Javnstøðunevndin fer í rættin við málinum

Málið um uppsøgnina Óluvu Hansen fær nú eitt eftirspæl í Føroya Rætti. Javnstøðunevndin fer at føra málið í rættinum, eftir at arbeiðsgevarin, bakaríið Grón, hevur boðað frá, at hann ikki fer at rinda tær 140.000 krónurnar, sum Javnstøðunevndin metir, at Óluva Hansen hevur rætt til

Fyri fyrstu ferð síðan javnstøðulógin varð samtykt, fer Javnstøðunevndin at føra eitt mál í Føroya Rætti.

Stjórin í Grón, Regin Nielsen, boðaði í fjølmiðlunum í gjár frá, at felagið ikki fer at rinda Óluvu Hansen tær 143.500 krónurnar, sum Javnstøðunevndin hevur álagt felagnum at rinda.

Óluva Hansen var í læru sum bakari hjá Grón inntil í mars í fjør. Umleið tveir mánaðir eftir at hon hevði boðað arbeiðsgevaranum frá, at hon var vorðin við barn, fekk hon eina skrivliga uppsøgn, har grundgevingarnar vóru “vantandi uppmøting, tvørrandi samskifti við meistara og ov langar roykipausur”.

Javnstøðunevndin metti tó, at veruliga orsøkin til uppsøgnina var, at hon var við barn, og hetta er brot á javnstøðulógina. Tí hevur Javnstøðunevndin álagt Grón at rinda 143.500 krónur.


Javnstøðunevndin fer víðari við málinum

Kári á Rógvi, formaður í Javnstøðunevndini, upplýsir fyri Sosialinum, at málið nú skal roynast í Føroya Rætti.

Paragraf 12 í javnstøðulógini sigur, at um javnstøðunevndin heldur, at framferðarhátturin hjá einum arbeiðsgevara er í stríð við lógina, og arbeiðsgevarin eftir áheitan ikki vil fylgja niðurstøðuni hjá nevndini, kann hon “leggja málið fyri rættin í borgarligari rættargangssókn um, at framferðarhátturin hevur verið í stríð við lógina.”

Og tað er júst hetta, sum Javnstøðunevndin nú ger.

- Vit fara at føra málið í rættinum. Allar lógir hava tulkingariva, og tí vilja vit hava rættin at taka støðu í hesum málinum. Vit hava nógv líknandi mál frá øðrum Norðurlondum, sum vit fara at nýta sum fordømi, sigur Kári á Rógvi.

Hann leggur afturat, at hesi fordømi ikki eru bindandi fyri Føroya Rætt, men skulu nýtast til at sannføra rættin um, at Javnstøðunevndin hevur grein í sínum máli.

Málið hjá Óluvu Hansen er soleiðis háttað, at arbeiðsgevarin skal prógva, at orsøkin til uppsøgnina ikki er, at hon var við barn. Hetta verður á løgfrøðiligum máli nevnt umvend próvbyrða, av tí at arbeiðsgevarin skal prógva, at hann ikki hevur brotið lógina.

- Grón hevur nú ført eini seks ymiskar frágreiðingar fram, og tí hava vit ikki mett, at teirra frágreiðingar hava verið sannførandi, sigur Kári á Rógvi.

Hann sigur, at tað kann væl vera, at Grón í rættinum fer at leggja onnur meira sannførandi prógv fram. Tí er tað ikki ósannlíkt, at nýggjar upplýsingar fara at koma fram.

Í hinum Norðurlondunum er tað vanligt, at partarnir semjast um eina lægri upphædd, áðrenn málið kemur fyri í rættinum, og tað kann eisini henda í hesum málinum.

- Hetta merkir, at vit ikki fáa høvi at royna nakrar prinsipiellar tulkingar, men tað mugu vit so liva við, sigur Kári á Rógvi.

Formaðurin í Javnstøðunevndini leggur afturat, at hann fegnast um, at kvinnur vilja trína fram í fjølmiðlunum, tí tað er ein trupulleiki, at nógvir arbeiðsgevarar ikki kenna lógir og reglar á hesum økinum.

Javnstøðunevndin hevur fingið ein advokat at føra málið fyri nevndina og fer at leggja tað fyri Føroya Rætt ein av komandi døgunum.