Næstan altíð bangin

Systir Ruth, nunna, hevur seinastu 17 árini ferðast við standmynd sínari av Mariu og Jesusbarninum. Lív hennara hevur fleiri ferðir í vanda, og hon er næstan altíð bangin, men hon vildi ikki givið upp arbeiði sítt fyri allar pengarnar í verðini

Nunnan, systir Ruth, er 63 ára gomul, og seinastu 17 árini hevur hon ferðast kring allan knøttin við síni standmynd av Mariu og Jesusbarninum.
Hon hevur verið í 207 londum í heiminum ? henni vantar enn 30, men mál hennara er at náa hesi londini innan tvey ár eru liðin.
Sunnudagin kom systir Ruth til Føroya. Hvussu leingi hon ætlar at steðga er ikki avgjørt enn. Men hon ætlar í øllum førum at vera her á ólavsøku.

Deyðshóttanir
Systir Ruth ferðast kring heimin fyri at boða gleðiboðskapin. Sjálv er hon katólsk, men hon vitjar allar trúarbólkar. Fyri hana er tað týdningarmesta at koma út við Guds orði, og hevur hon vitjað nógv vandamikil støð ígjøgnum seinastu 17 árini.
? Eg eri fleiri ferðir vorðin hótt og álopin. Í Norðurírlandi varð eg álopin, og onkur hevur eisini stoytt eitrandi tablettir í kaffið hjá mær. Nógvir satanistar hava nógv ímóti mær, og tí fara teir heldur ikki væl við mær, sigur systir Ruth.
Tá hon kemur til eitt nýtt land, fer hon runt við standmyndini á barrir, skúlar, sjúkrahús, fongsul og so framvegis, har hon hittir fólk.
? Tað týdningarmesta fyri meg er at hitta fólk, sum ikki vanliga fara í kirkju. Tey koma til mín, og eg biði saman við teimum, greiðir hon frá. Hon leggur afturat, at fleiri fólk koma til hennara við persónligum trupulleikum. Eitt nú um hjúnarfelaga, pedofili, AIDS, misnýtslu og so framvegis. Tað hon so ger er, at vísa teimum á Harran og biðja fyri teimum.

Norðurlond best
Nunnan kemur upprunaliga úr Onglandi. Áðrenn hon byrjaði at ferðast kring heimin, arbeiddi hon við brekaðum børnum í London í 30 ár.
Systir Ruth hevur verið í øllum heimspørtunum, og sum sagt, so vantar henni bert 30 lond fyri at hava verið í øllum londunum í heiminum.
? Eg havi verið nógva staðni, og eg havi hitt nógv fólk. Men tað vísir seg, at fólk í Norðanlondum vanliga eru meira fólkalig og hava virðing fyri einum enn aðrastaðni. Til dømis í London rópa og banna fólk eftir mær, har eg komi, og eg havi havt nógvar keðiligar upplivingar, sigur nunnan.
Tað var tá nunnan hevði verið í Íslandi, at fólk søgdu við hana, at hon átti at farið ein túr til Føroya, tí fólkið í Føroyum var ógvuliga kristið.
? Føroyingar eru ógvuliga fólkaligir, og tað er fá støð í heiminum, at fólk eru soleiðis, sum her. Tað ber eisini til at fara inn í eina kiosk í Føroyum, uttan at allar hillarnar eru fullar av pornografiskum bløðum. Tað er fantastiskt, sigur hon og flennur. Stóra standmyndin av Mariu og Jesusbarninum stendur á borðinum. Hetta er onnur standmyndin systir Ruth hevur gingið við. Ta fyrru standmyndina gav hon til eina kvinnu, ið skuldi byggja eitt altar, og sum fegin vildi hava standmyndina hjá nunnuni við.

Onki forðar
Arbeiðið hjá systir Ruth kann ikki gerast sørt vandamikið til tíðir. Men í Føroyum kennir hon seg trygga.
? Eg eri bangin næstan allatíðina. Men onki skal steðga mær í at gera mítt arbeiði. Um eg verði dripin, so góðtaki eg tað. Tað eru so nógv fólk, ið eru vorðin dripin fyri teirra trúgv, og verði eg ein av teimum, so verður tað bara so.
Systir Ruth gongur ikki í nunnuklæðum, sum vit vanliga kenna tey. Hon gongur í púra vanliga klæðum. Orsøkina til hetta sigur hon vera, at hon hevur verið og vitjað so nógv lond, har hon ikki hevði sloppið inn, um hon var í nunnuklæðum.

Vitjar illa stødd
Á ferðum sínum í teimum ymsu londunum vitjar systir Ruth øll sløg av fólki. Vaksin og børn, og eisini ferðast hon í teimum sonevndu »red light districts«, har skøkjurnar halda til.
? Eg síggi hesar naknu genturnar sita í vindeyganum, og so fari eg til teirra at tosa við tær, og tær greiða mær frá sínum søgum. Hvussu teimum er lovað eitt gott arbeiði og góðar umstøður, og so enda tær soleiðis. Tað er syrgiligt, heldur nunnan.
Tær mongu ferðirnar verða rindaðar av pengunum, ið systir Ruth fekk fyri at selja húsini hjá mammuni. Í London eru harafturat nógvir møguleikar at ogna sær ein ókeypis flogferðaseðil uppá, og hesar roynir hon at gagnnýta til fulnar.

Ferðast í Føroyum
Systir Ruth hevur ongantíð eina fasta skrá, tá hon kemur til eitt land. Og hetta er eisini galdandi nú, hon er komin til Føroya.
? Eg vil vera her á ólavsøku. Ferðin er løgd soleiðis til rættis, at eg kundi vera her til tjóðarhátíð tykkara. Eg haldi, at tað er ein vakur siður, sum vísir aftur á tykkara kristnu røtur.
Nær hon fer avstað aftur, er tískil ikki fastlagt enn. Fyrst og fremst ætlar hon sær at ferðast kring landi við standmynd sínari, og tosa við fólk.

30 lond á 2 ár
Nú vanta bert 30 lond, so hevur systir Ruth vitjað øll londini í heiminum. Føroyar eru hennara 207. land.
? Eg hevði viljað havt eina aðra nunnu við mær. Fyri tað fyrsta, so merkir tað selskap, og fyri tað næsta, so er tað ikki eins vandamikið, sum tá ein er einsamallur.
Um tvey ár ætlar systir Ruth at gevast við at ferðast kring heimin, og mál hennara er at hava nátt tey seinastu 30 londini innan ta tíð.
? Eg havi verið kring helvtina av Afrika, í størsta partinum av Asia og mær vantar framvegis nøkur lond í Suðuramerika. Tey vandamestu londini, sum eitt nú Irak, Afghanistan og Saudi Arabia, ætli eg mær at vitja seinast, tí har eri eg bangin fyri at fara.
Spurd um hví hon hevur valt hetta slagi av arbeiði svarar hon:
? Eg byrjaði at lesa Opinberingina, og har sá eg, at nógv av teknunum, ið eru nevnd har eru komin nú.
Hon sigur, at millum annað er álopið á World Trade Center lýst í kapitli 18 í Opinberingini.
Við arbeiðnum kemur systir Ruth í samband við fleiri milliónir av menniskjum, tí tað er ofta, at hon er at síggja og hoyra í sjónvarpi, útvarpi og bløðum. Og eisini tá gingið verður runt, so hittir hon hundraðtals fólk.
? Hevði tað ikki verið fyri míni trúgv, so hevði eg sjálv verið deprimerað. Eg lurti eftir trupulleikum allan dagin. Men mítt arbeiði gevur mær stóra gleði, vón og troyst. Tað týdningarmesta í mínum lívið er Jesu kærleiki, og um eg kann vísa menniskjum á hann, so eri eg gleð. Serliga nú, tá verðin er háttað soleiðis, sum hon er í dag.
? Mítt arbeiði er hart. Men eg vildi ikki givið tað upp fyri allar pengarnar í verðini, sigur 63 ára gamla systir Ruth úr London.