjá TAKS ella skattgjaldara, hvat og hvussu nógv TAKS skal innkrevja. Hetta má fáast uppá pláss, annars er vandi fyri , at hesir menn taka avleiðingarnar [...] til at hesi viðurskifti koma í rættlag. Tað verður tosað nógv um at fáa fólk heim til land okkara eftir lokna útbúgving. Samtíðis leggja vit so stórar skattabyrðar á tey sum arbeiða í Føroyum, at fólk [...] hjá fólki her í landinum. Tað skal loysa seg at arbeiða. Vit mugu gera alt fyri at fólk ikki stingur í sekkin orsakað av lógum, sum taka hugin frá fólki at arbeiða. Hetta má fáa hægstu raðfesting í eini
so nógvir aðrir útisetar havi eg vant meg við at hava størri rásarúm. Alnótin og ip-telefoni (eitur tað teldufoni?) hevur eisini við sær at tú, umframt at fylgja við á skíggjanum, kanst tosa, tjatta og [...] mær illani eftir føroyskum mati. Hesi seinnu árini eru svenskarar tó farnir at eta meira grønmeti, og tað er frálíkt. Hvussu er veðrið í Stockholm? Hetta summarið og heystið hevur verið heilt einastandandi [...] havið. Eg búði eitt skifti inni í landinum, men bleiv til frens av tí. Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya? At svara upp á handan spurningin krevur eina longri blaðgrein. Skal eg flyta heimaftur
teimum ungu. Mong meina, at loysnin er at hava føroyskt universitet og hægri lærustovnar, so at teimum ungu ongantíð tørvar at fara av landinum. Rógvi Olavson er tó bangin fyri, at vit á hendan hátt kunnu [...] m. Er nakað minstamark ella evstamark fyri, hvussu leingi ein skal vera uttanlands? Vit eru samdir um, at tað er týdningarmikið at vera so leingi burtur, at ein líkasum brýtur eitt sindur út úr tí føroyska [...] bæði um, at tað er verri, at gerast partur av føroyska samfelagnum aftur, jú longri ein er burtur, umframt at um ein nýtir tjúgu ár av sínum lívi í arbeiði uttanlanda, so eru tað tjúgu ár minni at nýta í
føroysku? Nei, burtursæð frá, at tey eisini her geva sær góðar stundir, og at tey eru sera gestablíð, so haldi eg ikki, at mentanin líkist tí føroysku. Og tó, teimum dáma væl at syngja og dansa, sjálvt [...] við at veiða smáfugl til matna, og tað smakkar eisini væl. Kryddað, men ikki sterkt. Tú fær øll sløg av “sydfruktum” og í løtuni eru jarðber at fáa. Hvussu er veðrið í Egyptalandi? Sól hvønn dag at kalla [...] Oyðimørkin er nakað heilt fyri seg at koyra runt í. Tú finnur faktisk grindahvalslíknandi beinagrindir, tí at stórur partur av landinum er gamalur havbotnur. Hvussu er mentanin í Egyptalandi? – Líkist
slíkum, sum fær mangt og hvat at falla lættari. Hvussu er mentanin í Danmark? Mangan undrist eg á hvussu lík vit er dønum á mangan hátt. Danir hin vegin billa sær inn at stórur munur er á stórbýnum og [...] ikki altíð góð andlig føði. Hvussu er við málinum – tosar tú flótandi danskt? Danska málið er so væl mýkt og smidligt at brúka, at tað er ein stuttleiki. Undri meg tó yvir, hvussu ótrúliga lættliga nýmótans [...] býunum. Men munurin er ikki so stórur. Tíverri kunna nøkur hava lyndi at halda, at tey “alene vide”, men skjótt koma hesi eftir, at onnur duga eisini. Danir eru dugnafólk í mongum lutum, kreativ, hava
heimin at velja ímilum. Fert tú at flyta heim aftur til Føroya eftir loknan lesna? Ja, um tað er brúk fyri mær, so sjálvandi. Eg havi tann hugburð, at tað er skeivt, at einans knarra um hvussu føroyska [...] siga, at tað er nakað keðiligt. Tað, at vera í einari sera øðrvísi skúlaskipan, sum er ein heilt øðrvísi ‘verð’ er ótruliga mennandi. Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið? Sagt verður, at skilir [...] er klárur at svølgja. Hvussu er veðrið í Skotlandi? Tað er sera líkt tí føroyska. Vátt og vindur. Tá man gongur og tvassar í regni og vindi hugleiðir man ofta um hvat tað var, sum fekk ein at velja Aberdeen
Onglands í 2001. Tað var so, at eg hevði verið úti í heimi og fjakka, og ætlaði at ferðast enn meir. Tískil fór eg til London. Her ætlaði eg at vinna mær pening, soleiðis at hevði ráð at ferðast víðari, men eg [...] inngrógvið nú, at eg droymi á enskum. Hetta vitnar um, at tað fellir mær heilt natúrligt. Hvat dámar tær í Onglandi? Eg haldi at tað er heilt hvør sítt, at tosa um London og Ongland. Eg elski at búleikast [...] eri vís í, at eg altíð fari at takast við sniðgeving; tað er hetta eg brenni fyri. Men eg kann ímynda mær, at tað er lættari at liva av hesum í London enn á Argjum. Tískil rokni eg ikki við, at eg flyti