Tjóðpallurin bíðar framvegis

Umvælingarnar eftir herverkið og síðan alt sóti á Tjóðpallinum eru við at koma undir land, og í næstu viku verður farið aftur at venja á pallinum, men einki er enn at frætta frá DNA-kanningunum

Tað var mánanáttina, at óbodnir gestir brutu inn á Tjóðpall Føroya í Sverrisgøtu í Havn og framdu umfatandi herverk. Teir ella tey kutaðu kaðalar, skræddu dúkar, knústu og brutu og lótu vatn renna.
Støðan gjørdist ikki betri, tá ið oljufýrið 1. november sló niður, og sót fór um alt húsið.
Líka síðan herverkið hendir, hevur virksemið í húsinum verið skert, tí gólvið í salinum mátti takast upp og turkast, og alt annað mátti vaskast og reinsast.
- Oljusótið var næstan tað ringasta, tí tað fór um alt húsið og heilt yvir í Margarinfabrikkina, sum av tí sama varð stongd í nakrar dagar, meðan tey vaskaðu, sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpalli Føroya.
Sótið hevði ógvusligar avleiðingar, tí øll útgerð mátti takast sundur. Sumt er sent til Danmark til umvælingar, og ikki alt kann brúkast aftur. Allir ljóskastararnir eru tiknir sundur og reinsaðir.
Tað sama við búnunum, sum allir ikki kunnu reinsast til at brúka aftur
Tað er ikki rættiliga greitt enn, hvussu nógv av tí ymiska, ið má skiftast út.
Tryggingin tekur við eftir sótskaðan, men ógreitt er framvegis við skaðanum aftan á herverkið, tí politiið bíðar framvegis eftir úrslitunum av DNA-royndunum, sum tiknar vórðu á staðnum í september. Næstan fýra mánaðir eru lidnir, síðan herverkið varð gjørt, men tað tekur longri tíð at fáa royndirnar kannaðar, tá ið eingin skuldsettur er í einum máli. Eingin er skuldsettur fyri herverkið á Tjóðpallinum.
Jenny Petersen hevur alla hesa tíðina kunnað sitið á skrivstovu síni á Tjóðpallinum, men tað hevur hvørki borið til at vant ella spælt í húsinum hesa tíðina.
Nú er komið so væl undir land við umvælingunum, at tey í seinastu viku kundu fara inn aftur í høllina, har venjingar til ein nýggjan leik byrja í næstu viku.