Operatión dagsverk: Hjálp til útbúgving í Krigistan

Á hvørjum ári skipa studentaskúlarnir í Norðurlondum fyri einum virkisdegi, sum er ætlað øllum næmingum í studentaskúlum. Dagurin ber navnið od dagur, ið stendur fyri operatíon dagsverk.

OPERAATIÓN DAGSVERK
Birita W. Djurhuus og Hanus H. Eysturdal

Næmingarnir finna sær eitthvørt arbeiði, har tey arbeiða í ein dag. Í ár er tað 2. november, og pengarnir sum næmingarnir fáa fyri arbeiði sítt, verða latnir einum góðum endamáli. Í ár fara pengarnir til útbúgvingarmøguleikar í Krigistan.
Hetta er 20´inda árið, at opratión dagsverk fer av bakkastokki. Síðani 1985 hevur hetta verið eitt sera vælvirkandi tiltak, Síðani 1985 hevur tað danska kongaríkið savnað 100 milliónir saman.
Felagsskapurin od bleiv settur á stovn av tí ársøk, at í 1962 datt tann fyrverandi ST-aðalskrivarið Dag Hammerskjold niður við flogfari í Afrika og doyði.
Hammerskjold var kendur og virdur maður fyri síni avrik, hann hevði framt í teimum fátæku londunum í verðini.
Svenskir næmingar vildu heiðra Hammerskjold og byrjaði tí við, íblástri frá hansara solidarisku tankagongd, Opratión Dagsværk. Od tankin fór so líðandi um alt Svøríki, og síðani kom tað eisini til Danmark, og í 1985 kom tað ein Od nevnd til Danmark.
Od dagur væl dámdur
Od dagur hevur verið sera væl mótikin í Føroyum, og næstan allir næmingar møta upp og gera sítt til, at pengar koma í kassan, sigur Mads Winther stjórið á Studentaskúlanum í Hoydølum. Hann leggur aftrat, at í fjør var tað danska kongaríki nummar tvey á listanum at samla mest pengar inn, av teimum londum, ið luttóku í OD-dagnum. Um ein ikki møtur upp til Od dagin, verður ein skrivaður fyri fráveru, so hetta er ein skúladagur við eitt sindur øðrvísi skrá. At enda sigur Mads, at hann heldur, at hetta er eitt frálíkt tiltak, at faá tey ungu at hugsa um umheimin og geva sær far um, at ikki er tað øll, ið hava møguleika at faá skúlagongd.
Út at arbeiða
Katrin Debes Kristinsen og Birita Ellevang eru farnar niðan í Gunnleif at arbeiða á Od dagnum. Tær pakka piparnøtur og eru í full sving, tá ið vit koma at niðan at faa okkum eitt lítið prát við tær báðar.
Birita og Katrin eru 16 ára gamlar og ganga í 1.g í Hoydølum.
Tær halda, at tað er sera gott við einum Od degi, og tær halda, at tað er óført at sleppa at gera okkurt øðrvísi, eisini siga tær, at tað er spennandi at hjálpa øðrum, so onnur eisini fáa møguleika til skúlagongd.
- Tað kennist væl, tá ið tú kann merkja, at tú hjálpir øðrum. Sigur Katrin.
Og hesum tekur Birita undir við.
Tær byrjaðu klokkan 8 á morgi og enda kl 13 seinnapart. Tá hava tær samlað sær 250 kr í part, ið er minstagjald sum krevst.
Poul Kári Madsen gongur í 05u í Hoydølum. Hann og flokkur hansara hava ruddað ánna íð rennur oman Hoydalar.
- Vit møttu kl 8 og ruddaðu ymiskt burturkast. Hetta tók bert uml. ein tíma, men tað var nóg mikið at savna 250 krónur í part, so tað var óført, sigur Poul Kári. Hann heldur, at Od dagurin ikki má detta niðurfyri og vónar, at tiltakið hevur nógv góð ár fyri framman.
AFS´ari og Od dagur.

Eisini Sosialurin hevur tikið ímóti næmingi 2. november. Tað er 17 ára gamli skiftisnæmingurin Dominik Emde,sum gongur ið 2.g og kemur úr Týsklandi. Hann er komin oman í Miðlahúsið at gera eitthvørt, íð tørvar. Eisini hann heldur, at ein tílíkur dagur er eitt sera gott hugskot, og honum dámar væl, at pengarnir fara til eitt gott endamál, so onnur eisini fáa gleði av hesum.
Sum sagt, er Dominik kiftistnæmingur ígjøgnum felagskapin AFS( The American Field Service), fyri, hann kemur úr Týsklandi, hann vildi royna okkurt nýtt og kom tí til Føroya. Fyrst fekk hann tilboð um at fara til Danmarkar, men hetta var ikki júst tað Do-minik hevði havt í huga, Síðani bleiv hann spurdur, um hann hevði hug at koma til Føroya, og tað vildi Dominik fegin. Hann má viðganga, at hann ikki visti nógv um Føroyar, hevði hoyrt um tað, men visti ikki stórt meira enn tað.
Men honum dámar sera væl her, her er ikki so øðrvísi, sum nógv halda. Hann sigur, at studentaskúlin í Hoydølum og skúlin hann gekk á, áðrenn hann kom hiðar, ikki eru so ólíkir. Men maturin og veðrið man vera tað, ið er mest ólíkt, sigur hann við einum smíli.