tempoið og harvið dynamikkin á flog. Tá hugsað verður um, at leikur byrjar við einum álvarligum óhappi og at tað er hetta óhappi, sum er karmur um leikgongdina, dugdi eg als ikki at skilja, at tey vóru [...] rólig. Her átti at staðið meiri á, frá fyrsta sekundi. Haraftrat tími eg ikki at lesa um, hvat leikurin handlar um í leikskránni og hvussu hann skal tulkast (enntá tvær ferðir!), eg vil sleppa at síggja [...] Leikurin Survivors varð frumsýndur í Sjónleikarahúsinum leygarkvøldið. Talan er um ein-aktara eftir danska leikhøvundanum Kammu Andersen. Í leikskránni og í tíðindaskrivum vil leikurin leiða huga okkara
ein hondbóltsbygd. Tað er tað, ið fólk ganga mest upp í. Sjálvt um vit eisini hava kappróður, talv og annað, so hevur einki sama status um hondbóltur, sigur Áki Egilsnes og heldur fram. - Tað havi vit [...] avgjørdur um, at steðgurin í Føroyum ikki verður drúgvur. - Eg ætli mær at liva av hondbóltinum. Tað er tað, ið eg brenni fyri, og er nokk tað, ið allir hondbóltsleikarar veruliga vilja. Eg veit, at um eg gevi [...] U-21 landsliðið heldur óvæntað vann sín undanbólk í endaspælið til HM, ið varð spælt á høllini á Hálsi um vikuskiftið. Tað hevði hann nú heldur onga orsøk til, tí úrslitini á Hálsi talaðu fyri seg. U-21 landsliðið
eru 10, so nú eru vit 28 íalt. Tað er ikki so lítið.” Hvat mundi hann sagt, um hann vitjaði skúlan í dag? Vit frætta eisini um framkomnar frálæruhættir: “Nú hevur Haraldsen anskaffað sær eitt linguafon-kursus [...] søgu skúlans, er søgan hjá skúlanum vorðin ótrúliga livandi fyri okkum. Hetta hevur ikki verið so nógv ein nostalgisk uppliving, men heldur ein ótrúligur íblástur. Tí í øllum tilfarinum um og myndunum av [...] við denti á menning av hinum einstaka læraranum er eisini ein fyritreyt, um skúlin í framtíðini skal standa seg í kappingini um teir ungu akademikararnir. Ongin bindur seg til eitt arbeiðspláss, sum stendur
Vit vita, at um Javnaðarflokkurin ikki hevði sitið í stjórn, so var tað á forsíðuni í Sosialinum, at tey sjúku fáa ikki pláss á Hotel Tórshavn eru "offur á fullveldisaltarinum". Nú er søgan í Sosialinum [...] útvarpi og sjónvarpi seinastu 7-8 árini. Ein long røð av negativum søgum, klandri og gølum um bæði Tjóðveldisflokkin og um fullveldismálið. Bankar, aðalráð og fakfeløg hava í dag sett samskiftisfólk í starv. [...] nógv av tí, sum Bjarni Djurholm hevur ringt niðan í útvarpið um í 7 ár, og sum verður sent sum tíðindi, er vorðið til nakað? Ella tíðindasøgur um, at eitt nýtt tilboð kemur frá bankum, tryggingarfeløgum og
at avmarka keyparaskaran, og latið útlendskar bankar sloppið at kappbjóða um søluvøruna: Føroya Banka. Hini atlitini snúgva seg um tey árin, sum sølan fer at hava á framtíðar bankarakstur og fíggingarmarknað [...] hava sett okkum fyri. Um tað er at byggja hús, fíggja onnur keyp ella at fíggja vinnurakstur og gera realar íløgur. Haraftrat ynskja vit so stórt avkast sum gjørligt av sparingini – um tað so er sparing til [...] Keypmannahavn ella Reykjavík. Deildin í Føroyum hevði bara havt kundarnar at hugsa um, og so ráðgivið høvuðssætinum um kappingina við hinar bankarnar í landinum. Hetta er eisini orsøkin til, at stórir
landinum. Tað valdar lítil ivi um, at nýggju íslendsku fíggjarrisarnir, eru menn, sum eru staddir ytst á høgraveinginum. Nakað sum giftan hjá eldra Björgólfi eisini ber boð um. Kona hansara, Þóra Hallgrímsson [...] 2005 heiðraður sum besti vinnulívs-tíðindamaðurin í Bretlandi, og hann tykist sannførdur um, at talan ikki bara er um dugnasemi. - Íslendingarnir gjørdu ikki bara íløgur í Russlandi. Teir gjørdu íløgdur í [...] konstruktiónir, har bankin og vinnulívið eru ov nær tengd, bresta sum sápublørur, um eitt veruligt hóttafall kemur. Ávaringar um tað sama hava eisini verið frammi í eitt nú Týsklandi og Japan, har kross-ei
kanska var løtan ikki komin fyrrenn nú, ella sum Voltaire gamli tók til á sinni, tað ræður um at handla, táið søgan opnar gapið fyri møguleikanum. Táið hendan høllin stendur liðug - hon er í grundini ikki [...] er viðurfarist um hesi svæði – sum byrjaði við fótbóltsvøllinum í 1972 – hevur hon umsitingarliga og politiskt verið serliga ásýnilig. Fylt almikið í skipanini, og táið hon stendur liðug um eitt ár, eru [...] skinnini við ætlanina. Stóra takk øll somul. Nú um dagarnar gjørdu vit eitt rend oman til býarinnar bý - París. Í nógv ár hava fraklendingar og onnur ilskast um hina illa dálkaðu ánna Seinen, sum rennur ígjøgnum
meg nú ein dagin um mann , sum lá á deyðastrá, at hann dugdi so væl at rokna, tá ið hann gekk í skúla(barnaskúlanum). Ja, tað var stuttligt hjá honum at koma í himmiríkið, at læra okkurt um tað tóma rúmið [...] geva í dag, tí má vera boð eftir øðrum fólkum, ið kundu tikið um endan í hesi søk. Her skulu vit vísa stórsinni, tí tað er barnið, tað snýr seg um og ikki himmiríkið hjá okkum lærarum. Tað hevði verið vert [...] Tað, sum hjarta mítt brennur fyri, er myndlistin. Er søgan edilig, so er myndlistin ikki minni edilig. Henda grein kann geva okkum eina frágreiðing um okkara støðu í tí tóma rúminum. Vit kunnu seta orð á
kílar, árstøl, bókstavir, búmerki hvørt um annað. Tað er næstan so, at fólkini, sum hava skavað og rist í helluna, bara eru farin heim til døgurða. V ísindi er um undran og forvitni. Hjá Rolf Guttesen hevur [...] ið áður hava roynt fingið eina meining fram um hesi merki. Tað skal ikki avdúkast, hvør niðurstøðan er hjá Rolf Guttesen, men hon tykist vera eftirfarandi. S um sagt verður Rolf Guttesen noyddur at gita [...] tað, ið hann í fleiri førum nevnir delusiónir – t.e. spor, sum fatast skeivt. V.ø.o. snýr bókin seg um identifikatión – og harnæst at leiða okkum ein túr út í tann gamla býin. Tað er ikki altíð at vit fáa
viðkomandi við boðskapi sínum um at velja seg sjálvan við ábyrgd og ikki liva lív sítt við ymsum maskum og leiklutum, sum at enda gerst meiningsleyst uttan ábyrgd og kærleika. Um Gud er deyður, er alt forboðið [...] verður avlurtaður, tú kanst ikki siga egnu áskoðan tína um samfelagið, tí møguliga taka myndugleikarnir teg til fanga. Við hesum meinar Møllehave, at um ein yvirornað kraft ikki er, kann menniskjan gera júst [...] og prátaði við hvønn persón, ið kom framvið og vildi hava eitt prát við navnframa prestin, líkamikið um viðkomandi var edrúur ella ikki. Kristindómur við móðurmjólkini - Tað fall mær sera náttúrligt at gerast