Røða rektarans við 70 ára haldið hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.


Góðu Gestir. Harra Landsstýrismaður, verandi og fyrrverandi lærarar, næmingar og starvsfólk og øll tit onnur, sum eru møtt her vegna tilknýti til ella áhuga fyri skúla okkara.


Í dag eru júst 70 ár síðani, at Studentaskeið Løgtingsins byrjaði sítt virksemi, og tann skúlin, sum vit í dag kenna sum Føroya Studentaskúli og HF-skeið, varð settur á stovn.


Ein slíkan dag er tað natúrligt at hyggja aftureftir og taka samanum, hvat er nátt hesi 70 árini.


Í turrum tølum kann staðfestast, at 4236 studentar og 1303 og HF-arar, ella tilsamans 5.539 pisur hava tikið prógv á skúlanum. Miðnámsskúlin í Suðuroy hoyrir formliga undir skúlan, og tað gjørdu HF-skeiðini í Klaksvík og við Gøtugjógv eisini fram til 1982. Í Suðuroy hava 903 HF-arar og studentar lokið prógv, og í Klaksvík og við Gøtugjógv tóku fram til 1982 113 HF-arar prógv, so samlaða talið av klaktum pisum frá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði frá 1937-2007 er 6575. Harumframt tóku tilsamans 710 næmingar preliminer- og realskúlaprógv hiðani.


Hesi tølini siga í sær sjálvum frá einum munandi íkasti til tað føroyska samfelagið. Men tey siga kanska ikki so nógv um, hvønn týdning skúlin hevur havt gjøgnum árini.


Tá er neyðugt at fara djypri niður og søguna, og tær persónligu upplivingarnar og menningina, ið næmingar gjøgnum tíðina hava upplivað her.


Ein av næmingunum á fyrsta holdi skúlans var Eivind Dahl úr Vági, og frá hansara ídni brævskriving heim til familjuna frætta vit nógv um gerandisdagin hjá fyrstu studentaskúlanæmingunum í Føroyum.


Longu í 1938 heldur hann, at skúlin nærum spreingir karmarnar, hann skrivar tann 23. august:


“Nú eru vit 8 í okkara klassa, og í 1. klassa eru 6. Í 2. preliminer eru 4 og í 1. eru 10, so nú eru vit 28 íalt. Tað er ikki so lítið.”


Hvat mundi hann sagt, um hann vitjaði skúlan í dag? Vit frætta eisini um framkomnar frálæruhættir:


“Nú hevur Haraldsen anskaffað sær eitt linguafon-kursus í fronskum. Vit royndi tað í dag. Tað vísti seg at vera nokk so gott.”


Vit frætta eisini, at Erik Petersen sendir næmingarnar í biograf sum part av undirvísingini og setir teir at skriva stíl um innihaldið.


Jú, skúlin varð í mun til sína samtíð merktur av námsfrøðiligum hugflogi frá fyrsta degi.


Hesar seinastu vikurnar, ið vit hava arbeitt við at fáa til høldar skjøl, myndir og films- og videoupptøkur úr søgu skúlans, er søgan hjá skúlanum vorðin ótrúliga livandi fyri okkum. Hetta hevur ikki verið so nógv ein nostalgisk uppliving, men heldur ein ótrúligur íblástur. Tí í øllum tilfarinum um og myndunum av næmingum, sum hava gingið her gjøgnum tíðina kennir tú so ótrúliga nógv fólk aftur, sum seinni hava sett dám á hetta samfelagið sum undangongufólk innan øll øki – í vinnulívi, felagslívi, innan umsiting, mentan, list og politikk. Tað gongur sjón fyri søgn, at tað arbeiðið, sum hevur verið gjørt á skúlanum, hevur borið stóran ávøkst. Tann týðandi leikluturin, ið skúlin hevur í havt í menningini av føroyska samfelagnum á øllum økjum gerst hervið ítøkiligur og sjónligur.


Og tað gerst uppgávan hjá okkum, sum varða av skúlanum í dag, eisini. Vit ávirka og útbúgva tey, sum skulu mynda samfelagsgongdina og mentanarligu menningina í framtíðini, og tað er ein ótrúliga stór ábyrgd.


Skúlin hevur altíð loyst hesa uppgávuna við at leggja dent á fakliga dygd og halda tann fakliga stoltleikan í hevd. Tí skulu vit halda fram við. Men samstundis skulu vit menna okkum í mun til tey broyttu viðurskiftini, sum okkara næmingar fara at møta. Vit mugu menna okkara førleikar til nýggja tøkni, nýggjar undirvísingarformar og arbeiðshættir bæði fakliga og námsfrøðiliga og taka til okkum nýggjar tankar og nýggj rák, soleiðis at vit eisini framyvir megna at búgva okkara næmingar til tey krøv í nútíðin og framtíðin seta. Tí næmingurin er miðdepilin. Okkara fremsta uppgáva -core business, sum tað eitur á nútíðar leiðslumáli - er at menna næmingin sum persón og borgara, so hann gerst kompetentur bæði sum aktivur luttakari í fólkaræðinum og sum lesandi á hægri útbúgvingarstigi.


Lærarar skúlans eru tann berandi megin, tá hendan uppgávan skal loysast. Teirra førleikar og teirra eldhugur er altavgerandi fyri, at eitt væleydnað úrslit skal spyrjast burturúr ár undan ári.


Og í Hoydølum hava vit ein fakliga dugnaligan, arbeiðssaman og eldhugaðan lærarahóp. Arbeiðið á skúlanum er merkt av, at her eru nógv fólk, ið brenna fyri sínum arbeiði, og her á arbeiðsplássinum er ein góður stemningur millum starvsfólkið, sum ger tað hugaligt at vera her.


Tað er eisini eyðkennandi fyri lærarahópin, at fólk eru altrá eftir at menna sínar førleikar og taka nýggjar og tíðarhóskandi arbeiðshættir og amboð í nýtslu.


Ein annar týðandi táttur í loysnunum á uppgávum skúlans er sjálvandi leiðslan. Hon skal skapa tryggar og greiðar karmar fyri dagliga arbeiðinum, men eisini útinna eina strategiska leiðslu, so øll á stovninum hava eina kenslu av, hvørjum vit arbeiða fram ímóti. Leiðslan skal seta mál fyri virkseminum hjá stovninum bæði verkliga og námsfrøðiliga og syrgja fyri, at tann einstaki lærarin fær høvi at menna seg fakliga, námsfrøðiliga og persónliga til at røkka teimum málum, ið sett vera.


Ein strategisk leiðsla við denti á menning av hinum einstaka læraranum er eisini ein fyritreyt, um skúlin í framtíðini skal standa seg í kappingini um teir ungu akademikararnir. Ongin bindur seg til eitt arbeiðspláss, sum stendur í stað, tí tú ert afturúrsigldur í mun til restina av arbeiðsmarknaðinum, um tú ikki støðugt mennir tínar fakligu førleikar.


Her á skúlanum ynskja bæði leiðsla og starvsfólk í størri mun at kunna arbeiða strategiskt: Menna nýggjar arbeiðshættir, seta mál fyri framtíðina og arbeiða fram ímóti teimum, miðvíst menna og dagføra fakliga og námsfrøðiligu førleikarnar á stovninum og at skipa undirvísingina eftir teimum námsfrøðiligu arbeiðshættum, sum eru mentir í londunum uttan um okkum seinastu árini.


Men okkum vantar í stóran mun karmarnar til at fremja hetta í verki. Í ein ávísan mun fíggjarligar karmar. Men í avgerandi mun høliskarmar. Hølisviðurskiftini avmarka okkara møguleikar at skipa undirvísingina eftir nútíðar námsfrøði, og vit hava ongar umstøður at skipa tey neyðugu rúmini fyri sjálvstøðugari læring hjá næmingunum. Einum nýtist ikki at ganga leingi runt í okkara opna húsi í dag fyri at staðfesta, at bygningarnir eru niðurslitnir, at skúlastovurnar eru ov smáar, at eingi arbeiðspláss eru til lærararnar, at eingi felagsøki eru til næmingarnar at uppihalda sær á, tá teir ikki eru í tíma, at eingi høli eru til bólkarbeiði, ella til tvørfakliga undirvísing í størri holdum, og ongar umstøður til at skipa eina kunningarmiðstøð, t.e. bókasavns og teldumiðstøð, har næmingar kunnu arbeiða sjálvstøðugt og hava atgongd til undirvísingartilfar á prenti og í talgildum formi.


Hetta má gerast nakað við, og verður tað vónandi innan fyri tey næstu árini.


Tá skúlin fylti 60 væntaðu vit, at ein umfatandi umbygging skuldi fara í gongd í Hoydølum. Í staðin fekk skúlin á sjálvum 60-ára degnum lovaðan ein nýggjan skúla í einum ætlaðum depli úti í Marknaðgili. Hesin gjørdist av ongum fyri Studentaskúlans viðkomandi. Hesi 10 árini eru teir karmarnir, ið vóru staðfestir at vera niðurslitnir og ótíðarhóskandi longu fyrst í 90unum, slitnir niður í 10 ár afturat, uttan at nøkur varandi loysn er á borðinum í løtuni. Tað mugu og kunnu ikki ganga 10 ár afturat á sama hátt.


Ein ávís gongd tykist tó at koma á málið nú.


Í løtuni siti eg sjálvur triði í einum arbeiðsbólki undir Mentamálaráðnum, sum skal fyriskipa eini kanning av verandi umstøðunum í Hoydølum. Kanningin verður í tveimum: Ein tøknilig frágreiðing um standin á bygningunum og møguleikarnar fyri at laga teir til framtíðar námsfrøðilig krøv, ið Teknologisk Institut ætlandi fer at standa fyri. Og ein námsfrøðilig og kvalitativ frágreiðing um skúlan, skúlaumhvørvið og møguleikarnar fyri at menna undirvísingarvirksemi her á staðnum, ið Ole Jellingsøe fer at standa fyri. Ole Jellingsøe er fyrrverandi rektari, søgufrøðingur og námsfrøðingur við serkunnleika í byggisøgu og byggilist. Hann hevur skrivað bøkur og greinar um námsfrøði og bygging av miðnámsskúlum. M.a. er hann fastur ummælari í blaðnum Gymnasielæreren, tá tað snýr seg um bygging av nýggjum miðnámsskúlum í Danmark. Tað er landsstýrismaðurin í mentamálum, sum hevur tikið stig til hesa kanning, sum vit í arbeiðsbólkinum vóna at hava lidna í heyst. Tá hon fyriliggur, hava politikararnir í hvussu er eitt grundarlag at taka støði til framtíð skúlans.


Eg skal ikki fara at spáa um niðurstøðuna av kanningini ella gera nakað tilmæli, sum tekur fram í hesa niðurstøðu. Tað eru sum so tríggjar møguligar loysnir fyri framtíðar karmunum hjá skúla okkara: Ein umfatandi um- og útbygging av verandi karmum (og komandi kanningin skal avgera um hetta er ein skilagóð ella yvirhøvur møgulig loysn), ein nýggjur skúli her í Hoydølum, sum pláss er fyri, um farið verður eitt sindur niðan í lendið, ella ein nýggjur skúli aðrastaðni í Suðurstreymoy. Allar loysnirnar hava vansar og møguleikar í sær, og eru tí út frá hvør sínum fyritreytum skilagóðar. Eg haldi eg tali fyri øll her á skúlanum, tá eg sigi við landsstýrismannin og við politisku skipanini sum heild: Sum karmarnir og møguleikarnir hjá okkum eru nú at gera okkara arbeiði til lítar og skapa ta menning í undirvísingini, sum vit ynskja at fremja, hevur tað størri týdning, at ein avgerð verður tikin, enn hvør avgerð verður tikin. Bara avgerðin verður tikin skjótt og fylgd upp við atgerð og neyðugari fígging. Skúlanum tørvar fyrst og fremst at fáa nøktandi og tíðarhóskandi karmar, okkum tørvar at hyggja frameftir og okkum tørvar umstøður, sum loyva okkum at brúka okkara orku til at menna møguleikarnar heldur enn støðugt at stríðast við avmarkingarnar.


Føroya Studentaskúli og HF-skeið er ein skúli við eini –í føroyskum høpi- drúgvari søgu. Hann er ein stovnur við ein sterkum samleika og einum sterkum fakligum stoltleika. Hetta er ein skúla sum við støði í hesum hevur ein eyðsýndan profil í tí føroyska skúlaheiminum og í tí føroyska samfelagnum. Hann er eisini ein mentanardepil millum tey ungu við einum virknum tónleika-, sjónleika og myndlistalívi – sum seinnu árini eisini er víðkað við filmslist- , sum seinastu árini eru vorðin styrkt við, at tey skapandi fakini í alt størri mun eru tikin inn í tímatalvuna.


Føroya Studentaskúli og HF-skeið hevur tí nógv virði, sum tað enn á 70 ára degi stovnsins er vert at halda fast í, byggja víðari á og menna. Tað vóni eg, at stovnurin fær høvi til – eisini í einum endurnýggjaðum bygnaði fyri gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar í Føroyum – og tað gleði eg meg til at fremja í verki saman við starvsfólkum og myndugleikum.


Eg fari at enda at ynskja okkum øllum somlum tillukku við føðingardagsbarninum. Og eg vóni, at skúlin, tá hann fyllir 75 ár í 2012, kann halda tann dagin í glæsiligari og meira tíðarhóskandi karmum enn vit halda 70 ára dagin í dag.


Mikkjal N. Helmsdal.