mær bústað og hjálp til tað praktiska, sigur Pernille Aalund. - Tað er líka nógv Søren, sum er púra forelskaður í landinum. Hann er uppvaksin við fiskiskapi og aling, og kundi hugsað sær at fingið kjans [...] hava vit upplivað allar fýra árstíðirnar, líka frá sól og kavarok, til oysandi regn. Ongin ivi er um, at hetta er tað nærmasta ein kemur himmiríki: Fert tú upp á tá, ert tú oman fyri skýggini, og fert tú niður [...] at hon bæði er sjónvarpsvertur, íverksetari og rithøvundur. Og nú vil hon búgva í Føroyum - fyrst í eina mánað í summar, og seinni í eitt longri tíðarskeið. Leitar eftir skrivifriði Tað er júst hetta við
uttan um at møta fólki í somu støðu. Soleiðis er tað eisini hjá Ólavi og Jonu. Gjøgnum hesa tíðina eru tey komin at kenna heilt nógv fólk við líknandi sjúku. Tað er rættuliga náttúrligt, at ein verður tætt [...] positivum svari eftir hvørt »urgent call« gerast verri og verri. Vandin er, at læknarnir í hinum londunum kunnu meta, at sjúklingurin er so mikið sjúkur, at hann nokk ikki megnar tað kortini. Men undrið hendi [...] var tað einki, sum eg kundi gera, sigur Ólavur. Ólavur er lættur av lyndi og hevur ofta dugað at vent tí syrgiliga til tað stuttliga. Eitt dømi er, tá hann einaferð varð heldur speiskliga spurdur, um man
fyritøkuna, men seinni parturin av árinum hilnaðist nógv betri. Lítlibeiggi tryggur Tað er ongin ivi um, at Trygd er lítla tryggingarfelagið í Føroyum, við ársenda í 2007 hevði Trygd eina eginogn á umleið 85 [...] koddanum. Við øðrum orðum er hetta vanlig innlán og lánsbrøv. Í roknskapinum kom fram, at fyritøkan framvegis hevur avkast av íløgunum, men tað er ikki so løgið, tá talan er um fastar rentur av peninginum [...] minkar. Hetta er tó ikki nakað, ið er ein trupulleiki hjá Trygd, tí hóast hon letur einar 13 milliónir krónur av eginpeninginum til eigaran, so hevur fyritøkan framvegis eina eginogn, ið er tríggjar ferðir
Havn. Tað einasta sum er hent, síðani Sambandsflokkurin hevur fingið ábyrgdina av økinum, er avgerðin um at sleppa ætlanini um at byggja nýtt sambýlið til sinnisveik í Havn. Hetta er ikki sparikrav frá [...] almannaøkinum: Pensjónirnar Tað er fyrst og fremst Javnaðarflokkinum og Hans Paula Strøm fyri at takka, at pensjónirnar hækkaðu so nógv árini 2004-08, sum aldrin áður. Serliga er tað hækkingin av Samhaldsfasta [...] útgoldin kvartalsliga), so nú er samanlagda pensjónin hjá støkum farin úr 7.825 kr. um mánaðin til nú 10.329 kr. – ein hækking uppá 32%. Og fyri hjún, sum eru pensjónistar, er hon farin úr 12.373 kr. um mánaðin
um samdøgnið, og tað er sera smáligt hesa tíðina av árinum. Streymurin er ikki góður, men hann er brúkiligur. Veiðan er at kalla bara hýsa, sum lítið og einki fæst fyri. Nú vártíð er, og hetta skuldi verið [...] manningartalið er 14. Klakkur, sum seinastu árini hevur roynst millum teir allar bestu, er í løtuni staddur norðanfyri. Draga svart - Vit hava fiskað í fimm dagar, og veiðan higartil er eini 35.000 pund [...] soleiðis sum gongdin er í løtuni. Støðan hjá Líggjasi og Bethuel sum línuskipaeigarum er, at tað loysir seg líka væl hjá teimum at leggja skipið, meðan støðan við fiskiskapi og prísi er so vánalig. - Úrslitið
svørtum plastikkposa á Bursatanga í Havn. Klokkan er farin av seks, men sjey er hon ikki vorðin hendan leygarmorgunin. Umborð á einum skipi við bryggju er ein annar maður. Menninir skeldast. Teir hava eisini [...] við at hugsa um høglini. Psykan er av helviti til, tað sigur seg sjálvt. Maðurin ætlaði jú at drepa meg, sigur Hans Olsen, ið skotið varð eftir leygarmorgunin. Í løtuni er hann staddur umborð á línubátinum [...] kvinnu. Hetta stemplið blívur við at sita á mær, men tað er farið. Eg blívi ikki ein gong óður longur, tá fólk kalla meg konubukara, tí hetta er ein farin tíð, sigur Hans Olsen, ið fór til skips, áðrenn
eisini børnini í Sands skúla kenna teir: Hví er grasið grønt, mamma, hví er luftin blá? Summardáin hvítur og døgg á hvørjum strá’? Hví er kalt, tá kavi er, og heitt, tá sólin skín’? Og sig mær mamma, hví [...] víkja av honum. Orðt. 22, 6 Hvør er ein óviti? Er tað barnið, sum eftir okkara vaksna tykki einki veit av tí, ein eigur at vita? Tá ið vit hava lært tað alt tað, sum neyðugt er, so liggur leiðin vís og trygg [...] sum liggur framman fyri honum. Men er hetta lærdómsleiðin, nær verður so óvitin útlærdur? Er tað, tá ið bygdaskúlin ikki veit at svara spurningum hansara longur? Er tað, tá ið framhaldsdeildin má geva
leikarar og áskoðarar. Men tað er sum við balettini: tað kann væl verða at tað sær lætt út, men tað er forbankað krevjandi. Er tað væl frágingið kann søgan hvíla á strukturinum. Er tað ikki, fellur alt til jarðar [...] Spurningurin er so bara, um karmarnir hjá Tjóðpallinum í nóg góðan mun megna at stuðla tí stríðnum sum skal til, men tað er ein onnur søga... Boðskapur Tað geniala við hesum leikinum, er at hann setur [...] góða vinnur; og tað ónda tapir. Kríggj fær ongantíð happy end. Ein einkja er ein einkja, uttan mun til tjóðskap og trúgv, og tað er so avgjørt ikki Allah sum ger fólk til terroristar, men harðskapur og v
í Føroyum, sigur Erhard, men ásannar, at í Suðuroynni er slíkt arbeiðspláss av stórum týdningi. Hann leggur afturat smílandi, at hóast smá, so er talan um heimsins besta alda laks, og sipar hann her til [...] jaligu gongdina, ið lítla felagið hevur havt, og dylir ikki, at hann heldur vil ganga stillisliga við hurðunum, en rópa so hart, men hann smæðist tó ikki við at siga, at starvsfólkið er gott. - Tað hevur [...] greiðir Erhard Joensen frá, og leggur afturat, at teir sjálvandi vóna, at gongdin heldur fram. - Ætlanin er nú at seta út 500.000 smolt í Hovi, í Øravík ganga 700.000 smolt og seinni í heyst ætla vit at seta
Vanligt er, at tá tað eru harðskapsmál, og tá eru menn jú oftast fullir, at vit biða teir fara til læknan og fáa tað kannað, og so at venda aftur til politistøðina. Tá veit man presis, hvat er farið fram [...] tímunum, sum eg havi. Tað vísir seg jú sum at alt er pengar, og eg má halda meg til teir tímar, ið eg havi. Kortini verður nógv arbeitt yvir, tí tað er í heilum at eg verði forstýraður, tá eg eigi at hava [...] sýslumaðurin til Skopunar at leita eftir jarnstongini, ið órættaði eftir øllum at døma varð sligin við. Er tað ikki óheppið, at tá slíkur harðskapur verður framdur, at løgreglan ikki kemur á staðið fyrr enn