Útisjonleikur í bakandi sól ? brakandi succes

Í allarfagrasta stevnuveðri fór útisjónleikurin hjá MáF og Grímu av bakkastokki. Leikurin byrjaði við SMS, og síðan fór øll gongan avstað móti Skansanum. Hópur av fólki fylgdi við leikarunum, og gongugøturnar vóru stúgvaðar av fólki

Ólavssøkan
Solby A. Eliasen

Veðurgudarnir vóru av sonnum í besta hýri, tá sjónleikurin hjá MáF og Grímu fór av bakkastokki. Skjøtil varð settur á leikin klokkan 14.30 Ólavssøkudag, og í bakandi sólk sýndu leikarar, trummusláarar og dansarar fram ymsar smáar leikir og dansir, alt meðan leikurin flutti seg frá SMS og oman í Vágstún, har annar partur av leikinum fór fram.
Nógv fólk tóku av upplagda møguleikanum til at hugna sær saman á ein heldur øðrvísi hátt, og gøturnar vóru fullar av fólki, sum fylgdu við, hvussu leikur fórst.

Trummusláttur á sjónum
Á Vágsbotni snúði leikurin seg um tíðarskeiðið, tá Føroyar vórði kristnaðar. Leikurin byrjaði á Bursatanga, har Sigmundur varð sendur til Føroya av Ólavi kongi. Síðan flutti leikurin seg út á Skansan, har endabresturin fór fram.
Hóast gongan við leikarum og hyggjarnum varð góðan tíma seinka á leiðini móti Vágsbotni, so hugnaðu fólk sær óført.
Møguleiki var eisini fyri at uppliva sansandi trummusláttur á Føroya landi. Trummusláarnir vóru fleiri í tali, og harumframt varð eisini leikt á onnur ljóðføri. Trummusláararnir stóðu ymsastaðni; onkrir vóru á Bursatanga, meðan aðrir stóðu umborð á bátum. Hesir spældu so sínámillum, har teir svaraðu hvørjum øðrum aftur við dunandi trummuljóði. Hetta setti ein serligan og áhugaverdan dám á alla gonguna, umframt at hetta var eitt sera væl fyriskipað tiltak.

Bardagaleikur á Skansanum
Úti á Skansanum varð skipað fyri bardagasenum, og eisini her settu trummurnar sín serliga dám á umhvørvið. Bardagasenurnar vóru stak væl fyriskipaðar, og stuttligt var at síggja, hvussu góðar leikarar vit eiga her í Føroyum.
Leikararnir sýndu eisini fram teirra kvøðu-evni, tá teir allir fóru at kvøða. Av tí at eingin vindur var, bar væl til hjá áhoyrarunum at hoyra, hvat kvøtt varð um.
Útisjónleikurin endaði um fimm-tíðina úti á Skansanum. Í stórum stíli framførdu navnframir sangarir sum Rókur J. Jacobsen, Kristina Elisabeth Mørkøre, Eivør Pálsdóttir og Terji Rasmussen ?Frægir funnu Føroya Land?. At hetta varð vældámt á áskoðarafjøldini hoyrdist eisini á lógvabrestunum. Saman við bríkslum og rópum mundi teir ongan enda fingið, og roynt varð eisini at klappa fyri einum eykalagi. Tað eydnaðist tó ikki hesu ferð.
Samanumtikið var talan um eitt sera væl eydnað tiltak, sum uttan iva nógv orka hevur verið løgd í. Tiltakið var framúr væl skipað, og samanspælið millum leikarar bæði úr Havnini og Klaksvík var av tí allarbesta.
Hetta var triðju ferð síðan 1991, at skipað hevur verið fyri útisjónleiki á Ólavssøku. Hinar báðar ferðirnar var leikurin eisini sera væl eydnaður, men hesu ferð var talan also um eina brakandi succes.