Burtur við bummpengunum

Unga valevni Sambandsfloksins í Vágum vil hava bummpengaskipanina undir Vestmannsundi burtur. Eisini vil hann hava dagføringar í Heimastýrislógini. Tær skulu fylgja nýskipanaruppskotinum hjá Sambandsflokkinum

Valevni

Sandavági:
Avtøka av bummpengaskipanini undir Vestmannasundi og nýskipan í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark eru tvey av høvuðsmálunum hjá unga sambandsvalevninum í Vágum, Gunnari Nattestad.
Hann býr í einum gulum húsum oman fyri vegin i Giljum í Sandavági. Tann 30 ára gamli Gunnar Nattestad, sum er stillaður upp til løgtingsvalið á sambandslistanum i Vágum.
Gunnar er miðvingur, sum er fluttur til Sandavágs, haðani konan, Helga Nordendahl, er ættað. Saman eiga tey tvey ára gamla Dávid.
Gunnar Nattestad er útbúgvin sivilverkfrøðingur við tjóðar- og virkisbúskapi sum sergrein. Hann hevur síðan mai 2000 arbeitt í Landsbankanum, og er ein teirra, sum dagliga ferðast til Havnar til arbeiðis.
Men Landsbankin og Sambandsflokkurin fylla kortini ikki alt lívið hjá Gunnari. Frítíðin verður eisini væl nýtt, greiðir hann frá.
Hann er virkin missiónsmaður. Hevur tikið nógv lut í ungdómsarbeiðinum í missiónshúsinum í Sørvági, sum er sera virkið.
At ein miðvingur, sum fluttur er til Sandavágs, skal brúka sína frítíð í Sørvági, heldur hann ikki vera nakað løgið í.
Hann byrjaði sum heilt ungur saman við fleiri øðrum miðvingum at fara til Sørvágs, har spennandi ungdómsvirksemi var í missiónshúsinum, og tað hevur so hildið við. Umframt er hann eisini við í sunnudagsskúlanum í Sandavági.
Men eisini onnur meira verðslig áhugamál eru at røkja í frítíðini. Millum annað sum skrivari hjá Vága Handverksmeistarafelag og formaður i Vága Vinnufelag. Og so er tað sjálvandi eisini Sambandsflokkurin, har hann serliga hevur verið virkin í Ungmannafelagnum Samband.

Hugsjónir
?Tað eru hugsjónir, sum gera, at eg stilli upp til val. Eg vil royna at ávirka samfelagið. Eisini um eg ikki verði valdur, havi eg sum virkin í kjakinum møguleika at ávirka tey, sum vald verða. Eg standi fyri mínum egnu hugsjónum og ikki teimum hjá øðrum. So má veljarin gera av, um hann vil hava meg sum umboð, sigur Gunnar Nattestad, sum hevur greiðar meiningar um, hvat hann fer at føra fram í valstríðnum.
Hann hevur býtt sundur í tveir partar. Tann landspolitiska og tann lokalpolitiska, sigur hann. Tí hann er greiður yvir, at valstríðið í Vágum eisini fer at snúgva seg um lokalmál.
Fyrsta málið, Gunnar Nattestad ætlar sær at viðgera landspolitiskt, er ríkisrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Tað skuldi henda okkurt eftir seinasta val, sigur hann, men ásannar í sama andadrátti, at tað megnaðu teir, sum nú ráða, ikki at gera nakað við.
Hann vil hava, at tær broytingar, sum henda, vera í samsvar við nýskipanaruppskotið, sum Sambandsflokkurin hevur lagt fram, ásannandi, at Heimastýrislógin treingir til ábøtur og dagføringar.
Men sanniliga er eisini brúk fyri øðrum málum at viðgera, vísir hann á.
?Nú má annað á borðið enn bara fullveldi, sigur Gunnar Nattestad. Skilagóður eldrapoltikkur má rekast. Men minst líka týdningarmikið er, at hugsað verður um tær ungu familjurnar, sum skulu mynda framtíðar samfelagið í Føroyum, vísir hann á.

Annað enn pensionistar
Tað er mikið gott við góðum umstøðum til pensionistarnar, sum eisini hava tað uppiborið.
Men tað er so sanniliga eisini neyðugt at geva teimum ungu barnafamiljunum livilig kor í landinum, skulu tey støðast her.
Tosað verður javnan um, hvussu lítið ein pensionistur fær at liva av. Men sannleikin er tann, at tey ungu fólkini hava ikki petti meira, hóast tey arbeiða bæði tvey.
?Tað sigur seg sjálvt, at fáa tey so betri møguleikar aðrastaðni, ja so fara tey, ásannar unga sambandsvalevnið í Vágum.
Hann vil arbeiða fyri, sigur hann, at tað gerst lættari hjá barnafamiljum at hava annað av foreldrunum heima hjá børnunum í longri tíð. Í hvussu er tey fyrstu árini hjá barninum.
Tað kann gerast á ymsan hátt, sigur Gunnar Nattestad, sum skjýtur upp, at broytingar verða gjørdar í stovnsgjøldunum.
Hann heldur, at gjøldini eiga at vera soleiðis, at tann, sum brúkar stovnin, skal gjalda tann veruliga kostnaðin. Hinvegin skal so ein afturrindanarskipan vera, sum gevur fóki so mikið aftur, at tey hava ráð at hava børn á stovni, um tey velja tað.
Tey, sum hinvegin velja at vera heima hjá børnunum og soleiðis ikki nýta stovnsplássið, skulu kortini hava fyrimunir av tí. Tað skal gerast við einum útgjaldi, heldur ungi sambandsmaðurin í Vágum. Hann metir, at stovnsplássini eru ein samfelagsrættur, sum allar barnafamiljur eiga, og tí eisini rætt til tann pening, tey spara samfelagnum við ikki at brúka stovnin.

Lokalmál
Lokalmál eru fleiri at tríva í, sigur sambandsvalevnið í Vágum. Tað størsta er at virka fyri, at bummpengaskipanin, sum tosað verður um í samband við fasta sambandið undir Vestmannasundi, ikki verður til nakað.
Hann ásannar, at tann peningur, sum partafelagið Vágatunnilin hevur fingið til vega til íløguna uttan um fíggjarlógina, sjálvandi skal gjaldast aftur.
?Men tað er órættvíst, at raksturin av tunlinum og vegnum í samband við hann skal gjaldast við brúkaragjaldi, Tí tað verður tað onga aðrastaðni í landinum. Á tann hátt verða tey, sum ferðast undir Vestmannasundi, fyri vanbýtið, vísir Gunnar Nattestad á.
Eisini flogvøllin roknar hann sum eitt lokalmál. Tí hann hevur rættiliga stóran týding fyri oynna.
Hann vísir á, at nú er neyðugt at finna út av, hvør hevur ábyrgdina av flogvøllinum. Sum er tykist alt at vera steðgað upp, tí tvídráttur er um, hvør skal gjalda eina tiltrongda útbygging av flogvøllinum. Bæði leingjan av sjálvum vøllinum og eisini tann tekniska útgerðin, sum skal gera vøllin enn tryggari, enn hann longu er. Fyri ikki at tosa um sjálvan terminalin.
Danir vilja sjálvandi ikki gjalda ein vøll, sum føroyingar vilja yvirtaka. Har mugu vit so gera av, hvat vit vilja. Og yvirtaka vit vøllin, skulu vit eisini gjalda hann, sigur Gunnar Nattestad.
Men hann er tó ikki avvísandi fyri møguleikanum fyri, at vit royna at finna einahvørja avtalu við danir um at býta kostnaðin.

Eingin kapping
Tað var fyri so vítt eingin kapping um at sleppa á sambandslistan i Vágum, sigur Gunnar Nattestad.
Tað hevur verið siðvenja, at stóru bygdirnar i oynni eru umboðaðar á sambandslistanum, og Gunnar roknar seg sum sandavágsmann á listanum.
Men hann sigur, at hann ikki fyrr, enn uppstillingarfundurin skuldi byrja, gjørdi endaliga av at stilla upp. Hann hevur fyrr roynt seg, men tá var tað sum umboð fyri Ungmannafelagið, sigur hann.
Hesaferð er hann sjálvur triðji á listanum saman við einum fyrrverandi og verandi løgtingsmanni.
?Men tað mugu teir um. Eg ætli mær at føra míni sjónarmið fram, sigur Gunnar Nattestad.
Tað er lætt at vera sambandsmaður í Vágum. Verður úrslitið til løgtingsvalið líka gott sum til fólkatingsvalið, eru útlit fyri, at Sambandsflokkurin fær báðar menninar í Vágum.


Myndir