Føroyski listamaðurin, ið er serliga kendur fyri sínar litsterku myndir, er ikki vorðin spakari við árunum. Heldur øvut. Nógvir av hansara nýggjastu málningum, ið eru at síggja í Galerie Focus, eru mest at líkna við kensluligar liteksplosiónir.
Ikki glaður við vilja
Litríku málningarnir hjá Torbjørn Olsen geva ofta fatan av einum serliga glaðum listamanni, men hetta er ikki tilætlað sambært listamanninum.
- Eg máli ikki glaðar málingar við vilja. Ikki tí, eg gangi ikki og eri tungur í huga, men sterku litirnir endurspegla mínar sterku kenslur – sum ikki altíð nýtast at vera so glaðar, sigur Torbjørn Olsen.
Hann greiðir frá, at jú meir intenst, hann arbeiðir við einum málningi, jú ógvusligari og sterkari verða hansara kenslur mótvegis myndevninum. Harvið traðkar ítøkiliga myndevnið í bakgrundina, meðan kensluligu tulkingarnar av tí taka yvir og fáa sítt egna lív og útrykk í sterkum litum.
52 ára gamli listamaðurin byrjaði sum heilt ungur at royna seg við sterkum litum, og er ongantíð hildin uppat aftur.
- Tað liggur avgjørt framvegis ein stór avbjóðing í at arbeiða við litum. Eg haldi meg vera vorðnan djarvari, frekari á ein hátt og nú royni eisini eg at mála skjótari, sigur listamaðurin.
Fyri Torbjørn er tað heilt avgerandi at kunna mála skjótt fyri best at fanga løtuna og ljósið.
- Eg vildi ynskt, eg fekk málað ein risastóran málning í trimum, skjótum strokum. Tað hevði nokk verið tann ultimativa myndin fyri meg beint nú, hugleiðir listamaðurin.
Tulkandi andlitsmyndir
Torbjørn Olsen er uttan iva tann føroyski málarin í nýggjari tíð, ið hevur gjørt mest burtur úr andlitsmyndum. Eini tríggjar andlitsmyndir eru við á hesi framsýningini, og avdúka tær, at listamálarin hevur sina heilt egnu fatan av, hvat eitt gott portett er.
- Víst skal ein andlitsmynd líkjast persóninum, men hvør skal gera av, nær hon líkist mest? Vit menniskju síggja jú oftast somu menniskju rættiliga ymiskt. Eg kann halda onkran vera vakran, meðan tú heldur viðkomandi vera heldur misháttan. Mínar andlitsmyndir kunnu ongantíð verða annað enn útrykk fyri mína subjektiva fatan av júst hesum andlitinum, staðfestir Torbjørn Olsen.
Best dámar honum, um hann fær stundir at koma at kenna persónin, hann skal mála. Ein góð andlitsmynd skal nevniliga eisini endurspegla sinnalag, verumáta og annað, ið eyðkennir persónin, heldur Torbjørn Olsen, sum onki hevur ímóti, at andlitsmyndir ofta eru rættiliga bundnar uppgávur.
- Eg kenni meg ikki bundnan á ein avmarkandi hátt av andlitsmyndum. Eg haldi tað hinvegin vera sera spennandi at royna at fáa júst mína uppliving av persóninum fram. Tí brúki eg heldur ongantíð eina fotomynd av viðkomandi at mála eftir – so hevði eg jú ikki upplivað persónin, sigur Torbjørn Olsen, listamálari.
Fakta:
Framsýningin hjá Torbjørn Olsen í Galerie Focus letur upp fríggjadagin kl. 16.
Við á framsýningini eru 23 málningar, harav teir allarflestu eru málaðir í ár.
Framsýningin verður opin fram til 22. februar - týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18









