- Eg sigi kortanei til at avtaka skattafrádráttin til fiskimenn.
Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, sum eisini er í samgongu, er púra avgjørdur um ætlanina hjá landsstýrinum at avtaka skattalættan til fiskimenn.
Fríggjadagin boðaðu bæði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum og sjálvur løgmaður frá í Kringvarpinum, at samgongan hevur sett sær fyri at avtaka skattafrádráttin til fiskimenn í hesum valskeiðnum.
Men nú er tað samstundis greitt, at hetta er ein ætlan, sum samgongan als ikki er samd um og ein av teimum, sum leggur seg púra tvøran, er Gerhard Lognberg.
- Tað verður ikki við mínari hjálp, at fiskimenn missa skattafrádráttin, sigur Gerhard Lognberg.
Hann leggur afturat, at tað er heilt avgjørt, at hann fer aldrin av góðtaka, at samgongan tekur skattafrádráttin av.
Samgongan handlingslammað
Sostatt er tað greitt, at samgongan er farin í tvíningar um ætlanina at avtaka skattafrádráttin.
Av samgongan telur bara 17 tinglimir, krevst, at øll samgongan er samd fyri at gjøgnumføra eitt politiskt mál.
Sostatt slepst ikki undan, at av tí, at Gerhard Lognberg noktar blankt at avtaka skattafrádráttin, er samgongan handlingslammað í hesum máli.
Og av tí sama er tað heldur ikki greitt um tað yvirhøvur fer at eydnast samgonguni at strika skattalættan, tí tað er meiri enn ivingarsamt um nakar í andstøðuni er sinnað at hjálpa henni.
Leggjast fyrst á fiskimenn
Gerhard Lognberg staðfestir, at vit frammanundan hava nógvar frádráttir í okkara skattaskipan.
- Handverkarar fáa skattafrádrátt og tey, sum hava longri enn eitt vist at ferðast til arbeiðis, fáa eisini ferðafrádrátt.
- Tí er tað undarligt, at landsstýrið, sum tað fyrsta, leggur eftir frádráttinum til okkara fiskimenn, sum hava borið okkara samfelagi uppi.
Javnaðarmaðurin úr Sandoy sigur, at skattafrádrátturin til fiskimenn er eitt slag av endurgjaldi fyri at teir eru so nógv burtur heimanífrá og sostatt missa nógv av tí, sum heimafólk annars fáa lut í av tilboðum og tænastum.
Hann vísir eisini á, at í Noregi er eisini ein fiskimannafrádráttur og hann er enntá akkurát nú hækkaður upp í 120.000 krónur um ári.
Als ikki viðgjørt
Gerhard Lognberg staðfestir eisini, at ætlanin um at avtaka fiskimannafrádráttin er als ikki viðgjørdur í samgonguni yvirhøvur.
Og tað er átaluvert, heldur hann.
- Samgongan má fáa høvi at viðgera stórmál sum hetta, áðrenn ein fráboðan verður útbasúnerað úr Tingenesi.
- Tað nyttar onki, at landsstýrið situr í onkrum króki og ger av, hvat er best fyri Føroya land, uttan at tað yvirhøvur er viðgjørt í samgonguni.
Gerhard Lognberg heldur, at mangan tykist tað sum um at landsstýrið beinleiðis gloymir, at tað er altso eitt Løgting, sum situr við endaligu avgerðini.
Hann spyr eisini, hvussu tað ber til, at samgongan pening til sendistovur um allan heimin, tá ið ráðini ikki eru til at lívga tey, sum halda lív í okkara høvuðsvinnu.
- Stuðul er ikki altíð av tí ónda. Lótu vit ikki rækjuflotanum stuðul á sinni, høvdu vit ongi rækjuskip í dag og fáa vit meiri inn í samfelagið enn vit lata í stuðuli, er hann væl givin út, tí so gagnar hann samfelagnum, sigur Gerhard Lognberg.