- Mín høvuðsniðurstøða um politikk og fjølmiðlar í Føroyum er rættiliga greið: Meginparturin byggir á mytur, fordómar og ósannleikar, sum ongantíð verða eftirkannað.
Hann hevur roynt at sita báðumegin borðið. Fyrst sum ágrýtin fjølmiðlamaður í Sjónvarpi Føroya, og síðan 1998 hevur Høgni Hoydal verið ein av fremstu politikarum í Føroyum. Hann er heldur ikki bangin fyri at loysa frá posabandinum.
- Vit vita, at um Javnaðarflokkurin ikki hevði sitið í stjórn, so var tað á forsíðuni í Sosialinum, at tey sjúku fáa ikki pláss á Hotel Tórshavn eru "offur á fullveldisaltarinum". Nú er søgan í Sosialinum og á Portalinum vinklað soleiðis: "Tey sjúkU fara nú at fáa tað nógv betri."
Sjúrður eingin spunasmiður
Tú hevur persónliga havt spunasmið/samskiftisfólk at hjálpt tær sum politikari. Hvussu ávirkar hetta títt politiska arbeiði?
- Nógv hava íspunnið ta mytuna, at Sjúrður Skaale arbeiddi sum spunasmiður hjá mær í Tinganesi. Tað gjørdi hann ikki. Hann arbeiddi fyrst og fremst fakliga við at skriva Hvítubók og at leggja útgávur og kunning til rættis um fullveldismálið, ið jú varð samtykt á Føroya Løgtingi.
Hevði Sjúrður verðið settur sum spunasmiður, so hevði nógv av tí, ið gjørt varð, verið gjørt bæði professionellari og nógv betri sum heild. Men hann fekk – tíverri – ikki ta uppgávuna. Tað sama kann sigast um arbeiðið hjá Sjúrði í Norðuratlantsbólkinum. Hann gjørdi eitt sera stórt fakligt arbeiði sum samfelagsfrøðingur við frágreiðingum og útgávum. Hann var sum ein sjálvstøðugur persónur og ikki ein ørindadrongur. Tíbetur.
Fólk vilja helst siga til hesa útlegging: “Nei, nú tvætlar Høgni og manipulerar” Tjóðveldisflokkurin hevur stýrt fjølmiðlunum!”
Men so er sanniliga illa arbeitt. Tað er bert at blaða aftur í bløð, ella leita í útvarpi og sjónvarpi seinastu 7-8 árini. Ein long røð av negativum søgum, klandri og gølum um bæði Tjóðveldisflokkin og um fullveldismálið.
Bankar, aðalráð og fakfeløg hava í dag sett samskiftisfólk í starv. Væntar tú, at hetta rák vindur upp á seg, og politiskir flokkar eisini fara at seta samskiftisfólk/spunasmiðir í fast starv?
- Ja avgjørt. Og politiskir flokkar fara at seta spunasmiðir beinleiðis á floksskrivsstovurnar – serliga teir, sum hava nógvan pening. Eisini fara løgmaður og landsstýrisfólk at seta persónligar spunasmiðir, eins og núverandi løgmaður hevur sett nærum alt embætisverkið at vera spunasmiðir fyri seg persónliga. Men hetta er sum so ikki nakað nýtt rák í politiskum flokkum ella í landsstýrinum. Føroyar hava jú ongantíð havt eina frælsa pressu. Hvør flokkur – og harvið øll landsstýrisfólk – hava jú seinastu 60-70 árini havt ein heilan fjølmiðil í part gjøgnum partapolitisku bløðini. Hvør flokkur sítt blað, sum so aftur eisini fakfeløg og ymsar fyritøkur stuðlaðu og fingu pláss í.
Hesi bløð vóru – og summi eru enn – reinir propagandasentralir, ið gjørdu alt tað, sum teir nútímans spunasmiðirnir gera í dag: At tekna glæstrimyndir av “sínum” flokki og “sínum” politikarum. At fjala og krógva tað skeiva og ringa. At pynta veruleikan til frama fyri sín flokk. Og at leypa á politisku kappingarneytarnar.
So hetta er ikki nakað nýtt. Nú verður bert lagt eitt nýtt lag – eitt nýtt jaður – av fólkum við somu uppgávum, sum partapolitska pressan altíð hevur havt, sett úti á floksskrivstovunum, í aðalráðum, í fyritøkum og hjá feløgum. Tey eru betur lærd og fáa hægri løn – men tey eru at samanbera beinleiðis við ta gomlu partapolitisku pressuna. Tó er munurin, at hesir nýggju spunasmiðir kunnu skifta ímillum arbeiðsgevarar – alt eftir lønar- og arbeiðstreytum, meðan fyrr vóru spunasmiðirnir floksloyalir og bundnir at tí.
Hvør, metir tú, setir dagsskránna í Føroyum, fjølmiðlarnar, spunasmiðir/samskiftisfólk ella politikararnir?
Tað er sjálvsagt ein blanding. Men í høvuðsheitum er tað: Sitandi valdið og sterkastu áhugabólkarnir. Søgur um, “at nú ætlar landsstýrið... og nú er eitt upprit gjørt... og nú verður tað... og Fólkaflokkurin ætlar at gera... fylla so ómetaliga nógv – og tað er vaksandi. Hevur nakar tildømis kannað, hvussu nógv av tí, sum Bjarni Djurholm hevur ringt niðan í útvarpið um í 7 ár, og sum verður sent sum tíðindi, er vorðið til nakað?
Ella tíðindasøgur um, at eitt nýtt tilboð kemur frá bankum, tryggingarfeløgum og fyritøkum. Ella at Vinnuhúsið heldur tað og tað...
Samanumtikið: Fjølmiðlarnir seta alt ov lítið dagsskránna sjálvir. Teir sterkastu og teir frekastu áhugabólkarnir faá beinleiðis ella umvegis spunasmiðir “sínar” søgur fram. Tá fjølmiðlarnir sjálvir gera tað – sum jú sjálvandi fleiri góð dømi eru um – so flytur tað mørk og skapar kjak og støðutakan.
Sterku kreftirnar stýra miðlunum
Hvussu fer tað at ávirka føroysku miðlarnar, at vinnulív, flokkar og tað almenna fara at styrkja seg við spunasmiðjum?
Í ringasta føri: Um almennu miðlarnir - Útvarp og Sjónvarp - ikki verða styrktir heilt munandi við minst tvífalding av fíggjarligum tilfeingi og starvsorku til journalistiskt virksemi. Um Dimmalætting ikki fullførir sínar rósvedu royndir at gerast veruligt óheft blað og eisini fer at brúka aðrar miðlar (ljóð, myndir og internet). Um ein fullkomin kollvelting ikki hendir á Sosialinum og hansara monopoli til meiningsskapan á Portalinum hjá einum almennum partafelag, ið vit øll
hava fíggjað. Ja, so sleppa tær sterkastu peningaligu kreftirnar, teir sterkastu áhugabólkarnir og teir politisku flokkar, ið eru mest vanir at hava valdið - koma umvegis spunasmiðir at tekna júst ta myndina av sær og sínum virksemi í øllum miðlum. Tað sitandi valdið kemur at sita á allari tí stóru fjølmiðlamyndini.
Vit fáa miðlar sum eina blanding millum Sosialin og Vikublaðið í dag.
Tað fyrra: Undirhald seymað saman við juhu-søgum um tann flokk, teir politikara og tær fyritøkur teir kenna seg bundnan av - og so nakrar síður í temabløðum til meira kritisk evni, sum kann legitimera restina.
Tað seinna: Lýsingar við onkrum undirhaldi - og so tíðindaskriv frá landsstýrinum og fyritøkum, sum lýsa í blaðnum, men ongantíð nøkur kritisk viðgerð av nøkrum ella tíðindi frá teimum, ið ikki hava valdið.
Ongin fer at tora ella megna at bjóða maktini av - uttan í ávísum upplopum í almennu miðlunum, drivin fram av einstaklingum. Kritiskt orðaskifti fer so at siga bert at fara fram á internetinum og umvegis annað meira undirgrundarkent samskifti.
Hetta er sjálvsagt hart sagt og sett upp á spíssin, men soleiðis sær gongdin altso út í løtuni. Og tað er álvarsligt.
Heldur tú, at føroyskir journalistar fara nóg tætt at tykkum politikarum?
Føroyskir journalistar alt ov autoritetstrúgvir. Tess hægri persónurin er í politiska hierarkinum, tess minni kritisk viðgerð. Ein løgmaður og ein landsstýrismaður kunnu siga nærum hvat sum helst uttan mótspæl og uttan at verða avdúkaðir. Sitandi valdið hevur altíð fyrimun. Aftur her eru undantøk, har einstøk tíðindafólk onkuntíð tora at viðgera maktina og hennara uppáhald. Og fólk gerast sum oftast skelkað, tá tað hendir, og sannleikin verður avdúkaður.
Men fyri at vera heilt frekur og siga mína hugsan bart út: Minst 80-90% av fjølmiðlavirkseminum og politiska virkseminum í Føroyum fara til at varðveita og endurskapa valdið hjá teimum sterkastu - bæði í politikki, vinnulívi, embætisverki og samfelagnum annars. Við tilvildarligum mikrofonhaldaríi, veruleikapynting og beinleiðis villleiðing av almenniningum. Meðan kanska 10-15% er fjølmiðlaarbeiði, ið bjóðar maktini av vegna almenningin.
Persónligheit avgerandi aftur
Mangan verður sagt uttanlands, at ein politikari, sum skal standa seg væl, er noyddur at duga “at bera seg at” í miðlunum. Er hetta eisini galdandi í Føroyum?
Ja, men bara partvís. Vónandi verða politisku flokkarnir nógv betur skipaðir og geva “skúling” og hjálp til øll valevni. Men eg rokni við, at persónligheit og “identifikasjón” fer at vinna inn aftur. Smartar viðmerkingar og standardsvar við flottum slipsum, fara at verða so vanlig, at ein, ið brýtur frá og ikki er topp-trimmaður, fer at fáa fyrimun. Sjálvur havi eg ikki hildið tað verið bara fyrimunir við at kenna sjónvarpsmiðilin, áðrenn eg gjørdist politikari. Føli ofta, at fjølmiðlafólkini kýta seg serliga til tess at prógva, at eg skal ikki halda meg hava fyrimunir, og tí koma við serliga “hvøssum” spurningum og vinklum – sum onkur annar ikki hevði fingið.
Kann tað hugsast at Høgni Hoydal fer formelt at seta eitt samskiftisfólk ella spunasmið at arbeiða fyri seg í framtíðini?
Ja, tað kann gerast neyðugt. Men fyri flokkin. Eg fari neyvan at duga at hava ein “persónligan spunasmið”, tí eg dugi alt ov illa at útdelegera hesa uppgávu og at leggja eitt slíkt arbeiðsbýti til rættis. Haldi meg altíð vita nóg væl um hetta sjálvur, og eg havi higartil nærum altíð skrivað allar røður sjálvur og havt alt samband við fjølmiðlarnar persónliga. Eg yvirmeti helst míni evni, og úrslitið hevur mangan verið hareftir.
Kanst tú hugleiða eitt sindur um, hvussu tú væntar viðuskiftini millum politikk og fjølmiðlar fara at síggja út í framtíðini?
Politikkur og fjølmiðlar eru sum siamesiskir tvíburar. Men eg rokni við, at politikkur í framtíðini fer at fylla minni í teimum “stóru” og vanligu fjølmiðlunum, enn vit hava verið von við. Alnótin og teldan fara at verða samskiftismiðilin burturav, og tískil skulu vit rokna við, at politiskir flokkar og einstaklingar fara at leggja alt tað, sum fyrr hava verið lýsingar í bløðunum, blaðkjak, lesarabrøv o.a., á sína heimasíðu og sína “bloggar”. Vit fara at hava bæði myndir, tekst og ljóð og tónleik, sum politisk propaganda-amboð á hesum miðli.
Tað, ið vit í dag rópa almenna kjakið, har nærum allir samfelagsborgarar hava savnast um ein felags miðil, sum bløð, útvarp og sjónvarp, fer at verða meira spjatt og interaktivt. Og her koma samskiftisfólk, spunasmiðir, at leggja stóran part av síni orku. Og vit fáa so at siga partapolitisku pressuna aftur á heimasíðum.
Hinvegin – og nú ynski eg afturímóti míni fyrru døpru meting av gongdini – kann hetta kanska geva fjølmiðlunum, sum veruliga amboðið hjá almenninginum, ein møguleika aftur at seta sína egnu dagsskrá, har teir ikki lata seg bumbardera av spunasmiðunum.
-----------
FAKTA:
Navn: Høgni Hoydal
Aldur: 40 ár
Starv: Løgtingsmaður og fólkatingsmaður
Útbúgving: Kandidatur í samskifti og søgu
Starvsroyndir: Landsstýrismaður, løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Eisini roynt seg sum tíðindafólk í sjónvarpinum og dekkari
----------
Um greinarøðina...
Politikkur gongur meira enn nakrantíð fyri seg í fjølmiðlunum. Vil ein politikari gera vart við seg, sleppur hann ikki undan at nýta fjølmiðlarnar sum sýnisglugga, tí í fjølmiðlunum hittir politikarin flestu av sínum veljarum. Hetta er bakgrundin fyri spinn og spunasmiðum. Meðan hugtakið spinn og spunasmiðir framvegis er rættiliga nýtt í føroyskum høpi, so hevur stór orka verið nýtt til at lýsa og skilja virksemi hjá spunasmiðum í londunum uttanfyri Føroyar. Sosialurin fer komandi vikurnar at taka pulsin við at varpa ljós á samskiftið millum politikarar og fjølmiðlar í Føroyum.