STEVNA
Tað ber ikki til at siga annað enn, at føroysku luttakararnir á West Northern art and craft framsýningini í Íslandi. Framsýningin, sum óivað eisini kann kallast fyri ein stevna, varð hildin í Laugardalshøllini í Reykjavík í døgunum 20-25 november.
Sum navnið eisini sigur, so snúði stevnan seg um handverk ? listahandverk av øllum sløgum.
Tiltakið varð hildið á fyrsta sinni, hóast okkurt líknandi hevur verið fyrr. Stevnan varð hildin í Reykjavík, men tað var Akureyrar kommuna, ið eigur heiðurin fyri at fáa tiltakið upp á beinini.
À stevnuni varð dentur lagdur á Útnorður londini Føroyar, Íslandi og Grønland. Hesi trý londini fingu mesta gólvplássið.
Hini luttakandi londini vóru: Kanada (North Territory), Norra, Svøríki, Danmark, Finnland, Áland og Baltisku londini.
Stevnan hevði í alt umleið 10.000 vitjanir, og semja var um, at tiltakið útfrá skuldi endurtakast.
Føroyska ferðalagið taldi sekstan fólk. Tær fýra, Randi Vang, Poula Sørensen, Jórun Vang og Anna Louis Joensen hava tikið alla fyrireiking í sambandi við ferð og stevnu upp á seg. Fyrireikingarnar fóru ígongd fyrst í juni mánaði, greiða tær frá, tá vit hittast til eitt prát í hugnaliga umhvørvinum í kjallarinum í Tilhaldinum í Havn.
?Tað hevur verið gjørt út av áhuga. Tað hevur verið strævið, og illa hevur gingið at fingið nakran stuðul, siga tær.
Øll handverk
Í allar mátar legði stevnan dentin á at vísa eitt so breitt úrval av handverk og handverkslutum sum gjørligt.
Tey ymsu londini høvdu sjálvandi ógvuliga nógv ymiskt at sýna fram.
Nógvir lutir á stevnuni vóru eisini til sølu.
Frá føroysku fyrireikarunum frætta vit, at flest øll høvdu hug at rósa føroyingar. Ikki minst fyri klædnapløggini.
?Hyggja vit eftir prísunum, so vóru vit langt eftir tey baltisku londini. Men fyri desing og góðsku fingu vit góð skoðsmál.
Eitt nú varð havt á orði, at føroyingarnir vóru langt frammanfyri íslendingarnar.
Hyggja vit eitt sindur eftir, hvørjir føroyingar vóru við, so var eisini her lagt dent á breiddina.
Miðpunktið á føroyska bátinum var føroyski báturin. Feðgarnir Marius Clementsen og Jóan Petur Clementsen høvdu strekt kjølin á einum báti, áðrenn teir komu og á stevnuni arbeiddu teir so við at gera bátin lidnan.
Elisabeth Kruse og Guðrun Ludvig eru báðar designarar, og tær sýndu nakað av teirra nýggjasta fram. Tær vístu bæði vørur úr skinni og bundnar vørur.
Inga Maria Vang og Anna Mortensen og Dania Danielsen frá Pau vístu modernað klædnapløgg úr ull.
Susan Johansen og Mikala Gullklett høvdu hondbundnar barnatroyggjur við sær til Íslands.
Borgny Patursson og Diana Borgnyardóttir frá Snælduni vístu ymiskt hjá teimum fram.
Andras Joensen sýndi fram húsarokkar og aðra trælist. Sjúrður Poulsen vísti prýðislutir úr horn og træ, ið hann hevur gjørt.
Prýðislutir úr silvuri frá Finni Olsen og 3´aranum vóru eisini við.
Ein tann best umtókta á allar stevnuni var Ása Hátún. Hon bæði vísti fram, lærdi frá sær og helt fyrilestur um siðvenjuna innan ullavinnuna.
Høvuðsyvirskriftirnar í fyrilesturinum vóru hesar: Um mentanarliga førningin frá forfedrunum, søguliga og handaliga. sum í tídini eftir 2. veraldarkríggj var hóttur. Men sum nú í nýggja ártúsundinum tykist at vera í sterkari menning, sum henda stevnuframsýning bar bod um.
Báturin
Sum nevnt vóru feðgarnir Jóan Petur og Marius Clementsen við á stevnuni fyri at vísa føroyskt bátasmíð.
Teir vaktu kanska meira enn nakar annar ans. Tá íslendska Morgunblaðið, ið er mest lisna blaðið í Íslandi, var á vitjan, so valdi blaðið at fokusera uppá føroysku feðgarnar. Áhugin frá stevnugestunum bilar heldur einki.
Við sær aftur til Føroya høvdu teir báðir tvær bíleggingar. Ein kona úr Norra og ein kona úr Íslandi vildu hava teir báðar at smíða sær bátar.
Hóast tað kravdi nógva tíð og nógva orku, so eru teir føroysku fyrireikararnir ógvuliga væl nøgdir.
?Vit sóu serliga, hvussu stórur áhugin er fyri føroyskum handverki, og hvør dygdin á handverkinum er.
Útfrá áhuganum at døma, so er eingin ivi um, at føroyskt handverk og føroyski lutir kundu sligið ígjøgnum uttanlands, um rætt varð borið at, siga føroysku fyrireikararnir.
Tær ynskja at takka Fitur, Nora, Nordisk Ministerråd, Atlantic Airways og Norðurlandahúsið fyri stuðulin.