sum menn, og tær kvinnur, ið hugsað sum menn, leggja til rættis og skipa fyri, og júst hesar skapandi lærugreinirnar, sum flestu børnum dámar best, og er við at geva børnunum vítt hugflog og eina skapanargleði [...] »Hvat er list?« - jú, list er at skapa, tað kunnu vit øll verða samd um, og tað at skapa list er vítt og breitt, men tað er eins og nakrir tjóðveldisromantikkarar bert hugsa um »ull«. Hetta prógvaði jú [...] útheiminum. Tað verður ikki sagt, at »ull« og leir t.d. ikki kann vera tilfar í einum listaskúla, men fíggjarliga kann tað ikki bera seg bert at hugsa at ULL, og so slett og aldeilis ikki, tá ið hugsað verður
Hin seinni reistist hálv oman á hana og bant so báðar fastar. Og tilvildin og eydnan vildu tað soleiðis, at hendan fyrra stóð beint yvir hesum opna mannholinum og typti soleiðis so mikið, at ikki tann [...] nýggjum, sigur Árni Dam. Mánadgin og fríggjadagin í seinastu viku máttu teir biða eyka fólk og truckar til arbeiðis, tí tá var teirra fólk og útgerð upptikin av at lossa og lasta teirra egnu skip. Ice Lady [...] skipið hevði sokkið, sigur Árni Dam. Men lukkutíð fyri skip og manning, brotnaðu føturnir undan aðrari bingjuni, sum lá og sigldi eftir dekkinum, og hon kílaði seg fasta úti í borðinum, orsakað av slagsíðuni
í Kirkjubø. Múrurin er og verður í mínari verð Dómkirkjan, Magnus Katedralurin, sum myndugleikar og embætismenn eftir trúbótina hava rivið takið av, vindeygu og hurðar úr, og flutt ella selt tað burtur [...] listamálara, og J.P. Gregoriussen, arkitekti. Hetta var byrjanin til eitt langt stríð, um hvør loysn var best, og hvat skuldi gerast við Múrin. Skiftandi mentamálaráðharrar høvdu ymiskar áskoðanir, og gjógvin [...] vildu verja, og tey, sum vildu brúka, var djúp. Í 2001 varð ein Múrnevnd sett, sum skuldi sameina allar partar og koma við tí góðu loysnini. Vit hava leitað í arkivunum hjá Sosialunum og funni nøkur sitat
hjástødd. Ung, gomul og heilt niður í tann aldurin, har tú ikki dugir at ganga sjálvur. Salurin fyltist so við og við, og til endans var hann so fullur, at tað bar illa til at flyta seg aftur og fram. Fremst við [...] clothes«, og hon var fylgd av pallinum við nógvum lógvabrestum. Síðani kom Brandur Enni aftur á pallin. Nú var ferðin veruliga sett upp, og hann byrjaði við at syngja »Waiting in the Moonlight«. Og aftur hesaferð [...] við sær. Tvær gentur og ein drong. Tey komu væl frá uppgávuni, og gjørdu, at pallurin gjørdist eitt sindur lívligari at hyggja eftir. Tað er kanska at undrast á, hvussu væl unga og evnaríka stjørnuskotið
Clementsen og Jóan Petur Clementsen høvdu strekt kjølin á einum báti, áðrenn teir komu og á stevnuni arbeiddu teir so við at gera bátin lidnan. Elisabeth Kruse og Guðrun Ludvig eru báðar designarar, og tær sýndu [...] fram. Tær vístu bæði vørur úr skinni og bundnar vørur. Inga Maria Vang og Anna Mortensen og Dania Danielsen frá Pau vístu modernað klædnapløgg úr ull. Susan Johansen og Mikala Gullklett høvdu hondbundnar [...] Borgny Patursson og Diana Borgnyardóttir frá Snælduni vístu ymiskt hjá teimum fram. Andras Joensen sýndi fram húsarokkar og aðra trælist. Sjúrður Poulsen vísti prýðislutir úr horn og træ, ið hann hevur
millum Skálafjørðin og Havnina, og um tú samstundis gjørdi tær ómak at laga rutuna sum fragast til ferðafólka-, bil- og trailaraflutning v.m. (kanska íroknað tínar egnu lastbilar) og fekk skipað bussarnar [...] Skálafjørðin og Havnina. Uttan at eg kenni tey neyvu tølini, ivist eg tó ikki í, at talið á persónbilum liggur langt omanfyri 1000, helst liggur dagliga lastbila- og trailaratalið millum 50 og 100 (kanska [...] verða roknaðir uppí!), og - ikki at gloyma - einar 10 ferðir um dagin koyra bussar hjá Bygdaleiðum aftur og fram hesa longu leið, sum ávegis gongur langt norður í Sundalagið og upp eftir fjallalíðunum
1,15 og 1,3 milliardir danskar krónur, og tá er ikki trupult at rokna út, at Føroya Banki fer at forvinna eitt stað millum 386 og 437 milliónir krónur við søluni av partabrøvunum í Bakkafrost. Og tað má [...] Banka, og tankar tá vórðu gjørdir um, einaferð at leggja feløgini saman, gjørdist ætlanin meiri verulig, og tá byrjaði arbeiðið av álvara at fyrireika skráseting av Bakkafrost á børsinum í Oslo. Og slíkt [...] avgjørt. Hetta er jú eitt stórt felag, og talan er eisini um eitt rættiliga stórt og umfatandi ráðgevingararbeiði, tí ein børsskráseting krevur rættiliga nógv av felagnum og ikki minst av ráðgevarunum. Tað skal
allarbesta, og kvøldið endaði heima hjá Malenu og Hjarnari Djurhuus til út á náttina. Av teimum, vit síggja á myndirni, eru tær fimm búgvandi uttanlands, í Noreg, í Danmark og í Onglandi, og serliga var [...] tók ímóti hesum nýklæktu pensjónistum, vísti teimum húsini og greiddi frá Tilhaldinum. Síðani fingu tey ein kaffisopa og køku afturvið, og har var rættuliga hugalit at síggja prátið millum tað fólk, ið [...] her búði hann tey nógvu barndóms og ungdómsárini. Um kvøldið var veitsla hildin í Mettustovu. Kokkurin Leif Sørensen hevði reikað fyri góða verðanum og bæði prát, sangur og røður annars vórðu havdar frammi
Signar á Brúnni og Eyðun Elttør. ? Saman við løgtingsformanninum var skrivstovustjóri løgtingsins á fundi, og saman við løgmanni og landsstýrismonnunum vóru løgmansstjórin, aðalstýrisstjórar og fulltrúar í [...] einstaklingum, stovnum og felagsskapum, og eru hesi skriv umrødd undir viðgerðini. ? Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið allar greinar og konti á fíggjarlógini, verður sagt í innganginum. Og víðari sigur nevndin [...] ni, og í innganginum til hetta drúgva álit, heili 15.500 orð, verður m.a. nevnt, at nevndin undir viðgerðini hevur havt fund við Finnboga Ísakson, løgtingsformann og Anfinn Kallsberg, løgmann, og land
Svøríki, og síðani kom tað eisini til Danmark, og í 1985 kom tað ein Od nevnd til Danmark. Od dagur væl dámdur Od dagur hevur verið sera væl mótikin í Føroyum, og næstan allir næmingar møta upp og gera sítt [...] flogfari í Afrika og doyði. Hammerskjold var kendur og virdur maður fyri síni avrik, hann hevði framt í teimum fátæku londunum í verðini. Svenskir næmingar vildu heiðra Hammerskjold og byrjaði tí við, íblástri [...] arbeiða á Od dagnum. Tær pakka piparnøtur og eru í full sving, tá ið vit koma at niðan at faa okkum eitt lítið prát við tær báðar. Birita og Katrin eru 16 ára gamlar og ganga í 1.g í Hoydølum. Tær halda, at