Útistova vitjaði Sosialin

Týsdagin fekk lokalredaktiónin hjá Sosialinum í Klaksvík óvæntaða vitjan

Klaksvík:
Mangan fær Sosialurin á Argjum vitjan av til dømis skúlaflokkum ella øðrum ungum, sum vilja síggja, hvussu arbeitt verður á einum blaði. Men ein dagin fyrr í vikuni fekk lokalredaktiónin hjá Sosialinum í Klaksvík vitjan av nøkrum sera fittum børnum, sum ganga í útibarnagarði úti í Grøv.
Tá dyrnar til redaktiónina í Klaksvík fór upp týsmorgunin, og komu ikki færri enn 13 børn í aldrinum fimm og seks ár inn. Tey greiddu frá, at tey vóru á veg norður á Kósina at vita, um tey ikki fóru at finna onkrar ommur, sum vóru til arbeiðis.
? Vit skulu eisini eta matpakka á Kósini, greiddi ein genta stórsmílandi frá.
Hóast tað regnaði eitt sindur hendan dagin og var nakað kalt, so lat tað ikki til, at børnini í Útistovu løgdu nakað í tað. Tey vóru vælílatin og gingu hvør við sínari tasku á rygginum við mateskju í.
Sólgerð og Hervør, sum arbeiða í Útistovu søgdu, at tey ofta fara á vitjan á ymsum arbeiðsplássum.
? Tað dámar børnunum sera væl, og serliga tá vit vitja arbeiðspláss hjá onkrum av foreldrunum, greiddu tær frá.
Tey steðgaðu ikki longi á redaktiónini, men tey vóru sera hugtikin av lítla postkassanum, sum stóð uttanfyri. Og glað vóru tey fyri at fáa hann við á myndina.
Síðani gekk leiðin hjá teimum víðari til Kósavirkið og haðani niðan í Mylnuhúsið, sum Útistova er ein partur av. Har vórðu tey so, til foreldrini komu eftir teimum aftaná arbeiðstíð.