Tað er vón fyri sambandinum eisini!

Sum umboð føroyinga á Fólkatingi síggi eg tað sum mína uppgávu at tæna føroyskum áhugamálum, kunna um føroysk viðurskifti, verja og kunna um fullveldis- og sjálvsstýristilgongdina og annars at umboða Føroyar so væl sum møguligt

Sum umboð føroyinga á Fólkatingi síggi eg tað sum mína uppgávu at tæna føroyskum áhugamálum, kunna um føroysk viðurskifti, verja og kunna um fullveldis- og sjálvsstýristilgongdina og annars at umboða Føroyar so væl sum møguligt.

Men Edmund Joensen kemur til ta niðurstøðu, at fyri mær er ongin vón, tí sambært honum havi eg ilskast inn á búskaparligar hóttanir úr Danmark. Hetta sigur hann í einum lesarabrævi í Dimmu og Sosialinum við yvirskriftini:“vit gróvu tærnar niður í gólvpláturnar á Christiansborg.” Og hendan tærnagravingin skuldi fara fram orsakað av tí brotinum í røðu míni, sum eg helt í samband við opningsrøðuna hjá Anders Fogh, har eg segði.: ”Flere meningsmålinger har vist, at et stort flertal på Færøerne ønsker suverænitet, men at juridiske bindinger og økonomiske trusler forhindrer processen.”

Um hesin setningur fekk Edmund at krympa tær, so man tað verða tí, at hann ikki heldur tað verða hóskiligt at kunna um óromantiskan sannleika niðri á Christiansborg. Tað er í øllum førum einki faktuelt skeivt í hasum sitatinum. Fleiri veljarakanningar eru gjørdar, har spurt verður, um føroyingar ynskja fullveldi. Eisini hevur mangan verið spurt um, hvussu long ella styttri fíggjarlig skiftistíð kann ávirka viljan til fullveldi. Og har er ongin ivi um, at jú longri skotbráið er, jú fleiri tekkjast fullveldinum. So tað er ongin ivi um, at ræðusøgur verða brúktar móti øllum sjálvstýrisframbrotum her á landi. Vilja vit yvirtaka okkurt so koma ræðusøgur beinanvegin, frá fyrst og fremst sambandinum, um at vit eru so fá, so lítil, so viðbrekin osfr. Og har er fullveldi onki undantak. Ræðusøgurnar kunnu fyllast upp í leypar. Men Edmund kann hava rætt í, at ræðusøgurnar koma ikki bara úr Danmark. Og tað var nú heldur ikki tað sum eg segði, hóast Edmund, enntá í gásareygum, siterar meg fyri at hava sagt tað. Tær koma fyrst og fremst frá sambandsvonginum í Føroyum.

Timingin hjá sambandsmonnum

Men so er tað timingin. Edmund heldur ikki, at tað er hóskandi at tosa um hetta nú, samstundis sum lógin um fíggjarligan javnvág kom í gildi. Eg kundi bíða til nakað seinni, so eg ikki provokeraði so illa. Men her tekur Edmund Joensen eisini feil. Tú provokerar ikki danskar politikarar við at fortelja teimum sannleikan um fullveldisgongdina í Føroyum. Tað einasta tú gert, er at tú skapar virðing millum hesar fólkatingslimir. Tann, teir smírast at, er honum, sum á knøunum takkar teimum fyri teirra stórsinnið í ríkisfelagsskapinum. Úteftir noyðist Anders Fogh sjálvandi at gera seg samdan við Sambandsmannin í Føroyum og í Grønlandi, tí tað tryggjar honum valdið yvir einum territoriið, sum er 100 ferðir størri, enn tað landið, hann sjálvur býr í. Men hann veit, um nakar, hvønn týdning fullveldi og sjálvsavgerðarrættur hevur fyri framburð í einum landi, óansæð hvussu stórt landið er. Hann kann tó bara fegnast um, at sambandsfólk í Føroyum ikki hava funnið útav tí.

Fíggjareftirlitið til viðgerðar í fólkatinginum í farna mánað

Og so er tað fíggjareftirlitið, sum vit eiga at yvirtaka ongantíð ov skjótt. Fíggjareftirlitið í Danmark var undir stórum kritikki her í Føroyum í nítiárunum, tá land okkara fór á heysin. Har var onki trygdarnet, har var ongin felagsandi, har var ongin vilji at hjálpa føroyingum, sum sambandsfólk annars royndu at billað okkum inn. Tann einasta trygdin var, at meinigi føroyingurin bjargaði Den Danske Bank. Hendan bjarging av DDB kostaði meiniga føroyinginum antin hús og heim, rekord høgan skatt ella arbeiðsloysi. Og so yvirtók tað almenna Føroya banka, sum DDB hevði átt. Tað var trygdarnetið!

 

Føroyska samfelagið reisti seg tó aftur við egnari megi, við dugnaligum arbeiðsfólkum og starvsfólki á sjógvi og landi. Tað vóru føroyingar, sum skaptu virðini sum endurmentu føroyska samfelagið. Ikki blokkstuðulin ella eindarríki Danmarkar.

Danska fíggjareftirlitið hevði spælt fallit yvir fyri føroyingum tá, og eru í hesum døgum undir stórum kritikki av donskum politikarum, tí teir ivast í um fíggjareftirlitið við bankunum er nóg gott.

 

Men sum ikki einaferð so halda sambandsfólk at danska fíggjareftirlitið, sum danir halda hánt um, er einasta trygdin hjá okkum. Grundgeving onnur enn at eftirlitið er danskt er ikki sætt enn.

 

Yvirtøkuna av fíggjareftirlitinum var eisini tað, sum eg legði dent á, tá fíggjarlógina fyri 2009 var til viðgerðar á Fólkatingi. Tá segði eg soleiðis:

 

”Finanstilsynet af Færøerne er ligeledes et område som vi har planer om at overtage.

Dette skal også ses som et led i selvstyreprocessen, og skal selvfølgelig gøres i samarbejde med det danske finanstilsyn. Formålet er at få ansvarsorganet flyttet til Færøerne. Når vi ikke har det fulde ansvar, kan vi heller ikke forvænte, at vi altid får de relevante oplysninger til tiden. Det primære i denne omfordeling er at placere ansvaret, der hvor akten ligger. En overtagelse af finanstilsynet af Færøerne udelukker ikke at vi delvis køber udenlandsk ekspertise og har et tæt samarbejde med det danske finanstilsyn.

 

Overtagelsen bliver dog først en realitet, når man er enig om, at overgangen er 100 % tryg, og hvor tilliden til den færøske pengeverden, og dets banker snarere vokser, eller hvor tilliden til pengeverdenen og de Færøske banker i det mindste er intakt”

 

Hetta skiltu danskir politikarar væl, - men eftir øllum at døma ikki hin føroyingurin á Fólkatingi. Danskir politikarar vita hvønn týdning egið fíggjareftirlit hevur.

 

Edmund heldur ikki, at tað er nøkur vón fyri mær. Eg haldi tó, at tað er vón fyri Edmund. Søguliga sæð hava sambandsfólk altíð verið ímóti øllum framburði, og yvirtøkan av fíggjareftirlitinum er neyvan nakað undantak. Eitt skulu tey tó eiga, líka so væl sum tey eru ímóti tí nýggja, spæla tey altíð við, tá tað nýggja er gróðursett, og royna enntá til tíðar at gera framburðin til sítt egna barn.

Sambandsmenn mæltu ímóti, at vit fingu føroyskt flagg. Nú flagga teir allir við Merkinum.

Teir søgdu eisini, at vit máttu ikki tosa føroyskt í kirkju og skúla. Nú tosa teir allir føroyskt eisini í kirkju og skúla..

Teir søgdu, at føroyska fólkið var ikki egnað til koyriveg.

Tey vóru ímóti yvirtøkuni av postverkinum.

Tey vildu enntá ikki broyta refusiónsskipanina til blokkstuðul í 1988, og nú er sambært sambandinum størsta syndin nakrantíð, at fullveldissamgongan minkaði hendan blokkin, tey ikki vildu vita av, við einum triðingi. Og nú hann er skorin vilja tey ikki hækka hann aftur.

Og bíða bara, um eina tíð, tá føroyska fíggjareftirlitið er veruleiki, tá vil onki sambandsfólk viðganga at tey vóru ímóti, og enn minni gera tað danskt aftur.

 

Soleiðis er politiska skipanin. Tað eru altíð nøkur sum eru ímóti, og sum halda øllum aftur. Men tá so glið er komið á, so eru tey við kortini.

 

Edmund Joensen man verða ein teirra, so tað er vón fyri honum eisini! Og fari eg her at ynskja honum góða eydnu. Og framhaldandi gott samstarv!