heilar 13,24 cm. Hetta var júst nokk til at vinna fyrsta plássið og gullheiðursmerki. Lopið var so mikið gott, at tað væntaðu einans 6 cm í at klára oyggjaleikakravið. Miso var farna vikuskiftið í Malmø [...] vikuskiftið vóru 9 íðkarar í Íslandi og kappaðust í ÍR-Stórmót, og farna vikuskiftið var landsliðið í Malmø. Fyri nøkur var hetta fyrsta kapping yvirhøvur, meðan onnur royna at taka bólkamet og møguliga klára [...] at lopini sita væl. Miso kappaðist í longdarlopi og trýstøkk. Í longdarlopi var longsta lopið 5,60. Hetta eru 83 cm longri, enn hvat lopið varð í fjør. Stóra framgongdin vísti seg aftur dagin eftir, tá
altjóða dystir. Tað sigur René Eberle, sum er leiðari av stadiondeildini hjá europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA. Hann hevur sjálvur verið í Føroyum og hugt eftir umstøðunum á Tórsvølli, og tað var hesin maðurin [...] væl í tráð við tað, sum UEFA kravdi, tá grasvøllurin á Svangaskarði varð gjørdur fyri sjey árum síðani. Í upprunaligu ætlanini hjá toftamonnum var ætlanin at brúka gamla B68 húsið, men tað gekk UEFA ikki [...] verkætlanin gjørdist nógv dýrari, enn tað hevði verið roknað við. René Eberle heldur tað verða undrunarvert, at føroyingar skulu klára at byggja eitt stadion afturat, og tað er hendan virðingin fyri føroyingum
Brasilski, Pelé varð valdur til aldarinnar fótbóltsspælara á sinni, og hann var ein sonn málmaskina, tá hann var aktivur fótbóltsspælari. Í 1.116 dystum fyri brasilska stórfelagið, Santos skoraði Pelé [...] i við Brasil. Hetta varð í 1958, í 1962, og í 1970. Í samband við HM-endaspælið, sum var í Brasil í fjør summar var eisini nógv gjørt burturúr Pelé. Stutt undan, at endaspælið byrjaði lat Pelé-savnið upp [...] verið. Einans 57.000 fólk hava vitjað savnið teir fyrstu 10 mánaðarnir, og tað er ógvuliga langt frá talinum, sum upprunaliga var sett. Vánaliga atgongumerkjasølan dekkar bara helvtina av viðlíkahaldinum
og tvær abbadøtur. Ein mánað seinni var bara ein teirra eftir. - Vit hava verið spard fyri alt slíkt í langa tíð, og so hendi hetta, sigur Jóhanna í Króki. Sorgin var sjálvandi stór, og Jóhanna vildi gera [...] Manchester í summar. Rigmor var mamma til lítlu Katrin, sum doyði, greiður Jóhanna frá. Tatoveringin er av eini lilju - sum ímyndar mammuna Katrin. Ein lítil ljósareyð stjørna inni í liljuni er ímynd av lítlu [...] av øllum, sum er týdningarmikið í mínum lívi, sigur Jóhanna. Pápin Petur var við Jóhannu, meðan tatoveringin varð gjørd. - Hann var sera rørdur. Hóast at sorgin eftir mammuna og systirdóttrina hevur verið
leikvølli í Genéve eydnaðist tað Onglandi at vinna 2-1 á Italia. Frúgvin Fortuna var við Onglandi. Italia var á veg í EM-finaluna, tá Laura Giuliani í italska málinum langt inni í tíðini dómarin hevði lagt [...] leiktíðin var liðin fekk Ongland eitt brotsspark, ið frásøgufólkini hjá danska TV3 hildu var eitt ivasamt brotsspark. Laura Giuliani bjargaði brotssparkinum hjá Chloe Kelly, men Chloe Kelly var skjót á returinum [...] lendir fyri føturnar hjá 19 ára gomlu Michelle Agyemang, ið meddaði hann í netið til 1-1. Ongland var bjargað á málstrikuni. Italia legði seg á odda við einum máli Barbara Bonansea skoraði í 34. minutti
Sosialin, at teir vóru ikki í iva um, at talan var um eina politiska setan. Stutta tíð eftir, at tíðindaskrivið um setanina er sent út, so byrja ein longri røð av viðerkingum og lesarabrøvum. Fleiri pr [...] SAMANUM Alt byrjar við, at Føroya Fornminnissavn í longri tí virkar uttan nakran fastan stjóra. Arne Thorsteinsson fer úr starvinum um árskiftið 2001-2002. Hann hevði tá í eina tíð verið í farloyvi. Símun [...] at viðgera umsøknirnar og gera tilmæli. Eftir ásetingunum í starvsfólkapolitikkinum hjá landinum er tað aðalstjórin, ið setir setanarnevndina. Sum siðvenja er, verður aðalstjórin sjálvur formaður fyri s
hvørjar alveiðingar tað fer at fáa fyri tey øki í landinum sum tað rakar, um nakrir av lemmatrolarunum verða kroystir úr flotanum. ? Hvørjar avleiðingar fer tað t.d. at fáa, um tað eydnast at kroysta annan [...] fiska so nær landi, sum gjørligt. Tað verða teir heilt einfalt trýstir til.Tað er sjálvsagt, at færri dagar eitt skip hevur, skjótari vil tað hava greiðirnar í sjógvin. ? Tað fer heldur ikki at bera til hjá [...] at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um. Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga
málini ímóti okkum á Toftum. Vit kenna tað soleiðis, at allir dystirnir hjá okkum eru finalur, har dagsskráin er at sleppa longri burtur frá botninum, og soleiðis verður tað eisini ímóti ÍF, sigur AB venjarin [...] heimavølli ímóti meistarunum í B36, og AB í 2-2 dysti á Svangaskarði, eftir at AB eina løtu var frammanfyri 2-0. Tað plagar at vera strevið hjá ÍF á Argjum, men Jákup Mikkelsen, ÍF venjarin, sigur seg hava [...] Petersen eru tøkir aftur eftir leikbann. Tað er ivasamt, um Poul Nolsøe Mikkelsen og Aseshina Lawal vera førir fyri at spæla ídag. AB venjarin, Trygvi Mortensen, var leingi væl nøgdur við avrikið á Toftum
eindarstat. Tað ger heimastýrislógin eisini. Eindarstaturin er tó júst tað sum vit skulu burtur frá. Skal ríkjasamstarvið verða samansett av javnsettum londum ella tjóðum, má eindarstaturin sum tað fyrsta víkja [...] heimildarlógin. Yvurtøkulógin var eitt ómetaliga gott amboð hjá Føroyum at fáa. Hon staðfestir, at Føroyar kunnu yvirtaka málsøki, (nøkur undantikin), tá føroyingar sjálvir vilja tað. Áðrenn yvirtøkulógina vóru [...] niðurstøðuna: Ja til yvirtøkulógina men nei til heimildarlógina! Tað er sera óheppi, at hesar lógir skuldu vera tengdar hvør at aðrari, so tað má hava kenst sum ein keðilig støða hjá táverandi politikkarum
salinum mátti takast upp og turkast, og alt annað mátti vaskast og reinsast. - Oljusótið var næstan tað ringasta, tí tað fór um alt húsið og heilt yvir í Margarinfabrikkina, sum av tí sama varð stongd í nakrar [...] Tað var mánanáttina, at óbodnir gestir brutu inn á Tjóðpall Føroya í Sverrisgøtu í Havn og framdu umfatandi herverk. Teir ella tey kutaðu kaðalar, skræddu dúkar, knústu og brutu og lótu vatn renna. Støðan [...] brúkast aftur. Allir ljóskastararnir eru tiknir sundur og reinsaðir. Tað sama við búnunum, sum allir ikki kunnu reinsast til at brúka aftur Tað er ikki rættiliga greitt enn, hvussu nógv av tí ymiska, ið má skiftast