skrá, tá hon kemur til eitt land. Og hetta er eisini galdandi nú, hon er komin til Føroya. ? Eg vil vera her á ólavsøku. Ferðin er løgd soleiðis til rættis, at eg kundi vera her til tjóðarhátíð tykkara [...] kom systir Ruth til Føroya. Hvussu leingi hon ætlar at steðga er ikki avgjørt enn. Men hon ætlar í øllum førum at vera her á ólavsøku. Deyðshóttanir Systir Ruth ferðast kring heimin fyri at boða gleðiboðskapin [...] systir Ruth. Tá hon kemur til eitt nýtt land, fer hon runt við standmyndini á barrir, skúlar, sjúkrahús, fongsul og so framvegis, har hon hittir fólk. ? Tað týdningarmesta fyri meg er at hitta fólk, sum
hoyra meira til verkini. Men á skránni til hetta kvøldið - sum kórið sjálvt kallaði eina aðalroynd til Baltikumferðina - var bara verkið hjá Kára Bæk, sum stavaði frá tí kappingini. Eitt svar til hesa undran [...] prikinum hjá Regini Dahl til fosturlandsklichéina: »Vit eru føroyingar serstøk tjóð«, og skapað hana um til tónleik. Modulasjónir og kakafoniskár ritubergseffektir fingu áhoyrarar til bæði at frøðast og flenna [...] Bjarni Restorff rós uppiborið fyri sín leiklut í øllum tí, sum fór fram í allari framførsluni. Bæði sum kórleiðari, tónasmiður og fyri útsetingarnar vann hann sær heiður. Samanumtikið ein góð og fjølbroytt
er umráðandi at býta hetta upp. Tað snýr seg um ábyrgd fyri sær sjálvum, og ábyrgd fyri øðrum, sigur Heri Kragesteen. -Eitt dømi eru kanska míni barnaár. Eg eri føddur í 50‘unum, og tá høvdu heim og skúli [...] bangnir fyri?, spurdi onkur herfyri, sigur Heri, og svarar sjálvur, at kanska eru teir bangnir fyri sær sjálvum og sínum driftum, og teir hugsa, at “onnur mugu ikki, tí so er tað eisini vandamikið fyri meg” [...] heimild, sigur Heri Kragesteen, og leggur afturat, at hetta helst hevði nakað at gera við, at víst var til hallgubók hesum viðvíkjandi. -Skynsemi og vitan eru lyklaorð. Í mínari verð finnast ikki sannleikar
almannaøkinum Tað kemur fyri, at føroyingar verða sendir til danskar stovnar, bæði við uppvenjing og varandi uppihaldi fyri eyga. Føroyskir myndugleikar rinda longu sum er fullan prís fyri hetta, umframt aðrar [...] jálp Í grundregluni fer møguleikin fyri at kunna senda føroyingar/danir heim í staðin fyri at veita teimum forsorgarhjálp at verða víðkaður, um farið verður yvir til teir norðurlendsku sáttmálarnar, men [...] flutt verður úr Danmark til Føroya verður einki arbeiðskrav sett. Tá ein borgari er fluttur úr teirri donsku til ta føroysku skipanina ella øvugt, hevur hann beinan vegin rætt til allar veitingar í arbe
verður av røttum tikið til, at børn og ung hava tað fyri at leika og reika á so nógvum pallum, hava nógvar ymiskar leiklutir og gott tað sama, tá tað hoyrir árunum natúrliga til og ivaleyst er liður í [...] gur, helt fyrilestur. Fólk spyrja sum nátúrligt er, hvat hetta er fyri nakað, og um ungdómar ikki hava annað og betri at taka seg fyri enn at meinsla hvønn annan. Eisini verður spurt um garvillir ungdómsbandar [...] sigur Eyðun Joensen. Felagsnevnarin Tað er ringt at finna ein felagsnevnara fyri, hvat tað er, sum fær summar ungdómar til einsæris ella saman í bólki at fara yvirum alt rímiligt mark at gera um seg,
skomm fyri nakað lið at tapa fyri HB í Gundadali, men fyri viðhaldsfólkini hjá felagsliðnum mundi tað kennast eyðmýkjandi, at liðið skuldi fara somikið nógv niður við nakkanum. Hugtakið »heiðurligt tap« [...] Jacobsen til tíðir fekk áskoðararnar at gloyma alt um, at Rúni Nolsøe vegna skaða ikki fekk tikið lut í dystinum. Talan var kanska ikki um teir heilt nógvu møguleikarnar, men HB hevði nú heldur ikki fyri neyðini [...] neyvleika væl havt skotið fleiri mál. Tað bleiv tó bert til eitt av slagnum, tá Rókur F. Jespersen átti seinasta fótin eftir frísparksinnlegg. Fyri HB bar sigurin sjálvandi fyrst og fremst við sær, at teir
stilgongdina og annars at umboða Føroyar so væl sum møguligt. Men Edmund Joensen kemur til ta niðurstøðu, at fyri mær er ongin vón, tí sambært honum havi eg ilskast inn á búskaparligar hóttanir úr Danmark [...] sjálvsavgerðarrættur hevur fyri framburð í einum landi, óansæð hvussu stórt landið er. Hann kann tó bara fegnast um, at sambandsfólk í Føroyum ikki hava funnið útav tí. Fíggjareftirlitið til viðgerðar í fólkatinginum [...] enn. Yvirtøkuna av fíggjareftirlitinum var eisini tað, sum eg legði dent á, tá fíggjarlógina fyri 2009 var til viðgerðar á Fólkatingi. Tá segði eg soleiðis: ”Finanstilsynet af Færøerne er ligeledes et område
sigur seg kenna lítið til komandi mótstøðuliðið, men heldur, at tað eisini kann verða til okkara fyrimun, at rumenar kenna eins lítið til okkum. Áki Olsen er annars ivasamur til dystin, meðan Bjarni Wardum [...] hevur Marek Wierzbicki gjørt avtalu við VB fyri komandi árið. Fótbóltslandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til árið, og Allan Simonsen hevur tikið 20 mans út til fyrstu venjingarnar. Tjaldur hevur fingið [...] málmansvenjaranum hjá Herfølge skeið fyri føroyskum venjarum. 25. januar Julian Johnsson hevur brotið beinið. Hann er tí ikki við á landsliðsferðini til Svøríki, og er ivasamur til dystirnar móti Luksemburg og
syngja fyri tær!" So tók eg gittarin og setti meg á songarstokkin og sang sangin fyri honum: Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg, sendi hann til Golgata. Skuldarfríur har hann sligin varð fyri meg, ein [...] Orðsins tænastu, at hann fór til Íslands – óvitandi um at hann hevði sagt farvæl við síni kæru fyri seinastu fer her á fold. Meðan hann var í Islandi, skrivaði hann eitt bræv til okkum fýra. Tað er dagfest [...] sína tíð arbeitt í verkið Harrans. Tey eru eldhugað og íðin at virka fyri Harran í talu og verki, og eg veit eg kann siga fyri øll míni syskin, at vit eru ómetaliga errin av at hava tykkum sum foreldur,
gulum húsum oman fyri vegin i Giljum í Sandavági. Tann 30 ára gamli Gunnar Nattestad, sum er stillaður upp til løgtingsvalið á sambandslistanum i Vágum. Gunnar er miðvingur, sum er fluttur til Sandavágs, haðani [...] við fasta sambandið undir Vestmannasundi, ikki verður til nakað. Hann ásannar, at tann peningur, sum partafelagið Vágatunnilin hevur fingið til vega til íløguna uttan um fíggjarlógina, sjálvandi skal gjaldast [...] Nattestad. Men hann er tó ikki avvísandi fyri møguleikanum fyri, at vit royna at finna einahvørja avtalu við danir um at býta kostnaðin. Eingin kapping Tað var fyri so vítt eingin kapping um at sleppa á