Kæra oyggjaland okkara spenti seg út og gjørdi alt fyri at imponera keypmannahavnar-kvinnuna Pernille Aalund, sum kom til Føroyar við sjeikinum fríggjamorgunin. Og aftan á tveir dagar vóru tey fullkomiliga seld.
- Hesar báðar dagarnar vit hava koyrt runt í landinum, hava vit upplivað allar fýra árstíðirnar, líka frá sól og kavarok, til oysandi regn. Ongin ivi er um, at hetta er tað nærmasta ein kemur himmiríki: Fert tú upp á tá, ert tú oman fyri skýggini, og fert tú niður á knæ, so ert tú niðri á jørðini aftur, segði ein vælhýrd Pernille Aalund, á Hvonn leygarkvøldið. Har vóru so nógv fólk á báðum hæddunum, at onkur helst hevur brúkt sunnudagin til at rætta uppstopparnøsina út aftur.
Pernille Aalund, sum hevur sína dagligu gongd í danska miðlaheiminum, er ein kvinna við nógvum jørnum í eldinum. Hóast hon ongantíð fekk nakra útbúgving, hevur hon megnað at arbeitt seg upp til at vera blaðstjóri fyri 12 ymisk tíðarrit hjá Aller-samtakinum, umframt at hon bæði er sjónvarpsvertur, íverksetari og rithøvundur. Og nú vil hon búgva í Føroyum - fyrst í eina mánað í summar, og seinni í eitt longri tíðarskeið.
Leitar eftir skrivifriði
Tað er júst hetta við skrivaríinum, sum fær Pernille Aalund at leingjast eftir einum friðarligum og inspirerandi staði, har hon og familjan kunnu liva og virka, meðan hon skrivar bókina, sum skal eita: Til min datter.
- Vit koyrdu avstað úr Havn í morgun. Eini fimm kortér norðureftir, til eina lítla bygd, sum eg ikki dugi at úttala. Tá vit komu fram og fóru úr bilinum, stóð alt í einum. Meðan regnið pískaði niður og alt fór út av lagi; hár, klæði og mascara, kendi eg knappliga fullkomiliga eydnu. At eg var mitt í lívinum. At náttúran var so stórsligin, og eydnan beint her, segði Pernille Aalund, sum tók eina stóra avgerð: Her vildi hon búgva!
Ein mánað í summar
Men í fyrsta umfari verður tað bert í ein mánað í summar, saman við sjeikinum og børnunum; einari 8 ára gamlari dóttur og vaksnu synunum við damum.
- Eg havi longu fingið eina ørgrynnu av visit-kortum, áheitanum og mailum frá føroyskum kvinnum, sum bjóða mær bústað og hjálp til tað praktiska, sigur Pernille Aalund.
- Tað er líka nógv Søren, sum er púra forelskaður í landinum. Hann er uppvaksin við fiskiskapi og aling, og kundi hugsað sær at fingið kjans við einum føroyskum báti. Og tað passar perfekt saman við mínum ætlanum um at skriva bókina í Føroyum. Tí vil eg gjarna finna eitt lítið og friðarligt stað, har dótturin eisini kann ganga í skúla, sigur Pernille Aalund, sum nú er niðri í Danmark aftur. Alt gjárkvøldið sótu hon og sjeikurin og leitaðu eftir upplýsingum um Føroyar á netinum.
Bók til ungar kvinnur
Í práti við Sosialin aftan á fyrilesturin um sonevnda Wauw-kensluna á Hvonn, forkláraði Pernille Aalund, at nýggja bókin skal vera eitt slag av uppslagsverki fyri ungar kvinnur, sum ofta hava ilt við at finna fótafesti í tilveruni.
- Tað er ikki lætt at vera ung kvinna í einum heimi, har tilboðini, avbjóðingarnar og krøvini eru skrúvaði upp til eitt støði, har tú lættliga missir teg sjálva burtur. Tí vil eg skriva eina bók við góðum ráðum til ungu kvinnurnar, har tær kunnu læra at brúka nøkur av amboðunum, sum eg eisini brúki sjálv, sigur Pernille Aalund.
Boðskapurin hjá Pernilla Aalund snýr seg í stóran mun um, at tú skalt fokusera upp á tað positiva og ikki samla upp á niðurløg, kompleksir ella geva øðrum skyldina, tá alt ikki fløskar seg, sum tú ætlaði tær. At tú skalt trúgva upp á teg sjálva, at tú ert klók og lekkur, og mást seta tær nøkur mál, sum tú skalt royna at gera til veruleika. Amboðini eru løtt at læra og ítøkilig. Millum annað, at hava eina ”Reyða bók” har tú skrivar, hvørji mál tú vilt røkka og hvussu, og nøvnini á fólkum, sum tú møtir á lívsleiðini, sum tú kanska fært brúk fyri ein dag. Eitt annað ráð var, at tú skalt vera opin mótvegis nýggjum fólkum og avbjóðingum, sum stinga seg upp.
Og tað kann man róliga siga, at Pernille Aalund sjálv er, tá hon, í einum grovum æli eini fimm kortér úr Havnini, tekur avgerð um, at her vil hon búgva!