Niðanfyri er brot úr fyrilestri hjá Zachariasi Zachariassen, ið hann helt á páskum 2007:
Eitt kvøldi á sumri í 1959, tá eg var heima í summarfrí, bankaði á dyrnar í Gøtu, og uttanfyri í regninum stóð ein ungur maður úr Fuglafirði. Eg visti hvør hann var, men kendi hann ikki so væl. Hann segði, at hann hevði hoyrt, at eg gekk á bíbliuskúla í Onglandi, og spurdi um eg kundi kanna fyri hann, um hann kundi sleppa á henda skúlan. Tað var gaman í, og tá ið Brynleif kom aftur av túri við Sjúrðarberg, har hann sigldi sum fjarritari, fylgdust vit á skúlan, har vit vóru saman í tvey ár.
Á Moorlands bíbliuskúla stóðu Brynleif og eg á einum krossvegi í lívi okkara. Skuldu vit halga Harranum ungu lív okkara ella ikki? Ein dagin inni á kamari mínum á skúlanum segði eg við Brynleif. "Eg havi gjørt ein nýggja sang, sum eg skal syngja fyri tær!" So tók eg gittarin og setti meg á songarstokkin og sang sangin fyri honum:
Gud, tú gavst tín Son at frelsa meg,
sendi hann til Golgata.
Skuldarfríur har hann sligin varð
fyri meg, ein syndara.
Niðurlag: Er tað satt, tú doyði fyri meg,
at til Golgata tú fórt:
Einki offur, eg kann ofra tær,
Harri Jesus, er ov stórt!
Tá ið eg var liðugur at syngja sangin og vendi mær á at spyrja, hvussu honum dámdi hann, sá eg tárini renna niður av kinnum hansara. Jú, vit valdu at ofra Honum okkara lítla besta, og tað hevur ikki verið til fánýtis! Tað var skjótt, at hesin eldur festi í hjarta Brynleifs, og hann hevði við tað sama stórar ætlanir um at fara út á missiónsakurin, kanska til Fraklands.
Men Harrin í vísa ráði Sínum leiddi tað so, at hann og Elsa komu til Føroya. Børnini lógu Brynleif á hjarta. Barnalegurnar við Áir byrjaðu í 1965. Og søguna um Zarepta, sum í summar hevði 43 ár á baki, kenna tey flestu væl. Tey árini, ið Brynleif fekk, áðrenn hann læt lív við flúgvaranum í Mykinesi, nýtti hann væl, til signing fyri óteljandi sálir. Og signingin heldur á! Brynleif er nú heima hjá Harranum heima í dýrdini.
Eftir pápa mín Brynleif, sat mamma mín Else 28 ára gomul og við 4 smáum børnum: Eldri beiggi mín Billy 7 ár, eg sjálvur Filip akkurát blivin 6 ár, Miriam 4 ár (næstan 5) og Anita, ið stutt frammanundan var blivin 3 ár.
Tað er so ymiskt, hvussu langt aftur fólk siga seg kunna minnast. Eg minnist ikki nógv til pápa mín, men tó er okkurt, sum eg við vissu kann siga at eg minnist. Eg minnist, at tá í hann hevði eti, so plagdi hann at leggja seg á gólvi at hvíla seg. Sum smádrongur var tað eitt upplagt høvi at seta seg á búkin hjá honum at hoppa:) haldi meg minnast onkrar løtur rundan um køksborði og rundan um húsini á Vatnsoyrum og á Zarepta.
Men eg veit eisini at hann var nógv upptikin, bæði við Zarepta og við at reisa runt og hava møtir í Føroyum og tað var eisini í Orðsins tænastu, at hann fór til Íslands – óvitandi um at hann hevði sagt farvæl við síni kæru fyri seinastu fer her á fold.
Meðan hann var í Islandi, skrivaði hann eitt bræv til okkum fýra. Tað er dagfest 13. september 1970 og skrivað við Langholtveg 104 í Reykjavík.
Dagin tá flogvanlukkan hendi minnist eg eisini eitt sindur til og dagarnar aftaná. Eg haldi meg minnast, tá Dánjal Nielsen sáli, av Vatnsoyrum, kom við deyðsboðunum. Aftaná segði hann mangan, at tað vóru tyngstu sporini hann hevði gingið í lívinum, tá hann gekk niðan til húsini. Eg minnist tá líkfylgið fór frá Zarepta og forbí húsini hjá okkum. Av eini ella aðrari orsøk, so var eg ikki við til jarðarferðina, kanska hevur onkur hildið, at tað ikki var gott fyri so smá børn ella kanska hevur tað verið ov svárt hjá mammu – havi ongantíð ordiliga fingið greiðu á tí.
Pápi mín Brynleif, var ein bønar– og trúðarmaður, og hann var eldhugaður og íðin sum fáður. Dánjal Nielsen sáli segði, aftan á at Brynleif var tikin heim, at nú skilti hann betur hví Brynleif altíð hevði slíkan skund – tað var tí hann hevði so stutta tíð at avrika tað, ið Harrin hevði lagt honum á hjarta! Hann var ein trúðarmaður bæði í tí smáa og stóra. Tær hendingar og trúðarroyndir sum mamma mangan hevur sagt frá, hava sett síni spor í lívinum hjá okkum børnum – hava mangan havt góðar løtur, har hon hevur fortalt frá ymiskum og ikki minst hvussu Harrin styrkti og hjápti henni í tíðini aftan á at Brynleif var farin heim til Harran. Men Harrin tekur einki frá sínum børnum uttan at hann gevur okkurt ístaðin – og soleiðis var eisini hesaferð. Poul Jóhan Djurhuus bleiv okkara nýggi elskaði pápi, tá hann giftist mammu á sumri 1972. Vit hava síðani eisini fingið tvey systkin afturat: Andrew, sum er 35 ár og Hervør, sum er 28 ár. Og mamma og babba eiga í dag 18 barnabørn og fyrsta oldurbarnið er eisini komið í verðina. Mamma og babba hava alla sína tíð arbeitt í verkið Harrans. Tey eru eldhugað og íðin at virka fyri Harran í talu og verki, og eg veit eg kann siga fyri øll míni syskin, at vit eru ómetaliga errin av at hava tykkum sum foreldur, og vóna at Harrin kann brúka tykkum í nógv ár afturat.
Sunnudagin 26. septembur 2010 vóru 40 ár farin, og í tí sambandi var eisini minningarhald, har ein minnispláta er sett upp á staðnum, har sum vanlukkan hendi – hetta verður gjørt av eftirkomarunum av teimum 8, sum fórust hendan dagin. Pápi okkara - Poul Jóhan – hevur skriva eina grein um hetta.
Skrivað av Filip Hansen
Vit fýra syskin vilja minnast pápa okkara Brynleif Hansen, sum avrikaði nógv upp á stutta tíð – mátti tað verið ein áminning til okkum øll, at Harrin er ikki tíðarbundin og at tað ongantíð er ov seint (so leingi vit hava førleikan!) og ongantíð ov tíðliga, at fullføra verk Hansara - og vit 6 syskin vilja somuleiðis í dag lýta við takksemi aftur um bak - á Guds umsorgan fyri sínum børnum! Haldi vit kunna ogna okkum orð HARRANS til fólk Sítt, tá Hann segði í 5 Mós 2:7
HARRIN Gud tín hevur jú signað teg í øllum, sum tú hevur tikið tær fyri; Hann hevur havt umsorgan fyri tær á ferð tíni gjøgnum hesa stóru oyðimørk; í fjøruti ár hevur HARRIN Gud tín nú verið við tær, einki hevur fattast tær."
Heilsan: Billy, Filip, Miriam, Anita, Andrew og Hervør










