Nú eitt umskifti varð gjørt í landsstýrinum, má eg finna meg í at verða “hongdur út” í miðlunum sum ein, ið einki fekk á skaftið, men soleiðis eru treytirnar í politikki. Journalistar og politiskir vi [...] landsstýrinum, fellir tað ikki mær í lut at bera tað innum mállinjuna. Tað er heldur ikki so avgerandi hvør ger tað, og eg skal nokk klára at liva við, at “ekspertarnir” siga í miðlunum, at eg einki havi gjørt [...] fram til í juni, og sum í løtuni verður viðgjørd hjá pørtunum, so havi eg hildið tað verið skeivt at gera nakað við tað málið, meðan tað verður viðgjørt. Men tað veit “eksperturin” ikki av, sum í Útvarpinum
varð samtykt, fer Javnstøðunevndin at føra eitt mál í Føroya Rætti. Stjórin í Grón, Regin Nielsen, boðaði í fjølmiðlunum í gjár frá, at felagið ikki fer at rinda Óluvu Hansen tær 143.500 krónurnar, sum [...] sum Javnstøðunevndin hevur álagt felagnum at rinda. Óluva Hansen var í læru sum bakari hjá Grón inntil í mars í fjør. Umleið tveir mánaðir eftir at hon hevði boðað arbeiðsgevaranum frá, at hon var vorðin [...] in fer víðari við málinum Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, upplýsir fyri Sosialinum, at málið nú skal roynast í Føroya Rætti. Paragraf 12 í javnstøðulógini sigur, at um javnstøðunevndin heldur
hetta er ikki tilætlað sambært listamanninum. - Eg máli ikki glaðar málingar við vilja. Ikki tí, eg gangi ikki og eri tungur í huga, men sterku litirnir endurspegla mínar sterku kenslur – sum ikki altíð nýtast [...] litsterku myndir, er ikki vorðin spakari við árunum. Heldur øvut. Nógvir av hansara nýggjastu málningum, ið eru at síggja í Galerie Focus, eru mest at líkna við kensluligar liteksplosiónir. Ikki glaður við vilja [...] mótvegis myndevninum. Harvið traðkar ítøkiliga myndevnið í bakgrundina, meðan kensluligu tulkingarnar av tí taka yvir og fáa sítt egna lív og útrykk í sterkum litum. 52 ára gamli listamaðurin byrjaði sum heilt
heimin, tá ið ráðini ikki eru til at lívga tey, sum halda lív í okkara høvuðsvinnu. - Stuðul er ikki altíð av tí ónda. Lótu vit ikki rækjuflotanum stuðul á sinni, høvdu vit ongi rækjuskip í dag og fáa vit meiri [...] annars fáa lut í av tilboðum og tænastum. Hann vísir eisini á, at í Noregi er eisini ein fiskimannafrádráttur og hann er enntá akkurát nú hækkaður upp í 120.000 krónur um ári. Als ikki viðgjørt Gerhard [...] løgmaður frá í Kringvarpinum, at samgongan hevur sett sær fyri at avtaka skattafrádráttin til fiskimenn í hesum valskeiðnum. Men nú er tað samstundis greitt, at hetta er ein ætlan, sum samgongan als ikki er samd
sigur, at tað var so lítið nýtt í løgmansrøðuni, og hon var so lítið ítøkiligt, at tað kann ikki boða frá øðrum enn djúptøknum ósemjum í samgonguni um tann førda politikkin. ?Løgmansrøðan er full av endurtøkum [...] ólavsøkurøðan ikki tulkast øðrvísi enn, at ósemjan er stór um, hvør politikkur. Edmund Joensen sigur at vit vita eisini, at summi av teimum málum, sum løgmaður boðaði frá, lata seg ikki gera í samgonguni [...] Men tað vita vit ber ikki til, so leingi, sum hasir tríggir flokkarnir eru í samgonguni. Edmund Joensen vísir eisini á, at løgmaður helt, at gongdin hevur verið nøktandi, uttan í fullveldis-samráðingunum
tú niðan í Norðurlandahúsið leygarkvøldið? Eg kundi gott hugsað mær tað, men eg havi ikki tikið nakra støðu til tað enn. Høgni Zachariassen, Trýarin í SMS Hvør vinnur Prix Føroyar? Eg veit ikki, men eg [...] tónleikalív, um hæddarpunktið í tónleikalívinum er ein kapping, har tað snýr seg um at vinna á hinum. At man skal kappast um at verða besti bólkurin, dámar mær ikki, og eg havi tað ikki ov gott við Prix Føroyum [...] Regin Guttesen, tónleikari Hvør vinnur Prix Føroyar? Tað veit eg ikki, tí eg havi als ikki fylgt við. Einasti bólkurin, ið eg havi hoyrt, var Clickhaze, men tað helt eg, ljóðaði gott. Hvat heldur tú um
kundi landsstýrið um ikki annað farið í eitt samstarv við Eimskip, soleiðis at føroyingar ikki settu seg uttan fyri alla ávirkan. Samgongan samtykkir Atfinningarnar móti samgonguni í hesum máli eru báðir [...] Jóannes Eidesgaard og Signar á Brúnni hvør í sínum lagi vísa á, at tað er landsstýrið og løgmaður, sum hava bóltin í málinum um Skotlandssiglingina, so er ikki óhugsandi, at tað verður andstøðan, sum aftur [...] Eidesgaard, sum í somu vending sigur seg virða íslendska dugnaskapin, sum Eimskip eisini vísir í Føroyum. Signar á Brúnni sær somu vandatekin. Eitt boð frá hansara síðu er, at finna føroyingar ikki út av tí sjálvir
svartkjafti í desember í 2000. Felagið hevði tí sambært umsitingini í Fiskimálaráðnum og uttanhýsis løgfrøðingi rættarkrav uppá at fáa veiðu- og fiskiloyvi flutt á nýggja Næraberg, sum kom í flotan fyri [...] . Íblanding frá løgmanni í umsitingarliga málið seinkaði avgreiðsluni Longu fyrst í januar legði løgmaður seg av sínum eintingum út í umsitingarliga málið. Løgmaður metti ikki, at málið átti at avgreiðast [...] at eg ikki fór at steðga avgreiðsluni. Seinni sama dag fekk eg áheitan umvegis teldubræv frá løgmanni um ikki at avgreiða málið, tí tað var politiskt. Umsitingin í Fiskimálaráðnum var als ikki samd, men
skipanina, ið var bíligast at umsita. Hvi ger man ikki hetta? Hvussu nógv fólk sita í reinum kontrolfunktiónum í tí almenna í dag? Hvussu nógv tilfeingi verður í dag kanaliserað burtur frá borgaratænastunum [...] einfalt, at umfatandi virksemið, ið teir hava í dag við nógvum arbeiðsplássum uttanlands, ikki hevði kunnað verið flutt til Føroyar, m.a. tí at føroyingar ikki hava tær skattaavtalur, ið krevjast. Hetta mátti [...] nakran veg í 2015. Ungu vinnulívsmenninir ráddu eisini til eitt skattaprosent uppá 13% í Føroyum og eina minking av tí almenna sektorinum. Fyriuttan tað, at sama skattaprosent fyri øll vildi verið í stríð við
sannførandi í sínum avrikum. Ikki minst teir báðir dystirnir móti VÍF hava prógvað, at meistararnir helst aftur í ár eiga sterkasta liðið. Hinvegin er ikki nóg mikið, at hetta bert verður víst í løtum. Meistarar [...] henda, tá favorittarnir ikki taka uppgávu sína í nóg stórum álvara. Tí vóru teir hjá Kyndli ávaraðir undan seinna dystinum móti KÍF, men fyrsti hálvi tímin sunnudagin bendi tó ikki tann vegin. Leikferðin [...] seinastu løtuna, broytti ikki fatanina av, at talan veruliga var um klassamun. Eisini hóast hesin bert var sjónligur í 20 minuttir. Besta liðið Saman við javnleikinum hjá VÍF í Hoyvíkarhøllini, so merkti